týsdagur 16. apríl 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Atlantic Airways Vága Floghavn FO-380 Sørvágur Tel. 34 10 00 www.atlantic.fo
Brennir tú fyri sølu, har kundin altíð verður settur í
miðdepilin? Kundi tú hugsað tær eitt spennandi
starv í eini altjóða fyritøku? So er tað kanska tær
vit leita eftir.
Vit søkja eftir einum leiðara, sum skal taka sær av
leiguflúgving (charter) og samskipan av ferða-
ætlanini. Umframt vanliga rutuflúgving, har vit
knýta Føroyar nærri umheiminum, flúgva vit eisini
leigu flúgving fyri flogfeløg, ferðasmiðjur og privatar
kundar, og fevnir hetta økið um týðandi part av
okkara virksemi.
Tað verður tín uppgáva ..
at virka sum Key Account Manager fyri
leiguflúgving og ferðasmiðjur
at skipa ferðaætlanina í samstarvi við aðrar
deildir
at gera avtalur við nýggjar kundar
at fyrireika og hava ábyrgd av sáttmálum og
prísum
at luttaka á viðkomandi ráðstevnum
at samstarva við flogvallir og
flogvallamyndugleikar
at samstarva innanhýsis um atknýttar uppgávur
Um teg:
Tú ert ágrýtin, brennir fyri sølu og hevur sølutev
Tú hevur eina analytiska, strategiska tilgongd
og dugir at halda yvirlitið
Tú hevur góð samskiftisevni í skrift og talu
(føroyskt, skandinaviskt og enskt)
Tú hevur royndir við samráðingum á donskum
og enskum
Tú ert fyrikomandi og dugir og sært týdningin
av at netverka
Tú hevur lætt við at seta teg inn í kappingarlóg
og EU–útboðsreglur
Tú hevur royndir við at tryggja og gagnnýta
vitan uppá tvørs av deildum
Setan:
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi,
sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við nógvum spenn-
andi uppgávum. Tú fert at starvast á einum áhuga-
verdum og dynamiskum arbeiðs plássi saman við
nógv um ymiskum fakbólkum, har ferðin ofta er
høg, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis.
Roknast kann við ferðing í sambandi við arbeiðið;
uml. 60 dagar um árið.
Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett
skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu
okkara í Vága Floghavn.
Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og
viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til
starv@atlantic.fo í seinasta lagi: 30. apríl 2019.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Pætur Rasmussen,
Charter & Network Manager á tlf. +298 213760 ella
Elin Sigvardsen, Director Human Resources á tlf.
+298 213702 ella við telduposti á elin@atlantic.fo
UM OKKUM:
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í
fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og
tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum
starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at
knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta
oyggjar saman og skapa tryggleika.
OKKARA VIRÐIR:
Trygdin er í hásæti
Stundvísi er eitt mál
Kundin er í miðdeplinum
Úrslitini skapa virðir fyri samfelagið
Dugnalig og tænastusinnað starvsfólk
Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo
10125
LEIÐARI TIL SØLU AV LEIGUFLÚGVING
OG SAMSKIPAN AV FERÐAÆTLAN