Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45 KJAK Okkara skriftmál Heri Mohr Í Sosialinum, um vikuskiftið 29-3- 2019, lósu vit eitt lesarabræv ”Føroyamálsdeildins fake old news,” sum Ole Wich hevur skrivað. Í Sprotanum merkir fake: fals, svik, fupp. Av hesum lesarabrævi fram­ gongur m.a., at V. U. Hamm­ers­ haimb ”har kun en mikroskopisk an­del i udviklingen af det færøske skrift­sprog”…. Hetta gevur orsøk til fylgjandi viðmerkingar: Í MDCCCCXXIV [1924] gav Fel­ agið Varðin út bókina J. C. Svabo Før­oyaferðin 1781-1782, og 26. janu­ ar 1941 helt M. A. Jacobsen røðu við úrskurði úr nevndu bók á ung­ manna­stevnu Merkisins um Jens Christian Svabo: Um Svabos orðabókarhandrit. “Meðan Svabo las í Keyp­ manna­havn í 1770´unum, gjørdi hann útkast sítt til eina før­oyska-danska-latínska orða­bók. H. C. Lyngbye sigur, at Svabo skrivaði eitt eintak til kong, eitt til drottningina, tvey til prinsarnar, eitt til Suhm, eitt til Erichsen og eitt til Lange­bæk. Av hesum sjey orðabóka­rav­ skrift­unum kenna vit fimm: tær fýra eru á Kgl. Bókasavninum í Keyp­mannahavn, og eitt á Há­ skúla­savninum í Jena [býur í Týsk­landi við universiteti]. Hesi hand­rit innihalda rúmliga 5300 før­oysk orð. Tað seinasta og størsta orða­ bókarhandritið gjørdi Svabo á gamla­mannaaldrinum í Føroyum. Tað inniheldur o.u. 7500 orð og verð­ur goymt á Há­skúla­bóka­ savn­inum í Keypmannahavn.” Um Svabos kvæðahandrit. ”Í formálinum til ta orðabóka­rav­ skriftina, sum er dagfest 11. juni 1773, [skyldmaðurin V. U. Hamm­ ershaimb er føddur 1819] skrivar Svabo til Suhm, at hann fegin vil – tá ið til ber – senda honum før­ oysk­ar kvæðauppskriftir sum dømi um gamlan skaldskap. Á Kgl. Bóka­savninum er til eitt lítið kvæða­handrit eftir Svabo. Tað inniheldur 3 kvæði, og vit vita, at Suhm hevur átt handritið. Á tittul­ blaðn­um stendur ”I. Hefte,” og kvæðini, sum eisini eru í tí stóra kvæða­handritinum (frá 1780´un­ um), finnast her í einum øðrum sniði. Chr. Matras hevur ávíst, at hetta kvæðauppskriftið er frá 1770´unum, og at hetta prógvar, at Svabo longu tá er farin undir at skriva kvæði upp. Hetta lítla hand­ ritið er tí elsta goymda uppskrift av føroyskum kvæðum. Men tað er fyrst á føroyaferð síni 1781-82, at Svabo fær høvi at skriva kvæði upp eftir livandi manna­søgn…… Tá ið hann var afturkomin til Keyp­mannahavnar, skrivaði hann eftir uppskriftum sínum kvæðini í trý stór og prýðilig bind. Hetta er tað einasta bókaverkið, sum tað eydn­aðist honum at leggja fullfíggjað úr hondum. Jón Erich­ sen fekk krúnprinsin at keypa handritið til Kgl. Bókasavnið. Kvæðahandrit Svabos eru tey fyrstu skrift í nýggjari tíð við sam­ an­hangandi teksti á føroysk­um máli.” Um Svabos ”Indberetninger.” ”Hetta handritið er eitt av høv­uðs­ bóka­verkunum um Føroyar. Og tó at aðrir hava drigið nýtslu av tí, t.d. Landt, er tað kortini enn aðal­ verkið, sum øll mugu leita til, ið vilja kanna føroysk viðurskifti. Handritið er í 7 bindum. Vit vita, at til hava verið tvey eyka­ bind, men tey eru burtur nú.” Í Gyldendal Den Store lesa vit um Jens Chr. Svabo: ”Hans ordbog Dict­ionarium Færoense I-II, Chr. Matras 1966-70 og hans vise­saml­ ing­er danner indledningen, ikke alene til studiet af det færøske sprog og digtning, men også til det fær­øske åndsliv i nutiden.” 