Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Nøkur minningarorð um: Johan Martin Restorff 6. desember 1939 – 19. februar 2019. Tú sást hann tíðum standa framm­ an fyri Hotel Hafnia og taka ímóti gestum. Heilsaði líka blídliga upp á tey, sum fóru framvið, meðan hann vina­liga og virðiliga tók ímóti bæði komandi nýggjum og fyrr­ver­andi gestum. Tók hond í viðførið og hevði ofta eina vinsama viðmerking ella skemtiliga søgu, sum var hóskandi til tey fáu fetini av gongubreytini og inn til móttøkudiskin. So gjøgnumførdur og tjekkaður og hevði eitt so ótrúligt minni. Hann kendi eina ovurhonds fjøld av fólki um lond, fyri ikki at tala um fólk í Havn og um landið alt. Sum gløggi lesarin longu hevur gitt, var hesin hjálpsami maðurin hotelstjórin sjálvur, Johan Restorff, sum soleiðis tóktist at kenna øll - og tey hann – og sum eisini kom til sjóndar, táið yvir 900 fólk fylgdu honum til gravar í salinum. Har hann hevði havt sína dagligu gongd alt lívið. Og sat tú av og á har í nánd av honum, so kundi tú njóta hansara tryggu og breiðu bass rødd. Sum hann ikki hevði frá fremmandum. Kristnastova Tað var Petur W. Háberg (1914- 1984), sum var við í eini nevnd, ið skuldi útvega eitt felagshøli til før­ oy­ingar í Kjøpinhavn, har ið lands­ menn og kvinnur kundu koma saman til ymsar hentar heimligar hendingar og endamál. Útvarpið bar tíðindi frá hesi ætlan og fagnaði átakinum. Men hetta vælmeinta felags avrikið bar tíverri onkursvegna ikki á mál og fánaði burtur. Síðani kom hugsjónarmaðurin, Pet­ur, við einum øðrum hugskoti um, at samkomur kring landið skuldu ogna sær eitt høli við ser­ støk­um sosialum/kristiligum inni­ haldi og stavnhaldi, har ið ein hurð var opin, sum øll kundu leita til í tørvi. Hugsað varð fyrst um tey ungu, sum úr Føroyum fóru til Danmarkar at leita upp kunnleika ella arbeiði í styttri ella longri tíð. Eitt tiltrongt vað og heimligt tilhaldsstað at vitja í meldrinum í stór­staðnum, sum tá - eins og nú - kundi virka sum ein hvøkkur fyri mong, sum so nýliga vóru farin heim­an frá mammu síni. Hetta var í teim tíðum, tá flog­ sam­bandið var avmarkað, og far­ leið­in í mestan mun var sjóvegis mill­um londini. Petur nýtti sítt kristiliga tíðarrit “Lív og Læra” til at lýsa upp um ætl­ an­ina og at tala fyri sakini. Blaðið hevur sum so ikki havt sín líka í land­inum – hvørki áður ella síðani. Eitt enda raðhús varð tí keypt á Oxford allé 3 í 1974 til endamálið og seinni tann ljósi bygningurin á Birmavej 36, á Amager, í 1979. Johan Restorff var frá fyrsta degi av við í nevndini fyri stovnin “Kristna­stova” saman við monnum sum John Høj úr Klaksvík, Knúti Há­berg, Hákuni Marstein o. ø. úr Havn - kanska tí varð eisini tikið so væl undir við tiltakinum. Ættin Johan var maður, sum breyt upp úr nýggj­um, og ikki sørt átøkur lang­ abbanum í evnum og útsjónd, Mart­ in Christian Restorff (1816-1897), “Gamli Restorff” nevndur. Hesin var nær í slekt við tann kenda sjónleikaran Poul Reumert. Og William Heinesen eisini, sum skemti­liga lýsir henda sama lang­ abba sín soleiðis: “Om denne Alladin af en fløjt­ ende bagersvend, der nød ry for sit bramfri sindelag og sin almindelige rundhåndethed såvel for sin drast­ iske sproglige opfindsomhed, flor­ er­er endnu idag mange anekdoter”. Skemtari var Johan og lítillátin við, sum táið m. o. Ebba Hentze ynskti honum til lukku við ridd­ara­ kross­inum og legði hetta afturat: “Tú, Johan, hevur - um nakar - uppi­ borið at verða heiðraður fyri títt virk­semi!”