Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR við vinstru hond. 20 m i n u t t i r resta í. Dysturin skal koppa rætta vegin Føroyingarnir hava alla yvirvág nú, vinna bóltar í verjuni og møguleikin kemur at leggja seg á odda við trimum málum. Men aftur er tað Komok í málinum, ið spillir spælið, tá ið hann stórbjargar frá Áka Egilsnes. Ukrainsku bjargingarnar halda fram hóast gott føroyskt spæl og miðskeiðis í hálvleikinum er Ukraina á odda aftur. Før­oy­ ingarnir halda dystin javnan, og aftur fegnast teir um mál­ verjan. Hesaferð Niklas Simon­ sen, ið kemur inn og bjargar brotskasti tá ið góðir tíggju minuttir eru eftir at leika. 21-21 sigur støðan. Løtu seinni eru føroyingar á odda aftur. Við støðuni 24- 23 tá ið sjey minuttir resta í, situr ein við kensluni av at dysturin koppar ímóti einum føroyskum sigri. Men við fimm minuttum eftir og støðuni 24-24 verður bólt­urin mistur og sera óheppið verður ein føroyingur vístur av vøllinum. Varðveita vónina til tað seinasta, men hepnið er ikki við. Hetta gerst í roynd og veru av­gerðin. Ukrainar gagnnýta yvir­talið tvær ferðir og leggja seg á odda 24-26. Tríggir og ein hálvur minuttir resta í, og í hesi tíðini jagstra føroyingarnir tað ógjørliga. Tað gera teir fyri­ myndar­liga væl. Munurin verður minkaður niður í eitt mál, tá ið Nicklas Selvig verður spældur púra leysur. Mun­ur­in er aftur tvey mál, tá ið føroyingarnir taka time- out við minni enn tveimum minutt­um eftir. Men teir eru ikki nóg nærlagdir tá ið spælið verður sett ígongd aftur. Bólturin verður mistur burtur og Ukrainar leypa á. Niklas Simon­sen er komin inn at vita um hann fær læst málið. Tað fær hann. Hann bjargar frítt av vonginum, og ukrainar fáa ikki fleiri mál í dag. Ein minuttur og tjúgu sekund resta í. Føroyingarnir hava skund og eitt sindur í ráðaloysi verður Helgi H. Hoydal lokkaður í eina fellu og verður dømdur fyri trok. Føroyingarnir jagstra bóltin um allan vøllin. Jónas Djur­huus roynir somu felluna, men hon miseydnast tepurt. Tíðin verður steðgað við time- out frá ukrainum. Teir skjóta oman­fyri og føroyingarnir hóma eina vón, tí munurin verður minkaður til 26-27 við 12 sekund­um eftir. Men bólturin kemur ikki í spæl aftur fyrr enn eitt sekund restar í, og so er dysturin liðugur. Føroyingarnir takka ukrain­ um fyri dystin og ganga eina umferð runt í høllini har leikar­ ar og áskoðarar fagna hvørj­um øðrum við lógva­brestum. Eitt hitt besta avrikið frá einum føroyskum landsliðið nakrantíð rakk ikki til stig, men føroyska landsliðið prógvaði enn einaferð at føroyskur hond­bóltur nærkast teimum frægu í Evropa. Dagarnar ímillum fyrra og seinna dystin ímóti Ukraina høvdu leikararnir hugsað og prátað nógv um hvat skuldi betrast til seinna dyst­in. Verjuskipanin var broytt nakað eftir seinna dyst­in, men serliga var hug­burð­u­r­ in umrøddur ímillum leikar­ ar­nar. Til seinna dystin vóru leikar­arnir samdir um at liðið skuldi takkla harðari, ikki óttast at spæla eitt sindur rátt, og tora at spæla við eitt sindur størri váða. Í hond­bólti snýr tað seg ofta um at finna røttu javnvágina ímillum váða og villur, og ikki kann sigast