fríggjadagur 3. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 232 - 3. desember 2004
– Eg hevði ikki brúkt
tríggjar mánaðir til at
seta meg í samband
við plátufeløg og
onnur um Lenu, um
eg ikki helt, at hon
hevði ein møguleika,
sigur bretin Richard
Ogden, sum nú
arbeiðir fyri at fáa
Lenu Anderssen fram
uttanlands
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Tey sendu mær fløguna,
eg lurtaði eftir henni og
dámdi hana, og so játtaði eg
at hjálpa teimum.
Soleiðis greiðir Richard
Ogden frá um, hvussu hann
kom í samband við Lenu
Andersen
og
Niclas
Johannesen, og hvussu
einfalt tað í grundini var, at
hann kom at arbeiða fyri
tey.
Richard Ogden er eitt
kent navn í tónleikavinn-
uni. Hann hevur havt fleiri
leiðandi størv innan tón-
leikin, og hann er eisini
kendur sum umboðsmaður
hjá Paul McCartney.
Nú hevur hann sítt egna
felag, har hann roynir at
føra nøkur fá tónleikanøvn
fram. Eitt teirra er Bom-
funk MC´s, sum hann hev-
ur stílað fyri í nógv ár, og
so føroyska Lena Anders-
sen.
– Fløgan hjá Lenu er
framúr góð, og mær dámar
tónleikin alsamt betur, sum
tíðin gongur, sigur Richard
Ogden.
Verið víða í
tónleikinum
Richard Ogden byrjaði sína
yrkisleið innan tónleikin í
1960'unum. Tá fór hann at
skriva um tónleik, og í 1971
fekk hann starv í plátufel-
agnum United Artist, har
hann skuldi røkja PR-
arbeiðið hjá felagnum.
Nøkur ár seinni byrjaði
hann sum umboðsmaður
hjá nøkrum bólkum, og tað
helt hann fram við, til hann
í mitt í 1980'unum fór aftur
at starvast fyri eitt plátufel-
ag – hesaferð var tað Poly-
dor – og hann var stjóri fyri
felagið fram til 1987, tá ið
hann varð biðin um at ger-
ast
manager
hjá
Paul
McCartney og táverandi
konu hansara, Lindu.
Hann starvaðist saman
við Beatlanum fram til
1993, tá ið hann fekk leið-
andi starv á marknaðar-
deildini hjá Sony Europe.
Fyri fýra árum síðani
gavst Richard Ogden at
arbeiða fyri Sony, og hann
hevur síðani arbeitt meira
fyri seg sjálvan. Fyrst hevði
hann eitt felag saman við
einum týskum felag, men
fyri tveimum árum síðani
keypti hann týskarnar út og
hevur havt sítt egna felag –
ROM.
Norðurlond fyrst fyri
Richard Ogden hevur sein-
astu tríggjar mánaðirnar
arbeitt við at føra Lenu
Anderssen fram, og hann
hevur í fyrstu syftu vent
kikaranum ímóti Danmark
og Noregi, har hann roynir
at fáa ein avtalu í lag við
okkurt felag, sum hevur
hug at geva tónleikin hjá
Lenu út.
– Fyrsta málið verður at
fáa
eina
licence-avtalu
uttanfyri Føroyar, so at tón-
leikurin hjá Lenu kann gev-
ast út aðrastaðni enn í Før-
oyum. Vit stíla fyrst eftir
Noregi og serliga Danmark,
sigur Richard Ogden.
Grundarlagið undir eini
sonevndari licence-avtalu,
sum snýr seg um at geva
innspældan tónleik út hjá
onkrum felag, er fløgan hjá
Lenu, sum kom út í fjør.
– Fløgan er frálík, og vit
hava gjørt onkrar broyting-
ar á fløguni, og vit hava tik-
ið sangin I Still Love You,
sum var eitt stórt hitt í Før-
oyum, við á fløguna, greið-
ir Richard Ogden frá.
– Tað snýr seg um at taka
fyrsta fetið inn á europeiska
meginlandið, og tað kann
eins væl gerast í Danmark
ella Noregi, sum í onkrum
øðrum landi.
Lena hevur
møguleikar
Richard Ogden heldur, at
Lena hevur góðar møgu-
leikar at koma fram við sín-
um tónleiki.
– Eg hevði ikki brúkt
tríggjar mánaðir til at seta
meg í samband við plátu-
feløg og onnur um Lenu,
um eg ikki helt, at hon
hevði ein møguleika. Lena
kann saktans koma langt,
hon hevur eina serstaka
rødd, og samstarvið millum
hana og Niclas er sera gott.
Mær dámar sjálvur betur
teir persónligu sangirnar
hjá Lenu, heldur enn tann
meira popputa tónleikin,
sigur Richard Ogden.
– Eg eri ongantíð farin
skeivur við tónleikarum.
Eg havi ongantíð sagt nei til
nakran bólk, sum seinni
hevur fingið gjøgnumbrot.
