týsdagur 16. apríl 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Skírisdag
verður
fótbóltur
frá klokkan 15 og líka til um
21-tíðina, tá dysturin við Løkin
verður bríkslaður av. Tríggir
dystir verða klokkan 15. Í
Gundadali tekur B36 móti KÍ,
meðan Víkingur er á vitjan
við Stórá. Felags fyri B36 og
Víking er, at tey ikki spældu
um vikuskiftið, tí dysturin
teirra millum bleiv útsettur
vegna veður. Triði dysturin er
á Skála, har heimaliðið nú er
oddalið í deildini. Teir eru óiva
favorittar móti EB/Streymi,
men
sundalagsmenn
vístu
styrki sunnudagin og vunnu
heili 5-1 á AB, tá fyrstu stigini í
ár komu til høldar.
Í Gundadali møtast tvey lið,
sum eru í smærri kreppum. HB
hevur væl færri stig enn í fjør,
men sermerkt er eisini, at liðið
hevur nógvar skaðar. Tað hendi
als ikki í fjør. Gestirnir av Argj
um hava ongan royndan mál
verja, eftir at Heðin Stenberg
meiðslaði sær knæið, og av
loysarin er leigaður úr HB
– sum ikki ynskir at Mattias
Lamhauge spælir móti teimum.
Klokkan 19 verður so seinasti
dysturin í 6. umfar bríkslaður í
gongd. Hann er við Løkin, har
NSÍ tekur móti ÍF.
B36-KÍ (Beinleiðis á FM1)
Hósdagin klokkan 15.00
DÓMARI: KÁRI J. Á HØVDANUM
Stóri
dysturin
í
hesum
umfarinum er í Gundadali. B36
slapp ikki á vøllin í Sarpugerði
sunnudagin, men sum skilst,
so er ónøgdin ikki stór um tað.
Skráin er tøtt í hesum døgum
og skaðalistin er langur í
árstalsfelagnum.
Eitt nú fóru penturnar í
fótinum hjá Alex Mellemgaard
upp, meðan Benjamin Heinesen
merkti til í lærinum. Hartil fekk
málverjin,
Hans
Jørgensen,
okkurt í ryggin. Teir spæla
allar væntandi hósdagin. B36
hevur enn fult stigatal, men
Skála hevur fyribils yvirhálað
á stigatalvuni.
KÍ vísti styrki í 2-0 sigrinum
á NSÍ sunnudagin. Liðið spældi
væl, tá bæði liðini vóru full
mannaði. Men kanska enn
størri er sigurin, at KÍ við tíggju
monnum megnaði at standa
móti trýstinum frá NSÍ.
Stóri meinbogin er, at Patrik
Johannesen er leikbannður,
eftir at hann fekk sítt seinna
gula kort tíðliga í seinna
hálvleiki í dystinum móti NSÍ.
Roknað verður við, at Torbjørn
Grytten er til reiðar at avloysa
tvøramannin
í
álopinum,
meðan spælarar sum Deni
Pavlovic og Takuya Matsunaga
hava drigist við skaðar.
Hvílitíðin telur til fyrimuns
fyri B36, meðan avrikið hjá KÍ
sunnudagin vitnar um eitt lið,
sum er væl fyri. Hetta verður
óiva ein góður fótbóltsdystur,
men spurningurin er hvat skal
skilja partarnar?
SOSIALURIN TIPPAR 2-2
TB-Víkingur
Hósdagin klokkan 15.00
DÓMARI: LARS MULLER
TB heldur fram við
góða
spælinum
og
hevur nú vunnið seg
upp á fjórða plássið.
Hóast tað gekk rúm
tíð, áðrenn allir
lutirnir komu upp
á pláss, so hevur
tað gingið skjótt
at fáa alt at hang
saman við Stórá.
Liðið byrjaði við
at vinna á AB og
hevur síðani koyrt
á. Javnleikurin móti
HB var serliga søtur,
tí ongin gav TB ein
møguleika
í
hesum
dystinum.
Tíverri fyri TB, so fekk
Poul Ingason sítt fjórða gula
kort í hesum kappingarárinum.