. Tá skakaði Johan høvd­ in­um eitt vet og segði bara, sum so ótelj­andi ferðir hvønn dag í árinum: “Takk, takk.” Hotelstjórastarvið At vera hotelstjóri er framúr krevj­ andi. At fylgja við í øllum og fáa øll at kenna seg væl, frá leiðslu til hvussu alt varð hagreitt og borðreitt - frá storknaðum grýtum til tor­ greidd­an rakstur - bókhald og inn­ búgv, umsjón við starvsfólkum og gest­unum - ikki minst. Men sjálvt við hesi nærverandi, av­markaðu og sorgblíðu minn­ing­ ar­orðini ber tó illa til at hugsa um mann­in, Johan Restorff, uttan at koma aftur í betri lag. Her er ein søga frá honum úr minnisritinum, “Hotel Hafnia 50 ár”: “Ár 1968, reseptiónin var á 1. hædd, flogrutan var komin. Og ein gest­ur kemur inn, sum hevði fuktað góm­an í meira lagi og “stýrdi við ár”; men hann vinnur tó upp trapp­ur­n­ ar, sleppur viðførinum, sessast og sovnar. Johan roynir at fáa lív í mannin, men uttan útslit - annað enn eitt puff – so púra kallass! Men ikki ber til at hava ein av­ dotn­an sovandi har, sum gestir gingu framvið til matstovuna o.a. Løg­reglan varð tí boðsend, og teir fóru við manninum. Fyrrapartin, dagin eftir, er mað­ ur­in aftur á Hafnia. Hann skrivar seg inn, meðan hann sigur fram fyri seg, so at onnur hoyra tað: “Noy, nú flyti eg inn á Hafnia! Eg finni meg ikki í, at hotellið, har eg plagi at gista á, sendir boð eftir pol­ it­inum, sum setur meg í geglið. Nú skifti eg hotell!” Hesin stamgestur vitjaði Hafnia í minst 15 ár eftir hetta. “Og hevði hann bara ánað, hvør ið tað var, sum koyrdi hann í geglið”, plagdi ein brosandi Johan at siga frá. Skjótt varð – Sum ung niðri í Danmark funnu Esther og Johan saman og giftust har. Eitt fyrimyndarligt hjúnalag. So hendingaríkt og virki. Hon er úr tí hendinga opna og blíða heiminum í Fuglafirði, hjá Trinu-Fíu og Max, har ið øll, ung sum eldri, kendu seg vælkomnan. Men soleiðis skuldi tað ikki verða longur. “Alt hevur jú tíð sína”. Eftir at hava hildið diamant­ brúd­leyp (60 ár) við mongum góð­ ynskj­um og heilsanum um lond sjálv­an vallentinsdagin, tann 14. febr­uar, vóru boðini eftir honum bara hesar fáu dagar seinni - suðuri á sólskinsoynni, Tenerifa, har tey ofta plagdu at vitja – sær til hvíld og væl­veru. Ein kemur ikki meir at hoyra hansara vælkendu rødd í telefonini: “ Hallo, hallo - alt vell?” Síðani stutt og greitt, hvat ið málið snúði seg um, og helst við onkrari niðurstøðu, og so at enda: “Heilsa!”. Ein sannur vinur er farin, hann visti hvagar hann fór, og friður veri við minninum um Johan Restorff. Arnstein Niclasen Kaj Eli Blábjørg áttati ár 27. apríl Ikki sæst á Kaj Eli, at hann fer um tey áttati árini. Hann hevur altíð verið íðin og arbeiðssamur í tí dag­ liga lívinum. Hann er sonur Karin og Elias Joensen. Elias var kall­aður Elias á Skipanesi. Karin var dóttir Líggjas við Gjógvará og Kathr­inu, sum var úr Toftum í Fugla­firði. Kaj Eli er giftur við Mariu Olsen av Hellunum. Foreldur hennara vóru Simona og Johan Marius Ol­ sen. Børnini eru Líggjas, Jóhan, Kári og Simona. Kaj Eli er vaksin upp í Gjógv­ar­ átúni, dygst við Sandin. Her var gott at vera og dagliga seta síni spor í sandin, so inngrógvin henda verð gjørdist í sál og sinni á hon­um. Líggjas Abbi Kaj Eli, Líggjas, var ein sera góð­ur útróðrarmaður. Tá ið teir vóru við snøri , og loddið varð kastað, segði Líggjas: Jesus, lat tú okk­um fáa tað, tú tilætlar okkum. Hetta var ofta norðuri í