mánadagur 15. apríl 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Ein nýggj
vindstøða
Í gjár skuldi fult umfar verða í
landskappingini hjá monnum, men
dysturin í Sarpugerði bleiv avlýstur.
Eg havi tosað við fleir fólk á staðnum,
og tey siga, at fyrr hevur verið spælt
í líknandi líkindum. Men nú er ein
nýggj støða.
Dómarin, Dagfinn Forná, valdi
at útseta dystin. Serliga eru tað
hvirlurnar, sum kunnu órógva spælið.
Bæði Sámal Erik Hentze, venjari hjá
Víkingi, og Jákup á Borg, venjari hjá
B36 sloppu til orðana á FM1.
Meðan tann fyrrnevndi var eitt
sindur verri at lesa av, so var Jákup
á Borg ikki í iva um, at tað er rætt at
avlýsa dystir í slíkum umstøðum.
Meiningarnar kunnu sjálvandi hava
eitt taktiskt element, har Víkingur
møguliga er fysiskt sterkasti, men
sum heild er talan um eina nýggja
støðu.
Í fjør segði eg frá dystinum millum KÍ
og Víking, sum bleiv spældur í ringum
veðrið ein leygardagin. Dagin eftir
var fínt veður og tá vóru tey flestu
samd um, at tað í slíkum førum er
fragari eg útseta dystir, tá vit nú ikki
hava so langt at ferðast í Føroyum.
Tað krevur eitt sindur at útseta ein
dyst, tí tað er eitt stórmaskinarí í
gongd. Alt frá spælarum, dómarum,
hjálparfólkum, áskoðarum og
familjum, ið eru við í fyrireikingini.
Hetta snýr seg tó um fótbólt. Um tað
ikki er spælandi, hví so spæla fótbólt?
At flestu vøllirnir kring landið eru
lagdir mitt í eitt vindhol, tað er so ein
onnur søga!?
Nú er ikki greitt nær dysturin verður
spældur, tá hetta verður skrivað, men
so tíðliga í kappingini er møguligt
at fáa lagt dystin eitt skilagott
tíðspunkt. Hetta kennist eisini sum
ein nýggj støða í føroyskum fótbólti,
har vit eru farin frá at dysturin helst
skal spælast, til at tað skal geva
meining at spæla dystin.
trondur@sosialurin.fo
Heimasíðan, Faroesoccer, og Fótbóltssambandið fara
undir søguligt samstarv um gamlar myndir
Fara nú at savna gamlar
fótbóltsmyndir
Føroyska
fótbóltssíðan,
Faror
soccer.com, sum svnar føroysk fót
bóltshagtøl fer nú eisini at savna
inn myndir. Tað boðar heimasíðan
frá í tíðindaskrivi. Hon hevur
virkað í samstarvið við Fótbólts
sambandið og tað heldur fram.
FSF og FaroeSoccer hava gjørt
eina nýggja stuðulsavtalu fyri
2019,
sum
umframt
vanligan
fíggjarstuðul eisini fevnir um eina
spennandi ætlan um at skráseta
og talgilda gamlar føroyskar fót
bóltsmyndir, skrivar heimasíðan
og leggur afturat:
Fótbóltssamband Føroya hevur
frá fyrsta degi stuðlað stóru verk
ætlanini FaroeSoccer, bæði við
at lata tilfar (dómaraseðlar) og
við beinleiðis fíggjarligum stuðli.
Hetta samstarvið umframt góða
samstarvið við dómararnar hevur
verið
grundarsteinurin
undir
hagtalsvirkseminum hjá Faroe
Soccer.
Men Faroesoccer.com er meira
enn hagtøl. Higartil eru nakað
omanfyri 3 túsund andlitsmyndir
av spælarum, venjarum og dómar
um. FaroeSoccer hevur tó áhuga
fyri øðrum myndum eisini, serliga
eldri liðmyndum í tíðarskeiðnum
1942-2000.
FaroeSoccer fer nú miðvíst undir
at leita upp gamlar fótbóltsmyndir
kring alt landið. Eldri fótbólts
myndir – eisini landsliðsmyndir
– eru í hesum føri fyrst og fremst
myndir frá tíðarskeiðnum 1942-
2000, men uppaftur eldri myndir
hava sjálvsagt eisini áhuga. Høvuð
sendamálið er at fáa tær talgildar,
skrásettar og goymdar trygt fyri
eftirtíðina eitt stað á netinum, har
lættari atgongd er til tær hjá øllum
áhugaðum, skrivar Faroesoccer.
com.
Tað er Marni Mortensen, sum
rekur Faroesoccer.com.
Føroysku telvararnir stóðu seg væl
í øðrum umfari í FM-einstaklinga
kappingini í talvi í gjár. Helgi Dam
Ziska og Hans Kristian Simon
sen vunnu báðir á tveimum av
útlendsku
telvarunum,
skrivar
Talvsambandið í tíðindaskrivi.
Helgi vann á Drazen Dragicevic.
Helgi telvaði væl og vann sann
førandi. Tað var av sonnum stór
meistaratelving.
Hans
Kristian
vann ikki minni sannførandi á
danska stórmeistaranum Carsten
Høi. Stuttligt at síggja. Tá ið Hans
Kristian er í hasum lagnum, er ikki
at vera fyri.
Olaf Berg vann aftur í gjár og
er nú á odda í kappingini saman
við Normunds Miesiz. Olaf telvaði
eisini við hugflogi og kraft og vann
flott á Sjúrði Thorsteinssyni. Carl
Eli Samuelsen mátti í sínum lagi
lúta fyri lettiska stórmeistaranum
Normunds Miesiz, sum hevur verið
ógvuliga sannførandi higartil.
Byrjað verður klokkan 17.00 í
dag. Telvað verður á Finsen í Havn.
Til ber at fylgja við leik fyri leik á
netinum - leinki sæst á heimasíðu
Talvsambandsins: faroechess.com.
trondur@sosialurin.fo
Góður føroyskur dagur
Í triðja umfari í
Landsliðsbólkinum í dag
verður telvað soleiðis:
Miesiz - Helgi
Høi - Carl Eli
Olaf - Hans Kristian
Dragicevic - Sjúrður
Støðan eftir 2. umfør:
Olaf Berg 2 stig
GM Normunds Miesiz 2
GM Helgi Dam Ziska 1½
Hans Kristian Simonsen 1
GM Carsten Høi 1
Carl Eli Samuelsen ½
Drazen Dragicevic 0
Sjúrður Thorsteinsson 0
Talv: