týsdagur 16. apríl 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hósdag 18. apríl:
STONGT
Fríggjadag 19. apríl:
STONGT
Leygardag 20. apríl:
Svínakambur
Mánadag 22. apríl:
STONGT
Týsdag 23. apríl:
Kókað neytakjøt · Royktur medistari
Mikudag 24. apríl:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.00 & Ley: 9.00-14.00
Søkt verður
eftir deildarleiðara
Eitt spennandi starv, at ganga á odda í nýggjum
umhvørvi og við nýggjum leiðslubygnaði
Um starvið
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at
allir borgarar, ið koma í samband við heimatænastuna, fáa
skjóta, fakliga grundaða tænastu við atliti til heilsustimbran,
fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Deildarleiðslan skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heima tæn
astuni er dygt og livir upp til ásetinganar í lógini og normar á
fakøkinum, eitt nú við at menna og skipa endur, viðlíkahalds
og fyribyrgjandi tænastur og leiða starvsfólkini til tvørfakligar
arbeiðsgongdir, sum skulu síggjast aftur í allari tænastuni
og kemur við hesum, at arbeiða í tøttum samstarvi við tí
terapeutisku deildarleiðslu.
Deildarleiðslan skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til
fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða
innihaldsríkur og mennandi.
Deildarleiðslan skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera
fyrimynd í menningini, seta dám á broytingar eftir nýggja
bygnaðinum, og megna at fremja sjónliga leiðslu.
Deildarleiðslan skal tryggja, at virksemið í Heimatænastuni
fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at
rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á nøktandi støði.
Starvsfólk og virksemi í Heimatænastuni í Vágum
Í løtuni starvast tilsamans 73 fólk í Heimatænastuni í Vágum.
Talan er um 54 ársverk. Umleið 150 fólk fáa tænastur.
Talan er um eina samskipaða tænastu, sum kann vera heima
hjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi
rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir
75 ár.
Harumframt eru 37 búð, rehabiliterings og umlættingarpláss
á Heiminum á Sýnini sum eru fordeild í 2 hæddir. 2 hædd er
demensdeild.
Á 3 hædd (har ið vit søkja deildarleiðara) eru 2 smærri deildir.
Eitt eldraheim við 10 húsfólkum og ein rehabiliteringsdeild til
7 fólk, á rehabiliteringsdeildini er møguleika fyri umlætting og
tørvsmeting.
Førleikakrøv
•
Útbúgving, prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
•
Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein
fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig
krøv og standardir á økinum.
•
At menna og skipa góðar arbeiðsgongdir.
•
At fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp
til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum.
•
Royndir og leiðsuútbúgving innan leiðslu kunnu hava ein
fyrimun.
•
Neyðugt er at hava KTførleika á brúkarastøði og evni at
seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Setanarviðurskifti
Deildarleiðararnir vísa til leiðaran av Heimatænastuni.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF /
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Starvið verður sett eftir avtalu við tann, ið verður settur.
Fleiri upplýsingar um størvini
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Heimatænastuna í Vágum,
starvið og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvsprofilin.
Starvsprofilin fært tú við at venda tær til halldisj@htv.fo ella á
tlf. 793201.
Meira fæst eisini at vita um starvið við at ringja til Halldis
Joensen, leiðara, á tlf. 793201.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum
skulu sendast til: Heimatænastan í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO
370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: htv@htv.fo
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin
6 maj 2019 kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran
av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av
nýggjum.
Ársaðalfundur
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur
ársaðalfund Kristi himmalsferðardag 30.
maj 2019 kl. 14.00 í Meinigheitshúsinum í
Sandavági
Fundarskrá
1. Ársfrágreiðing
2. Ársroknskapur
3. Val av nevndarlimum
4. Val av tiltakslimi
5. Val av grannskoðara
6. Áseting av limagjaldið
7. Ymskt
Uppskot, sum limir ynskja at koma
til viðgerðar á aðalfundi, og uppskot
til nevdarlimir muga vera virkandi
næstformanni, Sólrun Poulsen, Berjabrekka
105, Tórshavn, ella skrivaranum, Magnus
Joensen, Skálavegur 57, 480 Skáli
Í hendi 8 dagar frammanundan
aðalfundinum.
Í sambandi við aðalfundin verður eisini
alment møti í Meingiheitshúsinum í
Sandavági kl. 17.00.
Nevndin
KUNNGERÐ
um broyting av Byggisamtyktini
og Býarplaninum
fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai
1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19
frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað
frá, at Runavíkar býráð á fundi hevur
samtykt uppskot til broytingar í
býarplaninum og byggisamtyktini fyri
Runavíkar kommunu.
Broytingar av býarplaninum:
•
Matr. nr. 39, 40 og 41 við Kráarrás í
Rituvík verður broytt frá E1-øki til
B25-øki
•
Eitt økið á uml. 200 m2 við
kirkjugarðin í Funningi verður broytt
frá B41-øki til C39-øki
•
Víðkan av B46-økinum í
Funningsfirði við uml. 600 m2
suðureftir
•
Uml. 2.500 m2 av E1-øki við
Byrgisvegin í Søldarfirði verður
broytt til B12-øki
•
Uml. 2.200 m2 av C20-økinum við
Dagtilhaldið á Skála verður broytt til
B21-øki
Broyting av byggisamtyktini:
•
Byggisamtyktin fyri D-neystaøki
verður broytt fyri neyst sum standa
uttanfyri neystøki, at verða viðgjørd
sum D-neystaøki.
•
Broyting av ásetingum um hædd av
bygningum í D31-økinum á
Rituvíkshálsi
Uppskot til broytingarnar í
byggisamtyktini og býarplaninum eru til
skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í
upplatingartíðini í tíðarskeiðnum
frá 15. apríl til 4. juni 2019.
og á heimasíðuni www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella
broytingaruppskot skulu verða býráðnum
í hendi í seinasta lagi 4. juni 2019.
Runavíkar býráð