týsdagur 16. apríl 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóan Pauli Joensen
Hvakk ikki sørt við, tá eg herfyri
læs, at tveystjørnaða Michelin
matstova okkara ikki hevði fingið
endurnýggjað loyvið frá Yvirfrið
ingarnevndini til at kunna verða
frammi við Gjónna longur enn til 1.
september.
Yvirfriðingarnevndin skal hava
stóra tøkk fyri ta avgerð, sum
hon tók í fyrstu atløgu, tá KOKS
fekk loyvi at halda til frammi við
Gjónna. Við hesi víðskygdu avgerð
eigur nevndin ein stóran part av
æruni fyri, at KOKS er komið á
hægstu tindarnar.
Tað kann væl verða, at hvørki
ánararnir av KOKS, ella Yvirfrið
ingarnevndin, tá tey góvu KOKS
serloyvi, ímyndaðu sær, at KOKS
frammi við Gjónna fór at gerast ein
rimmar suksess.
Viðhvørt er tað so, at tað henda
stór ting, sum púra taka ein av fót
um og broyta nógv til tað betra.
Tá snýr tað seg um at kenna sína
vitjunartíð og duga at taka ímóti.
KOKS frammi við Gjónna er vorðin
ein sólskinssøga og alt gongur upp
á tað besta.
Tað er ongin orsøk til nú at fara
at ristast á hondunum, tí tann
fyrsta avgerðin var skilagóð og
røtt, og tað er ikki minni skilagott
at leingja loyvi uppaftur longri. Vit
eiga at taka lógvatak um KOKS og
forða fyri, at matstovan kemur at
standa á berajólum, tí tað skal ikki
nógv fantasi til fyri at síggja fyri
sær tær álvarsomu avleiðingarnar
fyri Føroyar, um KOKS má siga alt
frá sær frá 1. september?
Tað eru stór sannlíkindi fyri,
at konseptið KOKS fer í søguna.
Starvsfólkini á KOKS mugu finna
sær okkurt annað, fólk sum hava
bílagt á KOKS fáa ein vátan vøtt,
báðar Michelin stjørnurnar slókna.
Latið tí KOKS sleppa at vera
frammi við Gjónna til matstovan
um skamma stund flytur til eitt
uppaftur betri og blívandi stað.
Eitt væleydnað konsept
Tá tú etur á KOKS, kemur tú fyrst
til leysa hjallin Skerpa, har tú fært
okkurt smávegis gott at eta og
drekka. Síðan verður tú koyrdur í
jeppi fram til Gjónna.
Upplivilsið at koyra eftir hesum
bøkluta og holuta vegi er eitt sjáld
samt upplivilsi í sjálvum sær.
Vegurin er í hvussu so er einki
broyttur. Tað er náttúran sjálv, sum
røkir hann, og neyvan nakar annar.
Í sjálvari matstovuni, har tað er
lágt millum syllarnar og ein fornur
hugni innandura, gloymir tú teg
burtur í einum gastronomiskum
paradísi við perfeksjón.
Matstovan verður í høvuðsheit
um rikin av ungum eldhugaðum
fólki undir 30 ára aldur, sum er ein
kontrast til tað gamla. Tað er impo
nerandi.
Við sínum tveimum Michelin
stjørnum hevur KOKS lyft allar
Føroyar upp til tindar, tá tað um
matstovuvinnu ræður.
KOKS er sum ímynd av Føroy
um, eitt gullnám, sum ríkar okkum
øll. Tað átti at talt nógv hjá einum
matframleiðandi landi sjálvt at
hava eina matstovu við tveimum
Michelin stjørnum, sum borðreiðir
við tí, sum vit hava. Køn høvd hava
roknað út, at við høvd og gørnum
leggja gastroturistarnir, sum koma
til Føroyar at eta á KOKS, yvir 50
milliónir eftir seg, og tað er ikki
púra einki at fáa í umfar í føroyska
samfelagnum.
Kanska er avgerðin hjá Yvirfrið
ingarnevndini bara tikin so hissini,
uttan stórvegis innanhýsis disk
usjón, tí at tíðin fyri fyribilsgóð
kenningini er farin.
Alt veldst um, hvar tú stendur,
eisini tá ein avgerð verður tikin.
Einki stendur í stað, og flytur tú
teg, ber til at síggja so nógv annað,
sum eygað ikki sá við fyrstu atløgu.
Avgerðin
hjá
Yvirfriðingar
nevndini kann koma at blíva til
eina tragisk-komiska Monthy Phy
ton komediu, har alt tað frálíka
konseptið hjá KOKS, sum er kent
og væl umtókt um allan heim, fer
fyri skeyti av einum gomlum skúri,
sum neyvan nakar fyrr hevur gáað
eftir.
