Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen B36 hevur framvegis fulla úrtøku, men B36 er ikki topplið. Landsynningurin var so mikið tráður í Sarpugerði ígjár, at dóm­arin, Dagfinn Forná, metti tað ikki vera ráðiligt at spæla í lands­kappingini. -Akkurát kennist tað at vera vón­brot, at vit ikki sleppa at spæla, tí vit hava hitað upp til júst hesa uppgávuna, men tá ið nakrir tímar eru farnir, so halda vit ivaleyst, at talan var um skilagóða avgerð hjá dómara­num, var viðmerkingin hjá Víkinga venjaranum Sámali Erik Hentze, tá ið dysturin var avlýstur. Tað hevur onkuntíð verið lands­kappingardystur í Sarpu­ gerði í verri líkindum enn hesum, vildi onkur kring vøllin vera við. Men spælararnir og venjararnir góðtóku avgerðina hjá dómaranum. -Teir lokalu hava nógv betri skil fyri veðri og vindi og ætt, enn vit hava, so vit góðtaka hetta og koma aftur, tá ið FSF hevur gjørt av, nær dysturin skal vera. Tað verður neyvan nú beinan­ vegin, tí so nógvir dystir eru á skránni, var viðmerkingin hjá B36 venjaranum Jákupi á Borg. Stefan var aftur bjargingarmaður TB – HB 1-1 Í fjør vann HB FM við met­nógv­ um stigum. Tað er framvegis góður møguleiki fyri, at HB fer at endurvinna FM, men tað er púra víst, at tað verður ikki við metnógvum stigum. Í fjør misti HB sjey stig tilsaman. Eftir fimm umfør í ár hevur HB longu mist níggju stig. Í fjør kom tað næstan ikki fyri, at HB spælarar vóru skadd­ir og leikbannaðir. Nú eru fleiri á skaðalistanum, sum longu eftir hálvan tíma í gjár varð uppaftur longri, tí mið­ verjin Bartal Wardum noyddist skaddur av vøllinum. Ætlanin var, at Sebastian Pingel skuldi vera á beinkinum, men hann var leikbannaður, tí hann leygardagin sá reytt kort í fyrstu deild. Tað endaði 1-1 í Trongisvági. TB hevur átta stig, og HB hevur seks stig. Hjálparvenjarin hjá HB, Ras­mus Nolsøe, heldur, at av­ rikið hjá hansara monnum var soleiðis, at teir høvdu ikki uppi­ borið meiri enn javnleik og eitt stig. -Tað gekk ikki soleiðis, sum vit høvdu vónað og roknað við. Spælið hekk ikki nóg væl saman, hvørki í verju ella í álopi. HB legði seg framum, tá ið tað restaði eitt lítið korter. Í fjør varð alt tað, sum Adrian Justinussen nært við, vent til mál og stig og gull. Higartil í ár hevur tað verið meiri striltið, men nú skoraði hann fyrsta málið í ársins landskapping. Lagt varð innfyri úr høgru, og mitt fyri og fimtan metrar úr málinum var pláss hjá vanda­ mikla manninum at snara um seg sjálvan og so at seta bóltin dygst inn við málstólpanum. -Tá ið vit høvdu lagt okkum framum, áttu vit at hildið tørn, men tað megnaðu vit ikki. Teir fluttu Poul Ingason úr mið­ verjuni og fram í álopið. Poul fekk fatur á bóltinum eftir langa sending, og tað eydn­ aðist honum at leggja bóltin fram­um verjuna, har Stefan Rado­savljevic vann tvídystin við okkara málverja, og so var 1-1. Vit iðraðu okkum, men vit mugu staðfesta, at vit høvdu ikki uppiborið betri. Tá eiga vit eisini at minnast til, at TB spælararnir vóru ógvuliga