Hann hevur verið ein klettur í
verjuni og lagt upp til mál –
millum annað móti HB seinast.
Nú má hann sita uttanfyri.
Víkingarnir koma úthvíldir,
tí dysturin móti B36 bleiv
avlýstur. Einasta nýggja úr
Víkingi er, at Hjartvardur
Hansen er givin. Hann hevur
fingið starv í Danmark og
verður ikki við aftur. Annars
eru allir mans tøkir. Víkingur
hevur í Adeshina Lawal og
Andreas
Lava
Olsen
tveir
sterkar mans í fremstu rekkju,
sum nýggjur verjuspælari skal
takast við.
Higartil hava tvøramenn
verið
undirtippaðir,
men
soleiðis verður ikki hesaferð.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
Skála-EB/Streymur
Hósdagin klokkan 15.00
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Skála er nýtt oddalið. Gott
nokk hava skálamenn spælt
ein dyst fleiri enn B36, men tað
tekur einki frá avrikinum hjá
teimum appilsingulu. Teir hava
bara latið eitt mál inn og hava
hegnið at vinna fótbóltsdystir.
Tað
prógvaðu
teir aftur sunnudagin,
tá teir vunnu 3-0 í Fuglafirði.
Sermerkt fyri liðið er, at teir
hava at kalla ongar skaðar. Bara
Søren B. Nielsen er ivasamur.
Skuldi B36 ikki fingið fult í
torføra heimadystinum móti
KÍ, so er hetta ein møguleiki
hjá Skála at lagt seg einsamalt
á odda.
Gestirnir koma við sjálvs
áliti úr Sundalagnum. Eftir
fýra nyttur, so vunnu teir heili
5-1 á kappingarneytanum úr
AB. Arnbjørn Hansen bæði
Ikki við: Jákup Pauli Breckmann
(lærkrikin 1-2 vikur), Jógvan
Jóannesarsson (knæið, 3-4
vikur), Leivur H. Joensen
(burturstaddur), Mikkjal
T. Hentze (knæið), Jobin
Drangastein (hælsinan)
Ivasamur: Rógvi Poulsen (sjúkur),
Tóki á Lofti (knæið), Heðin
Stenberg (knæið, 6 vikur)
Við aftur: Hans Jákup
Annfinsson
Ikki við: Rói Mørk Hentze
(knæskaði 3-5 vikur), Símun
Rógvi Hansen (Krossband
1-2 mðr), Róaldur Jakobsen
(langtíðarskaddur), Erlendur
Magnusson (langtíðarskaddur),
Hannes Agnarsson (lærskaði,
4 vikur), Hugin Samuelsen
(knæskaði, 1-2 vikur)
Ivasamur: Magnus Holm
Jacobsen (lærkriki), Alex
Mellemgaard (fótskaði), Michal
Przybylski (knæ)
Ikki við: Andras Olsen
(krossbandið, úti fyri árið),
Jóhannes Hansen (krossbandið,
mánaðir), Arnar Dam (knæið, úti
í vikur), Leif Niclasen (fóturin,
óvist)
Ivasamur: Niklas Kruse
Ikki við: Bartal Wardum
(lærkrikin, 2-3 vikur) Lasse T.
Andersen (lærið, 2-3 vikur), Ari M.
Olsen (fóturin, 2 vikur) Sebastian
Pingel (Leikbann, reytt kort í 1.
deild)
Við aftur: Tróndur Jensen,
Brynjar Hlöðversson
Ikki við: Tóri Traðará (knæið
óvist), Henry Heinesen (nakkin,
langtíðarskaddur), Høgni
Madsen (leikbann, 4 gul)
LIÐ TÍÐINDI
B36
ÍF
HB
AB
EB/STREYMUR
Upptakt 6. umfar:
NÚ HAVA ØLL
FINGIÐ STIG
Skírisdag verður fult umfar í landskappingini hjá monnum – um veðrið loyvir tí. Ein
topp-fimm uppgerð verður, men stigatalvan tykist ikki fylgja murruni í føroyskum
fótbolti. Skála er nú oddalið, meðan TB hevur skumpað HB úr ovaru hálvu