annað enn at tá ið liðið tók váðamiklar av­gerðir, so eydnaðist tað væl oftari enn ikki. Bæði í verjuni, tá ið lopið var út í leikar­arnar og í álopinum. Før­oy­ingarnir tordu at tveita bóltin í trongu rúm­ini og hetta úrslitaði í fleiri málum av striku og vongi. Tá ið málverjin stend­ur so væl sum teir før­oysku gjørdu í dag, er gaman í lættari at váða sær í verjuni, men yvirhøvur vístu føroyingarnir øgiligt dirvi. Fleiri leikarar munnu hava blá merki eftir at hava ofrað seg í tvístøðum – og minniligar støður eru tá ið eitt nú nú Rói Berg Han­ sen, Jónas Djurhuus og Áki Egilsnes tveittu seg ígjøgnum ukrainsku verju­ na. Støðurnar tá ið Jónas Djur­ huus og Áki Egilsnes stríddu seg ígjøgnum verjurnar góvu ikki mál. Ei heldur brots­kast ella fríkast, hóast tíð­inda­fólki hjá Sosialinum metir at alt ov hart var vart. Yvirhøvur tóktust flestu avgerðirnar at fáa ukrainsk­ an fyrimun. Í hondbólti eru altíð ivasamar støður, ið eru torførar at døma, og tá ið hugt verður úr sjónar­horni­ num hjá einum fjeppara verður onkuntíð dekan ov nógv gjørt av. Men serliga støðan tá ið Jónas Djurhuus tveitir seg ígjøgnum eitt hol í verjuni og verður síðani kroyst­ur av tveimum mót­ støðu­monnum, ið forða fyri at føroyingurin fær skot­ið elvdi til ørkymlan í før­oysku leguni. Hetta var ein púra avgerandi støða, og føroyingarnir eiga rós fyri at halda høvdið kalt og halda fram at stríðast. Leikar­arnir iðraðu seg eftir dystin mest um síni egnu mis­tøk, tá ið ein mistur bóltur og eitt trok gjørdust av­gerandi. Men framvegis kendist tað ørkymlandi tá ið harðar dømingar vóru lagdar afturat hesum. Nicholas Satchwell og Kjartan Johansen gingu undan Eftir eitt heilt framúr lið­ avrik í bæði álopi og verju, vóru tað kortini tveir leikar­ ar, ið skaraðu burturúr. Sum lisið verður í dystar­ frá­greiðingini, so bjargaði Nicholas Satchwell eina ørgrynnu av fríum møgu­ leik­um, samstundis sum hann hevði sera gott tak á serliga ukrainsku stjørnuni, Onu­fri­yenko. Heilar tvær ferðir las føroyski málverjin skotini so væl, at hann fekk loftað bóltinum frá ukrainska bakkinum. Sam­ starvið millum málverjan og verjugarðin framman fyri seg var av tí allarbesta í hes­ um støðum, og á einum nógv hægri støði enn í fyrra dysti­ num í Kiev. Í álopinum gekk Kjart­ an Johansen undan. Hetta mundi vera besti lands­dyst­ urin hjá strandinginum, ið bæði skeyt skot úr heims­ flokki úr fjarstøðu, eins og hann spældi bæði vong og striku fríar í fleiri førum. Fá skot vóru brend, og millum annað setti hann fimm síni fyrstu skot í málið. Eitt øgiligt avrik, ið kann geva eina ábending um at høgri bakk­urin er til reiðar til meira enn næstbestu norsku deild­ina. Føroyar – Ukraina 26-27 (14-15) Føroyska liðið (mál): Kjartan Johansen 7, Rói Berg Hansen 3, Helgi Hildarson Hoydal 3, Peter Krogh 3, Nicklas Selvig 3, Jónas Gunnarsson Djurhuus 2, Rókur Akralíð 2, Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Áki Egilsnes 1, Rógvi Dal Cristiansen, Brandur Halgirsson, Tróndur Kragesteen, Allan Norðberg, Nicholas Satchwell, Eirikur Simonsen, Niklas Simonsen Føroyska dirvið var í hásæti Hetta var eingin heimadómari