ágrýtn­ir, og í løtum spældu teir væl – bæði í verju og álopi, sigur Ras­mus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB og leggur aftrat: -Tað eru framvegis nógv stig at spæla um, og vit kunnu fram­vegis røkka langt. Men um tað skal eydnast, so skulu aðrir bollar í suppuna, sum tað plagar at verða tikið til. TB hevur skorað seks mál, og Stefan Radosavljevic eigur fýra – eitt í fyrsta umfari, tvey í triðja umfari og eitt í fimta um­fari. -Tað hevði verið stórt vón­ brot, um vit einki stig høvdu vunnið ímóti HB, tí vit stóðu einki aftanfyri mótstøðuliðið, og í seinna hálvleiki vunnu vit okkum til tveir heilt stór­ ar møguleikar, áðrenn HB skor­aði. Eg misnýtti annan av hes­um møguleikunum, og tí­ betur eydnaðist tað at javna. Eingin hevði roknað við okk­ um. Nú hava vit átta stig, og tað kennist í felagnum og í lokala samfelagnum, at fót­bólts­lagið er gott, sigur Stefan Rado­sav­ ljevic. Tað lekur illa í Fuglafirði ÍF – Skála 0-3 Støðutalvan sigur, at tað gongur einki ser­ligt hjá ÍF. Eftir fimm um­før eru upp­flytararnir úr Fuglafirði niðast við einum stigi. Talvan sigur eisini, hvar stóri veikleikin er. ÍF hevur skorað fimm mál, ið er tað sama, sum AB hevur skorað og bara eitt mál færri enn TB, HB og NSÍ hava skorað. Í verjuni stendur nógv verri til. Tað eru trettan mál farin ígjøgnum hjá ÍF. Bara hjá tveimum liðum er talið tveysifrað í málum, sum eru farin ígjøgnum. Hjá AB eru ellivu mál farin ígjøgnum. Higartil eru ongantíð farin færri enn tvey mál ígjøgnum. Tí royndi Hegga Samuelsen seg við nýggjari uppstilling í verjuni ígjár. Liðformaðurin, Jan Ó. Ellingsgaard, varð flutt­ ur úr álopinum og aftur undir liðina á Poul Nolsøe Mikkel­ sen í miðverjuni, og á vong­ verjunum vóru Dávid Lang­ gaard og Dánial Pauli Højgaard. Veikleikin í verjuspælinum hevur verið, at ov nógvir eru ov nógv upptiknir av bóltinum heldur enn av, hvar og hvussu mótstøðumenninir renna og flyta seg, og tað var ikki so nógv frægari ígjár. -Vit eru vónbrotnir og ásanna, at botnstøðið hjá okk­ um er ov lágt. Ímóti KÍ reistu vit okkum í seinna hálv­leiki, og vit skoraðu tvey mál, men tað bar einki stig við sær, tí trý vóru farin ígjøgnum í fyrra hálvleiki. Ímóti Skála var tað eisini frægari í seinna hálvleiki, men tað var torført, tí teir høvdu skorað tvey mál í fyrra hálvleiki. Vit hava ikki mist mótið og arbeiða og rokna við, at tað fer at gleppa, sigur Dánjal á Lakjuni, sum í gjár var fremsti maður hjá ÍF. Pætur Dam Jacobsen stút­ aði til 1-0, eftir at Haraldur R. Høj­gaard hevði lagt innfyri úr høgru, og Heðin Klakstein økti til 2-0, eftir at Ronni Møller-Iversen hevði spælt hann leysan. Tveir minuttir undan leikloki misnýtti Jákup Johan­sen brotsspark, tá ið Petur Meinhard Magnussen bjarg­aði, og í yvirtíðini stútaði FÓTBÓLTUR Í fjør riggaði alt, og nú er tað so ofta, at tað, sum plagdi at koppa HB til fyrimunar, nú koppar mótstøðuliðnum til fyrimunar, meðan alt riggar hjá skálamonnum MEISTARARNIR LEITA EFTIR SÆR SJÁLVUM