Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Føroysku hond­bólts­ menninir tapa 30-19 á útivølli ímóti Ukraina í EM-undankappingini. Hetta er fyrri dystur áðrenn somu lið spæla fáar dagar seinni. Føroysku fót­bólts­ kvinnurnar spæla 1-1-javnleik í venj­ ingar­dysti ímóti Litava. Fyrri dysturin endar við 2-2-javnleiki. Flestu favorittarnir spæla seg víðari úr 1. umfarinum í Løg­mans­ steypinum, men ÍF verður varpað úr eftir 1-0-tap fyri B71. Heimsstjørnan í svimj­ing og trífaldi OL-gull­vinn­ arin, Katinka Hosszu úr Ungarn, er á venj­ingar­ legu í Páls Høll í Vági. Føroysku hond­bólts­ menn­inir eru væl við í seinna dystinum ímóti Ukraina í Royal Arena, men eru óhepnir og tapa 26-27. Meistararnir úr HB snáva og fáa bara 1-1 ímóti TB í Trongisvági. Vík­ ingur-B36 verður avlýst vegna vind, meðan Skála við sigri á ÍF lyftir seg upp á toppin. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Hjørdis Rasmusdóttir Aldur: 20 Yrki: Fótbóltsspælari (ÍF/ Víkingur/B68) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Sonni Larsen og Jeppe Borch 2. 2008 3. Hamar, Sporðdrekin, Ravnur og Hamar 4. 14 5. Skeet og trap 6. 20 7. SÍF og Søljan 8. Torbjørn Grytten 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu eita venjararnir hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti? 2 Hvat ár varð Víkingur sett á stovn? 3 Nevn tvey av teimum fýra kurvabóltsfeløgunum í Føroyum? 4 Hvat nummar er Jóan Símun Edmundsson hjá Arminia Bielefeld? 5 Hvussu eita tær báðar greinarnar í leirdúgvuskjóting? 6 Hvussu nógv mál skeyt toppskjúttin, Adrian Justinussen, í Betrideildini í fjør? 7 Hvussu eita hondbóltsfeløgini í Vágum? 8 Hvussu eitur KÍ-leikarin á myndini? Myndin hesa vikuna: Hvussu riggar nýggja samstarvið ÍF/ Víkingur/B68? - Hóast tað eru trý lið í hesum nýggja samstarvinum, eru vit komin væl burturúr tí. Av tí at vit eru so nógvir leikarar, gevur tað eina góða og sunna kapp­ing ímillum leikararnar. Man verður alvorliga noyddur at kempa um plássini. Vit standa sum eitt lið í hesum sam­starvinum. Hvar venja tit? - Vit venja í Sarpugerði. Hvat metir tú styrkina vera á liðnum hjá tykkum? - Tað, sum eyðkennir okkum, er okkara góða bóltspæl. Tað er ein góð og umráðandi styrki at hava. Okkara styrki er eisini, at vit hava ein góðan arbeiðs­vilja, tá vit eru á vølli­num. Eisini hava vit ein rættu­liga breiðan og góðan hóp, sum gevur okkum góðar møgu­leikar. Metir tú, at tit kunnu spæla við um FM- gullið í ár? - Ja, eg meti bestemt at vit kunnu spæla um FM-gullið í ár. Sum sagt hava vit ein breiðan og góðan hóp, og ein arbeiðs­vilja, sum kann røkka langt. Hvat er málsetningurin hjá tykkum? - Okkari málsetningur er FM og steypafinalan, og vit eru villigar til at arbeiða hart fyri tí. 43 ára gamli Tiger Woods vann sína fyrstu kapping í 11 ár, tá ið hann í gjár vann The Masters í Augusta í USA. Hetta var 15. stóri kappingarsigurin Tiger Woods. Einans Jack Nicklaus hevur vunnið fleiri (18).