200 ára føðingardagur V. U. Hamm­ershaimbs 25. mars 2019 varð hildin av Føroyamálsdeildini í Kongshøll, men greinskrivarin Ole Wich vil vera við, at Føroya­ málsdeildin átti í góðari tíð at frá­ boða sannleikan um upprunan av okk­ara skriftmáli, ”således at alle havde mulighed for IKKE at dumme sig for åbent tæppe – også kult­urminister Hanna Jensen.” ”10. apríl 1800 skrivaði Svabo bøn­arbræv til ríkisstýrið og biður um neyðturviliga hjálp at sleppa heim fyri. Umsóknin varð játtað, og á sumri 1800 kom Svabo aftur til Føroya at vera við alla. Tá hevði hann verið burturi í 35 ár. Tað kann av sonnum sigast, at lagnan varð Svabo ómild og tung at bera. Ellisár síni livdi Svabo í Havn. Her livdi systir hansara, Armgard Maria, sum var gift við fútanum Venceslaus Hammershaimb. Vit vita, at Svabo leigaði rúm í Pætur­ sa­rstovu, í ovaru helvtini, men tey sein­astu árini, hann livdi, mann hann helst hava búð í Nýggju­ stovu, sum Hammers­haimbs­fólk­ ini áttu. Ein lítlan fátækrastyrk fekk hann frá ríkisstýrinum. Men tó at Svabo var so illa fyri­ kom­in av sjúku og fátækadømi, gavst hann ikki við vísindaliga starvi sínum…. Á gamalsaldri – tá var hann far­ in av sjeytiárunum – fekk hann at síggja, at lærdir menn góvu sær far um føroyskt mál og føroyskan skald­skap, og sjálvur átti hann part í hesum. Men høvuðsverk hans­ara vóru gloymd, tí tey lógu óprentað í goymslum í Keyp­ manna­havn. Hetta prógvar, at Svabo, sum livdi meginpartin av lívi sínum í mótburði og neyðar­ kor­um, ongantíð gavst, men helt á við arbeiði sínum til deyðadags.” Vit vita, at J. C. Svabo er føddur 1746, men føðingardagurin tykist at vera gloymdur. Hann doyði 14. februar 1824. Í ár eru sostatt liðin 195 ár, síðani Svabo doyði og varð jarðaður í Havn. Hetta átti at verið markerað, eitt nú í skúlunum við livandi upplýsingum um flog­ vitið og úrmælingin Jens Christi­ an Svabo, sum ikki legði frá sær hó­ast áhaldandi píndur av fá­ tæka­dømi og sjúku. Nær verður okkara Mentun­ar­ grunn­ur, Tórshavnar býráð og Lands­kassin so væl fyri – ment­un­ arliga og fíggjarliga – at alt tað nógva, teir báðir vinmenninir og vís­indamenninir J. C. Svabo og Nicolaj Mohr skrivaðu, og sum liggur væl goymt og væl fjálgað ymsa­staðni í Keypmannahavn og aðra­staðni, ja, nær verður hesin vísindaligi dýrgripur givin út í virðiligum bókverki? Kanska Sankta Nimmursdag! tá fyrst – fyrstani tá. Føroyar og sjálvsagdur Limaskapur í altjóða Olympisku nevdini , IOC Jens Heri Bolstad Mortensen Valevni fyri sjálvstýri Føroyingar eru ómetaliga reystir í ítrótti, Vit standa mát við heims­elituna í nøkrum greinum, og eru væl við í fleiri øðrum. Hetta kemur ikki av ongum, men letur seg bert gera, tí vit hava so nógv ótrúlig og dugnalig ítrótt­arfólk, venjarar, og ikki minst sjálvboðin kring landið. Tað er onki annað enn eitt bragd, tá ið tú hugsar, hvussu fá vit eru í tali, og hvussu avmark­ að­ar møguleikar vit hava - hetta hóast ta sannroynd, at hallir og hyljar eru kring oyggjarnar. Vit kenna ivaleyst øll søguna um kempuna úr Vági, Pál Joensen, sum bardi seg upp á al­ heims tindar í svimjing. Hann gjørdi hetta hóast, at kring­um­ støð­urnar als ikki vóru nøktandi, men eg eri sannførdur um, at tað sum spældi sína stóra leiklut var, at Pál svam fyri Føroyar og Merkið, og at hetta gav honum mikl­an mátt og megi. Tit, sum hava umboðað okk­ ara land í altjóða ítrótti, kenna iva­leyst hesa fantastisku kensl­ una, sum tú fær í kroppin, tá ið tjóðsangurin verður spældur, og Merkið veittrar í húnarhátt. Tú kennir á tær, at tú fer at geva alt, og at hetta hevur størri týdn­ing enn nakað annað, júst í tí løtuni. Eg má siga fyri meg sjálvan, at hendan kenslan hevur havt týdning, tá ið á hevur staðið, og ein javnur dystur skuldi avgerðast, tú hevur fingið eyka megi. Tað er sera torført at lýsa neyvt, men øll tit, sum hava verið á einum landsliði, vita hvat eg tosi um. Tá ið eg verði valdur á ting, fari eg at arbeiða miðvíst saman við øllum góðum kreftum í Føroyum at tryggja okkum lima­ skap í altjóða olympisku nevnd­ ini. Eg veit, at hetta er ómetaliga tor­ført, og at góð fólk hava roynt í nógv ár, men eg eri sannførdur