Tá eg fái okkurt bjóða, so
veit eg skjótt, um tað hevur
nakran kjans ella ikki, sigur
hann.
Og tað skuldi givið
greiðar ábendingar um, at
Lena hevur ein møguleika
– í øllum førum heldur
Richard Ogden tað.
Lena kann koma langt
MC Restorff, Salt og
Petsi Tvørfoss syngja
sunnudagin á jóla-
konsert, sum verður í
ítróttarhøllini á
Kambsdali
KONSERT
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað verður nýtt og gott
gamalt á skránni, tá ið í ÍF
Stuðlar skipa fyri jóla-
konsert í ítróttarhøllini á
Kambsdali sunudagin.
Fløguaktuelli sangbólk-
urin Salt fer at syngja,
songkvinnan Petsi Tvørfoss
fer at spæla saman við før-
oyskum bólki, og MC Res-
torff fer at syngja nakrar
sangir.
Hesi hava á hvør sín hátt
gjørt vart við seg í føroysk-
um tónleikalívi – onkur
munandi longur enn annar
– men samansetingin ger, at
tað skuldi verið eitt sindur
til allar aldursbólkar.
MC leggur fyri
Fyrstur á pallinum verður
MC Restorff, sum í fleiri
ártíggjund hevur verið virk-
in í føroyskum gospeltón-
leiki. Sangirnir hjá MC –
bæði teir, sum hann hevur
skrivað sjálvur, og teir, sum
hann hevur týtt – eru lands-
kendir.
MC hevur eisini gjørt
nakrar frálíkar endurinn-
spælingar av kendum sang-
um og sálmum til onkra av
sínum útgávum.
Á konsertini á Kambsdali
fer MC at sita einsamallur
við klaveri. Hann fer at
syngja nakrar jólasangir, og
helst trívir hann eisini í
onkran av sínum sangum.
Salt kryddar
Herfyri kom sangbólkurin
Salt við sínari fyrstu út-
gávu. Hetta er fløga við a
capella kórsangi og popp-
sangum, og tað verða sang-
ir av hesi fløgu, sum bólk-
urin fer at syngja á Kambs-
dali sunnudagin.
Salt er mannað við sjey
ungum fólkum úr Eystur-
oynni, sum í seks ár hava
vant og sungið saman.
Petsi við góðum stuðli
Seinast á konsertini fer
Petsi Tvørfoss at syngja.
Føroyska
songkvinnan,
sum hevur búð í Danmark
nógv tey seinnu árini, gjør-
dist kend, tá ið hon kom við
í danska Grand Prixið. Har
stóð hon seg væl, og síðani
hava javnan boð verið eftir
henni til tiltøk í Føroyum.
Petsi kann syngja nógvar
ymiskar tónleikastílir, og
hesaferð verða jólasangir
og annað á skránni. Helst
verður hon eisini noydd at
tríva í Grand Prix-sangi,
Mest Når Det Er Regn.
Afturat sær á pallinum
hevur Petsi bólkin Show-
menn, og tað er ein framúr
góður og væl samanspæld-
ur bólkur, sum er mannaður
við Kim Hansen, Jens
Marna Hansen, Jóhannus á
Rógvu Joensen og James
Olsen.
Jólakonsertin í ítróttar-
høllini á Kambsdali verður
sunnukvøldið 5. desember
kl. 20.00. Atgongumerki
kunnu keypast í forsølu og
fáast við dyrnar ein tíma
áðrenn konsertina.
Lena kann saktans koma langt, hon hevur eina serstaka rødd, og samstarvið millum hana og
Niclas er sera gott. Mær dámar sjálvur betur teir persónligu sangirnar hjá Lenu, heldur enn tann
meira popputa tónleikin, sigur Richard Ogden
Richard Ogden
Richard Ogden hevur sítt egna umboðsfelag, ROM –
Richard Ogden Management. Hann hevur skrivstovu
í London, har hann hevur trý fólk í starvi.
Hann byrjaði sína yrkisleið innan tónleikin sum
pressumaður hjá United Artists í 1991. Seinni
gjørdist hann umboðsmaður fyri ymiskar bólkar.
Mitt í 80'unum tók hann við sum stjóri í plátu-
felagnum Polydor UK.
Frá 1987 til 1993 var hann persónligur umboðsmað-
ur hjá Paul og Lindu McCartney.
Í 1993 fór hann í leiðandi starv á marknaðardeildini
hjá Sony Europe, og har stavaðist hann fram til
2000. Millum nøvnini, sum hann hevði tætt sam-
starv við, vóru Ricky Martin og Céline Dion.
Seinastu fýra árini hevur hann aftur verið umboðs-
maður í sínum egna felag, og í løtuni umboðar hann
nøvn sum Bomfunk MC´s, TAT og Lenu Anderssen.
FAKTA
Salt kryddar jólakonsert
Petsi Tvørfoss fer at syngja á
jólakonsertini í ítróttarhøllini
á Kambsdali