týsdagur 16. apríl 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45
TÍÐINDI
nógv longur. Hon hevur
verið svimjivenjari, men
er tó ikki í løtuni.
Rókur venur 21
tímar um vikuna
Sum smádrongur spældi
Rókur nógv fótbólt. Tað
var tó eisini svimjingin,
sum
hevði
hansara
størsta áhuga, og so var
fótbólturin valdur frá.
Hann fór eisini til
Klaksvíkar at svimja, og í
dag venur hann 21 tímar
um vikuna.
- Vit svimja 17 tímar
um vikuna og 5 tímar eru
styrkivenjingar,
sigur
Rókur.
Vant verður frá mána
degi til leygardag, sunnu
dag er frí. Kappingar eru
javnan, og tá verður ofta
eisini svomið sunnudag.
Tað hevur gingið væl
hjá Róki. Hann hevur
betra
um
sínar
tíðir
ár eftir ár, og heiðurs
merkini eru raplað inn.
Í dag er ikki so nógv
annað
frítíðarvirksemi
enn svimjingin hjá 18 ára
gamla Róki.
- Eg havi vinir, ið eisini
svimja. So eru tað skúla
ting, og eg geri eisini
okkurt annað, millum
annað eri eg onkran bil
túr við hvørt, og eg eri í
bíbliubólki
aðruhvørja
viku og onkuntíð miki eg
í missiónshúsinum, sigur
Rókur.
Rebekka svimur
nógv, men hevur
eisini vinkonur
Rebekka var eisini virkin í
nógvum frítíðarvirksemi
sum smágenta. Tað var
fimleikur,
svimjing,
skótar
og
fótbóltur.
Men eins og hjá hinum
systkjunum, so varð tað
eisini svimjingin, ið hon
valdi fram um annað.
Hon koyrir nú saman
við beiggjanum til Klaks
víkar at venja og venur 21
tímar um vikuna eins og
beiggin.
- Tey bæði eru sum
lív og ein sál og stuðla
hvørjum øðrum allatíð
ina. Rókur ei eisini ein
stórur stuðul hjá Re
bekku, tá ið tey bæði fara
uttanlands, sigur June.
Rebekka er bringu
svimjari eins og systurin
Eva.
– Eg havi betri tíð í 50
metur
bringusvimjing
enn Rebekka. Eg havi
34,18 sekund, men hon
hevur 34,19 sekund, sigur
Eva og argar.
Svimjifamiljan í Leirvík er savnað heima. Frá vinstru: Trygvi Jóhanson, Róa Trygvadóttir, June Jónsveinsdóttir, Maja Evudóttir, Eva Trygvadóttir, Rókur Trygvason og Rebekka Trygvadóttir
Mynd: Álvur Haraldsen
Rókur Trygvason hevur vunnið. Foreldrini Trygvi og June eru aftanfyri
Mynd: Símun á Høvdanum