Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45 um, igulkerum og tara, umframt rót­um og øðrum grønmeti, sum veksur her á landi og teimum et­ andi urtum, sum grógva í bø og haga. KOKS hevur í roynd og veru umsett føroyska náttúru og før­ oyskt jørðildið til mat og mat­ment­ an á hægsta gastronomiska stigi, sum "fær einglarnar at syngja", sum ein matglaður landsmaður lýddi mær í oyra herfyri. Tað kom mær ikki til hugs, tá eg í august í 1963 kom sum læra­ra­vik­ar­ ur til Gásadals, at tann mairót, sum Sørin Árnastein beyð mær í túni­ num, seinni skuldi koma at verða ein del­i­ka­tessa á matstovuni KOKS. Hin­vegin minnist eg enn, hvussu væl tann rótin smakkaði. Góð marknaðarføring Við hjálp frá góðum fólki eydnaðist tað í 2012 at fáa givið út glæsiligu bókina um KOKS við føroyskum og enskum teksti og fantastiskum fotomyndum. Ein sera skilagóður leikur í hesum talvi, ið fekk uppaftur fleiri fólk at festa eyguni á KOKS. KOKS kom ikki bert at vera árs­ ins mat­stova í Danmark, men bókin um KOKS varð eisini kosin sum WORLD BEST SCANDINAVIAN COOK BOOK av Gourmand i 2016. Tað var genialt at flyta KOKS út úr Hotell Føroyum. Fyrst til Kirkj­ u­bø­ar og eftir eini tíð har, í gomlu hús­ini frammi við Gjónna í 2017, burt­ur frá alfara vegi og í einum frí­ um og vøkrum nátturuumhvørvi. Tað, sum ikki var áðrenn, tað kom nú á hesum pastoralu leið­um, sum Kim Simonsen vildi havt sagt, millum sílafiskarar og ferð­andi laksar, sum eins og gastr­o­tur­ist­ar­ nir javnan vitja bleikjurnar í Leyn­ a­vatni. Næstbesta matstova í danska kongaríkinum Tað stendur ikki á at fáa fólk úr øll­ um heimunum til teir 26 stól­ar­nar undir loftunum í teirri lágu lon­ini frammi við Gjónna, sum ikki bert er um­rødd sum The World’s most rem­ote food destination, men eis­ ini sum ein matstova heilt fyri seg í heims­klassa. Í seinastu útgávuni av tí sera tign­ar­liga White Guide rang­er­ar KOKS sum nr. 2 í danska kong­ a­rík­i­num, beint aftan á Noma og framman fyri Geranium, sum hevur tríggjar Michelin stjørnur. Í eini aðrari meting herfyri varð KOKS mett at vera nr. 28 millum tær 66 bestu matstovurnar í Norð­ ur­lond­um. Í 2017 fekk KOKS sína fyrstu Michelin stjørnu og í ár ta næstu. Hvør kundi fyri fáum árum síð­ani í sínum villasta fantasi í­ mynd­að sær, at tað har við Leyn­ a­vatn, millum seyð, seyð­a­sparl og heiðafugl, og tað, at ein ar­beiðs­ skúr­ur hjá seyð­a­monn­u­num varð um­gjørd­ur til ein køk, skuldi koma at verða ein tann kend­asta mat­ stov­an í heiminum. Ella sum onkur ung­ur vildi sagt, "tað er púra vilt". Lokomotivið dregur Tað kostar at gera mat á matstovum í tí klassa sum KOKS er komin í, og prísurin er har eftir. Pláss skal bí­ leggj­ast mánaðir frammanundan, tí matglaðir gastroturistar eru úti um seg í sera góðari tíð. Hinvegin ber eisini til at siga, at tað hoyrir til góð­an føroyskan fólkaskikk at verða blíð við gestir og lata teir fáa tað besta. At teir so eisini fáa eitt nátt­úr­u­upplivilsi og eina kenslu av at koma inn í sjálvt tað føroyska hjartað, er eitt bonus afturat. Tað ber eisini til at gleða okk­ um yvir, at KOKS er vorið tað lok­o­motiv, sum dregur alla ta før­ oyska matstovuvinnuna aftan á sær, tí eftir stuttari tíð, eru tað her í landinum komnar mangar aðr­ar frálíkar matstovur. Flestu teirra eru eisini munandi lættari at koma til enn KOKS. Tá tað regnar á prest­ in, dryppar tað á deknin. At frøðast um tað stóra Sjálvt um flest okkara ikki javn­an hava møguleika at sita til borðs frammi við Gjónna, lýsir stjørn­u­ glans­urin frá KOKS á okkum øll. Tað vildi verið sera smáligt, um vit ikki kunnu frøast og síggja tað stóra í tí, sum KOKS er fyri okkum øll og standa saman um KOKS. Eg haldi ikki, at Yvir­frið­ing­ar­ nevnd­in í hesum sambandi við síni sein­astu avgerð hevur tikið øll tey heild­ar­atlit, sum eiga at vera tikin, men tað letur seg væl gera enn, tí fólk­ini, sum har sita, eru skilafólk. Latið tað ikki standa eftir, at vit ein­a­ferð høvdu eina heimskenda mat­stovu, sum hvarv sum døgg fyri sól, tí myndugleikarnir mettu, at ein gamal skúrur til kraftfóður hevði størri samfelagsligan og søg­ u­lig­an týdning. Latið tað heldur standa eftir, at fólk um hundrað ár minnast, at frammi við Gjónna lá einaferð ein heims­kend matstova. Matstovan var eitt úrslit av víðskygdum og djørv­um samstarvi millum eina Yv­ir­frið­ing­ar­nevnd og ánararnar av KOKS. Kanska verður tað júst køk­ur­in, einasta beinleiðis mat­er­ ia­l­i­se­ring á staðnum av KOKS, sum kemur at verða tað mest varð­veit­ ing­ar­verda, tá tann tíð kemur. spera ad astra kar móti stjørnunum Jóan Pauli Joensen fólkalívsfrøðingur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks sæst her við portrið inn til matstovuna Koks framm við Gjónna Í túninum uttan fyri húsini frammi við Gjónna, sum fram til 1. september hýsa Koks Innan verður tú førdur aftur í farnar øldir í hugnaligu húsunum