Fitti køkurin hjá KOKS fellur
sum er betri inn í pagana landslagið
enn ein gamal avfallin skúrur. Tað
er ikki av ongum, at vit siga eini hús
í fleirtali. Til eini gomul føroysk hús
hoyrdu fleiri hús. Í ringasta føri ber
til at taka køkin niðuraftur og seta
ein skúr uppaftur í sama líki, sum
hann, ið var har frammanundan.
KOKS er ikki ein glíðibreyt
At KOKS er komið so langt, hevur
fingið meg at hugsa um latínska
orðatakið per aspera ad astra, sum
merkir gjøgnum trupulleikar móti
stjørnunum, ella sagt eitt sindur
øðrvísi Non est ad astra mollis e
terris via, sum merkir, at vegurin
frá jørðini til stjørnurnar er ikki
lættur.
Tá KOKS longu nú hevur vunn
ið tvær stjørnur, átti Yvirfriðingar
nevndin at víst sítt stórtøkni eina
tíð afturat og sæð KOKS sum eitt
gullnám í føroyskari mentan, sum
tekur tað gamla við inn í tað nýggja
á ein sera sámiligan hátt.
Eg dugi ikki við mínum besta
viljað at skilja argumentini fyri, at
loyvið ikki kann leingjast eina tíð
afturat. Eg dugi ikki at síggja nakað
lutfall millum friðingaratlitini og
tann týdning, sum KOKS hevur
fingið frammi við Gjónna fyri alt
føroyska samfelagið.
Talan kann neyvan vera um
eina glíðibreyt til ampa fyri
føroyska náttúru ella antikvarisk
áhugamál, tí so ofta kemur tað ikki
at verða, at Michelin stjørnur fara
at skemma føroysku náttúruna ella
gamla føroyska bygningsmentan.
Køkurin - ella steikarhúsið, sum tey
høvdu nevnt tað fyrr, fer neyvan at
hava við sær, at tað brádliga skuldi
komið at standa eitt Hilton hotell
við Hviltkinnavatn, men um tað
kom upp á tal, vildi eg verðið tann
fyrsti at mótmælt.
Eins og kirkjubømúrurin er ein
minnisvarði frá miðøldini er KOKS
ein varði í 21. øld, men enn er ov
tíðliga at gera KOKS til ein minn
isvarða.
KOKS er ein sólskinssøga
Matstovan KOKS er ein sólskins
søga, sum kann sammetast við, at
føroyska fótbóltslandsliðið spældi
seg til endaleikirnar í EM ella VM.
KOKS er komin av einum miðvís
um áhaldandi framtaki, ið hevur
ført á mál.
Matstovan hevur í dag heilar
tvær Michelin stjørnur. Ísland við
sínum mongu frálíku matstovum
hevði eina Michelin stjørnu, men
misti hana tíverri um somu tíð, sum
Føroyar fingu eina afturat.
Tað vóru tey fólk, sum vóru
sterk í trúnni uppá, at Føroyar
høvdu eina framtíð sum eitt gas
tronomiskt land, eru tey nevnd,
eru tey kend.
Í 2011 var komið so langt, at før
oyskar matstovur vórðu umrøddar
í Den Danske Spiseguide. Tað var
sama ár, sum KOKS sá dagsins ljós
á Hotell Føroyum.
Leif Sørensen og Karen Visth
vórðu frammanundan sett í starv,
og Poul Andrias Ziska kom í læru.
Tey bæði Poul Andrias Ziska og
vínkennarin Karen Visth mynda
í dag saman við sínum dugnaligu
starvsfólkum matstovuna frammi
við Gjónna.
Einglarnir fara at syngja
KOKS samstarvar við frálíkar veit
arar av allari fyrsta floks føroyskari
rávøru: fiski, seyðakjøti, fugli, har
um, hummarum, kræklingum, øð
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
KOKS – per as
gjøgnum trupulleik
Jóan Pauli Joensen hugleiðir um KOKS frammi við Gjónna, sum myndugleikarnir nú sýnast at tveita á
dyr. Millum bleikjur, seyð og heiðafugl hevur KOKS sameinað føroyska náttúru og nýskapandi føroyska
matmentan til eitt søguligt nýbrot í føroyskari mentan. Tað stendur ikki á at fáa matglað fólk til KOKS. Latið
KOKS sleppa at vera frammi við Gjónna til matstovan um skamma stund flytur til eitt betri og blívandi stað
Úthúsið, sum er sett í stand at hýsa køkinum. Síðani myndin varð tikin er eisini flag lagt at tekjuna