Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Frants Jensen Ár um ár, í 2016 og 2017, vórðu tey ársins stjørnu­ skot í svimjing, systkini Rókur og Rebekka. Tey hava hópin av heiðurs­ merkjum frá svimji­kapp­ ing­um, og tíðirnar verða betri og betri. Fyri tveimum vikum síðani setti Rókur nýtt før­oyskt met í 50 metrar frí - eitt met sum navn­ frami Pál Joensen hevur havt í 10 ár. Venjingin stýrir Fyri at náa øllum hesum málunum, krevst ein hørð og málrættað venjing. Og ikki minst ein stuðlandi familja. - Vit vilja fegin stuðla okkara børnum í tí, sum tey hava áhuga fyri og ynskja at gera. Tey tíma so væl svimjingina, og tað ein sjálvfylgja, at vit stuðla og innrætta okk­ um eftir tí, sigur June, mamma Rók og Rebekku. G e r a n d i s d a g u r i n byrjar tíðliga í heiminum Mill­um Svalir í Leirvík. Klokk­an 4:50 fara Rókur og Rebekka upp og koyra til Klaksvíkar, har venjingin í svimji­felag­ num Ægir byrjar klokkan 5:45. Tey venja ein góðan tíma, fara so heim og gera seg klár at fara í skúla. Eftir skúlatíð er styrki­ venjing í Íðka í Klaksvík, áðrenn aftur verður farið í hylin. Vanliga eru tey ikki heima fyrr enn eftir klokkan 20 á kvøldi, tá ið tey eta døgurða. Nógv tíð er ikki til skúla­ting, vinir og annað frítíðar­virksemi, tí klokk­ an 22 á kvøldi eru tey vanliga farin í song. Koyrt børnini til venjing í 15 ár Síðani Rókur fylti 18 í fjør og fekk koyrikoyrt, hava hann og systurin koyrt sjálvi til Klaksvíkar til venj­ingar. Men áðrenn tað, vóru tað foreldrini, ið koyrdu. - Vit hava koyrt í nógv ár, tí elsta dóttirin, Eva, sum nú er 22, hevur eisini svomið. Síðani eru hini børn­ini farin at svimja, so vit hava hildið á. Haldi at vit hava gjørt hetta í skjótt 15 ár, sigur June. Yngsta dóttirin, 10 ára gamla Róa, hevur eisi­ ni svomið eina tíð, so innrættingin av familju­ lívi­num blandað við svimj­ing fer helst at halda á fleiri ár fram í tíðina. Børnini hava sjálvi valt svimjingina Men hvussu ber tað til, at svimjingin kom at fylla so nógv hjá øllum børn­ unum. Foreldrini siga, at tað eru ikki teirra genir. - Tá ið eg var smágenta, svam eg við Reka, sum svimjifelagið í Leirvík, tá at. Men eg var ikki við í kappingum, sigur June Jónsveinsdóttir. - Eg havi ikki svomið, so tey hava tað ikki frá mær. Eg spældi fótbólti og var málmaður hjá GÍ í nøkur ár og eitt ár í NSÍ, sigur Trygvi Jóhanson. – Vit hava ikki trýst tey nakran ávísan veg. Vit hava heldur stuðlað teim­um í tí, tey hava ynskt at gjørt, sigur June. Eva er steðgað við svimjing Øll børnini hava verið virkin í ymiskum ítrótti og øðrum frí­tíðar­virk­semi. - Tá ið Eva var lítil, var hon við í fótbólti, svimj­ ing og fimleiki. Men sum hon vaks til, so var tað svimj­ingin, sum henni dámdi best. Hon svam fyrst í Reysti í Leirvík. Hyl­urin er bara góðar 16 metrar, og tá ið hon varð størri, so fór hon til Ægir í Klaksvík at svimja, har hylurin er 25 metrar. Síðani tá hava vit koyrt, sigur June. Tað gekk væl hjá Evu í svimjingini. Hørð venj­ ing og góður stuðul frá familjuni gjørdi, at hon náddi langt. Hon setti før­ oyskt met og fekk fleiri heiðursmerki. Eva fekk trupulleikar í økslini og svimur ikki so GERANDIS­ DAGURIN VERÐUR INN­ RÆTTAÐUR EFTIR SVIMJINGINI Svimjingin setir dagsskránna hjá leirvíksfamiljuni June og Trygva og teirra fýra børnum. Øll børnini svimja, og tvey av børnunum eru millum bestu svimjararnir í landinum. Í summar fer øll familjan til oyggjaleikir á Gibraltar. Familjulívið má innrættast eftir svimjingini Rókur Trygvason saman við venjaranum Juan Jaime Arroyo Toledo úr Meksiko Mynd: Símun á Høvdanum Tey tíma so væl svimjingina, og tað ein sjálvfylgja, at vit stuðla og innrætta okkum eftir tí