fjørðinum, t. d. út fyri Nevinum, Kirkjugjógv og Nasa. Har fingu teir einaferð, með­ an Kaj Eli var smádrongur, ein stór­ an kalva, har tað rann tvær ferðir út, meðan kalvin var á. Triðju ferð, ið drigið varð, kom hann inn um stokk­in. Pápi Líggjas, Andreas, fórst við áttamannafarinum Falkinum 1879 í Andøvsíðuni á handislferð innan úr Bø. 9 mans sjólótust. Tá var Líggjas 5 ár, og 8 ára gamal var hann fyrstu ferð við snøri við einum átta­ manna­fari. 12 ára gamal fekk hann fast­an sess, og 18 ára gamal bleiv hann formaður. Kaj Eli til sjós Tað er eins og Líggjas er ein fyri­ mynd hjá Kaj Eli. Kaj Eli fór onkran túr til útróðrar við Norðheim, sum mammubeiggi hansara, Jacob Blá­ bjørg, átti. Arbeiddi sild á kaiini, ørindadrongur hjá Pidda(S.P.P. eftf.) í 2 ár til 1957. Meðan hann er hjá Pidda, fer hann við Støðini, sum Kjølbro átti, við kalvalínu í summar- frítíðini. Emil Toftergaard var for­ maður. Summarfrítíðin var 12 dagar, og túrurin vardi í 8 dagar. Somu­leið­ is var hann við útróðrarbátinum Roynd­ini, sum Jens hjá Lítla Eliasi førdi, og Kjølbro átti. Við hesum báti var hann í januar og febr. 1957. Tá ið komið varð til mars, fór hann við Bearnaise, ið var ein trýmastrað skonnart, sum bleiv umbygd. Var við henni líka út í 1958. Anton Jo­ hannesen á Strondum var skipari. Roynt varð undir ìslandi, Grønlandi og Før­oyum. Hon hevði verið ein trý­mastrað skonnart, men varð um­ bygd 1957. Hon hevði fingið brúgv, tá ið Kaj Eli fór við. 1959 var Kaj Eli við Gulldrangi, har Meinhard Jacobsen var skipari. Fyrsta januar 1960 fór hann við Ólavi Halga – 3 ísfiskatúrar undir Ís­ landi og ein saltfiskatúr undir Grøn­landi. Kaj Eli fór á háskúlan í Haslev 1960/61 og síðani til Tovqussaq í Grøn­landi at rógva út 62/63. Andre­ as hjá Líggjasi átti ein seksæring, ið æt Kathrin.Við honum varð róð út úr Tovqussaq og eisini undir Før­oy­ um. Hann róði eisini út í Tovqussaq við Tjørnunesi, sum George Jacob­ sen í Havnini átti. 1963 keypti Kaj Eli motorbátin Erik frá Pidda. Kaj Eli var ofta í sínum yngri ár­ um á Galvinum og dyrgdi við Líggj­ asi, Petur Hans á Mið­stovu­geil­ini og Mortan á Geilini. Hetta var við árabáti, og settu teir segl, tá ið góð­ ur byrur var. Ikki so sjáldan varð seið­urin seldur t. d. heimi á Sand­ inum. Smáseiðurin fór fyri 10 oyru og stórseiðurin fyri 20 oyru. Býtt varð javnt millum teir, ið vóru við. Erik Tá ið Kaj Eli hevði keypt Erik, fór hann at rógva út undir Føroyum. Kaj Eli var formaður, og Solberg hjá Niklasi var við. Hann hevði róð út við Eriki í fleiri ár, áðrenn Kaj Eli keypti bátin. Kaj Eli gav honum for­ mans­part. Hetta líkaði ikki Solbergi. Sol­berg segði: Gevur tú mær for­ mans­part, so komi eg ikki við aftur. Sol­berg var góður í ráðum. Alex­ andur Christiansen, Alexandur hjá Sig­valdi, var formaður á bátinum. Mor­brøðurnir vóru góðir stuðlar - Sofus, Jakku(Blábjørg) og Andreas. Róðu mest út á Norðhavinum og engdu í Stórhúskjallaranum í byrj­ an­ini. Egnarar vóru teir gomlu menn­inir í bygdini. Talið av stamp­ um var um leið 30. Agnið var nøku­ lunda tað sama, sum tað er í dag. Gogga, sild og høgguslokkur. Tað var ójavnt við fiskiskapinum, eins og tað er í dag. Báturin hevði ein bolindamotor við gløðiheysi, men skift var til Perk­ins disel. Keyptir vórðu tveir av slík­um slag úr einum bjargingarbáti í Dan­mark. Seinast varð ein Rolls – Royce motorur settur í bátin. Hes­ um tók Sofus sær av. Hann hevði av­bera góðar hendur til slíkt ar­