týsdagur 16. apríl 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45
skoraði og legði upp. Hann
er ein lyklaspælari, um EB/
Streymur skal halda fram við
at fáa stig. Hóast greiða sigurin
sunnudagin, so tykist Skála
hava munin higartil.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-1
HB-AB (Beinleiðis á FM1)
Hósdagin klokkan 18.15
DÓMARI: BJARKI DANIELSEN
Tað byrjar at líkjast eini minni
kreppu hjá FM-
vinnarunum,
um
vit samanbera við í
fjør. Tá hevði liðið eisini
eina torføra byrjan, men síðani
var næstan ongin slingur í
valsinum. Nú vóru HB arnir
nærmast hepnir at fáa javnleik
við Stórá, tí TB var omaná.
Í fjør útmerkaði HB seg við
at hava fáar skaðar. Tað er ikki
støðan í ár. Hesa ferð fór Bartal
Wardum út við trupulleika
í
lærkrikanum.
Lasse
T.
Andersen og Ari Mohr Olsen
sita eisini uttanfyri í morgin.
Tað er tó ongin vandi fyri,
at AB fær nakran fyrimun
av støðuni, tí gestirnir eru
eisini
í
kreppu
–
serliga
málmanskreppu.
Heðin
Stenberg
hevur
meiðslað sær knæið og spælir
ikki aftur komandi tíðina.
Felagið hevur tí leigað Mattias
Lamhauge
úr
HB.
Felagið
hevur tó eina treyt við at leiga
málverjan út. Tað er at hann
ikki spælir móti júst HB.
Tí er AB komið í eina støðu,
har tað helst verður 17 ára gamli
Sverri Petersen, sum kemur at
verja málið hjá argjamonnum.
-Vit leita í løtuni eftir eini
loysn, men eg kenni ikki heilt
reglugerðina
fyri
hvat
vit
kunnu. Um vit ikki finna ein
royndan málverja, so verður
tað Sverri Petersen, sum verjir
málið sunnudagin, sigur Sorin
Anghel, venjari hjá AB.
Argjamenn
verða
eisini
uttan
Leiv
H.
Joensen
í
miðverjuni og tað er ein dyggur
smeitur. Tí bendir nógv á, at
tað verður HB, sum vinnur
grannauppgerðina. Helst meiri
sannførandi enn B36 vann á
Argjum.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-0
NSÍ-ÍF
Hósdagin klokkan 19.00
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Ljósini
við
Løkin
stóðu
royndina, tá Víkingur vitjaði
í fjórða umfari. Nú verður
aftur gjørd ein roynd við at
spæla um kvøldið. Dysturin
byrjar klokkan 19. Gestirnir
eru ÍF úr Fuglafirði. Heimaliðið
er
framvegis
uttan
Petur
Knudsen,
meðan
gestirnir
verða uttan Henry Heinesen, ið
er langtíðarskaddur, og Høgna
Madsen, sum hevur samlað sær
fýra gul kort.
Her er nokk ongin ivi um, at
NSÍ er favorittur, hóast liðið
tapti í Klaksvík sunnudagin.
NSÍ tykist trívast á heimavølli,
har liðið hevur vunnið á EB/
Streymi og Víkingi.
ÍF hevur bara fingið eina
stigið, sum var á heimavølli
móti
TB.
Liðið
er
lítið
sannførandi í verjupartinum
og tað kann fáa avleiðingar
skíriskvøld.
SOSIALURIN TIPPAR: 4-1
Ikki við: Deni Pavlovic, Óli
Eyðsteinsson Poulsen, Patrik
Johannesen (leikbann)
Ivasamur: Torbjørn Grytten
Ikki við: Øssur Dalbúð (fótskaði,
langtíðarskaddur), Petur
Knudsen (akslaskaði, 1-2 vikur)
Ivasamur: Søren B. Nielsen
(fóturin)
Ikki við: Poul Ingason (leikbann),
Veljko Vukovic (knæskaði, 1-2
vikur)
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
Ikki við: Hjartvard Hansen (givin,
fingið nýtt starv í Danmark),
Jákup Vatnhamar Olsen (knæið,
4-6 vikur), Pól Enok Hansen
(hælsinan, 1-2 vikur)
TB
KÍ
Betri deildin menn støðan
NR.
LIÐ
D
V
J
T
MÁL
S
1.
Skála
5
4
0
1
8-1 (+7)
12
2.
B36
4
4
0
0
7-3 (+4)
12
3.
KÍ
5
3
2
0
9-5 (+4)
11
4.
TB
5
2
2
1
6-6 (0)
8
5.
NSÍ
5
2
1
2
6-7 (-1)
7
6.
HB
5
1
3
1
6-5 (+1)
6
7.
Víkingur
4
1
1
2
8-9 (-1)
4
8.
EB/Streymur 5
1
0
4
7-7 (0)
3
9.
AB
5
1
0
4
5-11 (-6)
3
10.
ÍF
5
0
1
4
5-13 (-8)
1
Betri deildin menn 6. umfar:
SUNNUDAGIN:
B36-KÍ (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1
TB-VÍKINGUR (15.00)
SKÁLA-EB/STREYMUR (15.00)
HB-AB (18.15) BEINLEIÐIS Á FM1
NSÍ-ÍF (19.00)
Toppskjúttar:
1. JÓANNES BJARTALÍÐ, KÍ
4 (MÁL)
2. STEFAN RADOSAVLJEVIC, TB
4
3. BRIAN JAKOBSEN, B36
3
4. JANN MARTIN MORTENSEN, NSÍ
3
Nýggjur leistur í Sosialinum
Seinastu árini hevur
heimasíðan hjá Fótbólts
sambandinum havt tipping,
har trý miðlafólk hava tippað
um komandi umfar. Í ár hevur
Sosialurin yvirtikið hendan
leistin. Sostatt verður tað í
Sosialinum, at tú kanst lesa
um tippingarnar. Fyribils
verður talan um at seta
1, X ella 2 við hvønn dyst.
Eftir hvørt umfar verður
stigatalvan gjørd upp, har
tippararnir fáa eitt stig fyri
rætta tipping.
Tippararnir eru teir somu
sum vóru á heimasíðuni
hjá Fótbóltssambandinum.
Teir eru Leivur Frederiksen,
ítróttarredaktørur í
Kringvarpinum, Jákup Ósá,
ítróttarskrivari á bolt.fo og
Norðlýsinum, og undirritaði,
Tróndur Arge.
Tipping:
Tipping 6. umfar:
LEIVUR FREDERIKSEN:
TB-VÍKINGUR 2
B36-KÍ 2
NSÍ-ÍF 1
HB-AB 1
SKÁLA-EB/STREYMUR 1
JÁKUP ÓSÁ:
TB-VÍKINGUR 2
B36-KÍ 1
NSÍ-ÍF 1
HB-AB 1
SKÁLA-EB/STREYMUR 1
TRÓNDUR ARGE:
TB-VÍKINGUR X
B36-KÍ X
NSÍ-ÍF 1
HB-AB 1
SKÁLA-EB/STREYMUR 1
STIGATALVAN:
1.
LEIVUR FREDERIKSEN
14 STIG
2.
JÁKUP ÓSÁ
13 STIG
3.
TRÓNDUR ARGE
11 STIG
*Tippini fyri Víking-B36 í omanfyri nevndu raðfylgju: (1 – 1 – X)