um, at hetta kann lata seg gera, serliga við einum altráðum umboði á tingi. Hvussu ótrúligt hevði tað ikki verið um føroysk ítróttarfólk kundi marsjera inn á Stade De France í 2024 meðan merkið veittr­aði saman við øllum hinum fløgg­unum. Latið okkum øll, sum elska ítrótt standa saman um hetta. beiði. Hann tók sær av tí tekniska, tá tað galt um borð á bátinum. Líggjas Erik varð seldur til Hans Petur Han­sen og Óla Olsen. Kaj Eli keypti 1971 ein 20 tonsara úr Dan­ mark, sum hann róði út við, men fór eisini at trola á landleiðini við hes­um báti. Tað er ein sjáldsom søga um henda bát, har Kaj Eli og Jens Elias Joensen vóru á útróðri sam­an. Hetta var 11. apríl 1971. Engdir vórðu 24 stampar. Teir settu fyrst 12 út úr Kallinum. Lurtað var eftir veð­urtíðindinum kl. 5 á morgni. Hann segði frá minkandi vindi, og rest­in av stampunum varð sett. Siglt varð ímillum- til hina boyuna. Jens Elias stóð og kruvdi. Teir fingu eitt groft æl og eitt brot. Ein fiskakassi skræddi seg leysan úr dekkinum. Jens Elias setti beinið ímóti kassanum og var slongd­ur fyri borð. Kaj Eli sær hetta og setur fulla ferð fram og bið­ur eina bøn til Várharra um at bjarga honum. Hann siglir fram eina løtu og vendir so í stýriborð ímóti vindinum og vónar at koma á mannin aftur. Hann loypur út á dekkið, tekur ein haka og sær Jens Elias liggja tætt við tveir metrar niðri í sjónum í gulum oljufrakka við reim um miðjuna. Jens Elias tekur um hakan og vil ikki sleppa honum aftur. Kaj Eli roynir at fáa hann at taka um lúnningina, men tað gongur ikki, men tað eydnast honum í einari fylling at fáa hann inn um lúnningina – inn á dekkið. Hetta var sera heppið, tí Jens Elias hevði ikki roknað við at koma undan hesari vanlukku. Kaj Eli fekk ein annan útróðrarbát at draga línuna, meðan hann við fullari ferð setti kós inn á Fugla­ fjørð. Jens Elias fekk lungnabruna, lá í seingini nakrar dagar og fekk einki mein. Kaj Eli er vísur í, at hann var bønhoyrdur henda dag­ in. Hann kom beint fram á mannin, tá ið hann vendi bátinum og kom á sama stað, hann var farin fyri borð. Kaj Eli fekk heiðursgávu fyri hetta bragdið frá Carnigies Be­ lønn­ingsfond for heltemod hetta árið. Sigatindur Kaj Eli selur Líggjas til Margeir Toftegaard og keypir Sigatind úr Leirvík 1985. Tá ið tað snúði seg um fiskiskap, varð hann brúktur til tað sama, sum tann fyrri báturin. Sigatindur fekk navnið Líggjas. Tann 5. juni 1986 varð farið til Gilleleje at gera royndir við eini egn­ingarmaskinu. Tað kom ikki nakað serligt burtur úr hesi roynd. Á veg heim aftur í febr. mánaði var illveður. Teir fingu ein sjógv. Jógv­an á Brúnni, sum var við, datt og fekk skaða í høvdið. Leir­ vík­in í Hetlandi var havnin, sum var næst við, og varð siglt inn hag­ar. Hann varð innlagdur á hosp­italið har. Hann hevði meitt seg so illa, at hann lá í tríggjar dag­ar og fekk blóð í æðrarnar. Jú, Kaj Eli og fleiri við honum hava mang­an brattan farið. Jógvan á Brúnni og Kaj Eli sigldu saman í 18 ár. Endi Líggjas varð seldur 1997 og fór Kaj Eli við Onnu T . og var við henni til ár 2000. Eftir tað sigldi Kaj Eli við Sandgrefstri til 2012 og gavst í hesum ári við sjólívinum. So­statt var hann tætt við 60 ár á sjón­um. Nú rundar Kaj Eli tey áttati . Hann er virkin enn og rættir mang­an eina hjálpandi hond, har á stend­ur, t. d. í kirkjukjallaranum, tá ið tiltøk eru í kirkjuni, Missión­ húsinum Thabor, Blákross handl­ in­um og Nesvík. Deiligt er at síggja hann leygarmorgun vaska upp, tá ið vit eldri svimjarar hava svomið. Hetta er hansara lívssæli dráttur. Frítt mót er hálvur tering­ur.. tann, sum æru býður, er æru verdur, og teimum, tú nýt­ ur gott av, skalt tú rósa. Hjattaliga til lukku við teimum áttati ár­un­ um. Frits