fríggjadagur 3. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Borgarstjórin í Tórs-
havnar kommunu,
Jan Christiansen,
heldur, at kravið hjá
Føroya Jarðarráð um
ein seyðasmogu undir
vegnum til skjóti-
breytina í Sandvíkum
er burtur úr vón og
viti.
FÚTABOÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í Sosialinum í gjár kom
undan kavi, at Føroya Jarð-
arráð hevur mist tolið við
Tórshavnar kommunu í
samband við eina vegagerð
til skjótibreytina í Sandvík-
um í Havn. Sambært Jarð-
arráðnum er vegagerðin
ólóglig, og tí er fútin boð-
sendur fyri fyri at steðga
arbeiðinum. Formaðurin í
Føroya Jarðarráð, Elisabeth
Eldevig segði soleiðis um
málið í Sosialinum í gjár:
- Vit bóðu Tórshavnar
kommunu
sjálvboðið
steðga arbeiðinum alt fyri
eitt, tí viðurskiftini millum
okkum og kommununa eru
ongantíð komin í rættlag,
men arbeiðið helt kortini á.
Tá kommunan sýtir fyri at
steðga ólógligu vegagerð-
ini, hava vit vent okkum til
fútan fyri at steðga arbeið-
inum við fútaforboði.
Okkum eydnaðist ikki at
fáa eina viðmerking frá
borgarstjóranum,
Jan
Christiansen, um málið í
gjár, men í dag gekk betur.
Vit hava spurt borgarstjór-
an, hví Tórshavnar komm-
una er farið undir at gera
vegin, uttan at kommunan
lýkur treytirnar hjá Føroya
Jarðarráð.
- Eg haldi, at vit lúka
treytirnar. Vit hava langt
síðan keypt og goldið fyri
jørðina, og tá arbeiðið var
farið í gongd fáa vit at vita
frá Jarðarráðnum, at ein
seyðasmoga skal gerast
undir vegin. Eg haldi, at
kravið frá Føroya Jarðarráð
er fullkomiliga órímuligt, tí
eftir øllum landsvegnum úr
Havn til Kvívíkar er ikki
ein
seyðasmoga,
hóast
nógvir seyðir eru kring
landsvegin,
heldur
Jan
Christiansen.
Hann leggur afturat, at
tað kann ikki vera rætt, at
ein landsvegur har 1000
bilar koyra dagliga kann
klára seg uttan eina seyða-
smogu, meðan ein vegur á
50 metrar, har kanska 20
bilar fara at koyra tvær
ferðir um vikuna, skal hava
eina smoðu.
Uttan mun um tú heldur
tað er órímuligt krav, so er
tað kortini ikki rætt, at tit
byrja arbeiðið, uttan neyð-
uga loyvið frá Føroya Jarð-
arráð?
Eg fái ikki svarað spurn-
inginum, tí eg havi ikki
havt so nógv við málið at
gjørt, er stutta svarið hjá
Jan Christiansen.
Seinni hósdagin skuldu
borgarstjórin og tekniska
deildin á Tórshavnar býráð
umrøða trætuna, sum er
íkomin millum høvuðsstað-
arkommununa og Føroya
Jarðarráð, nærri.
Nr. 232 - 3. desember 2004
5
Fullkomiliga órímuligt
Eg haldi, at kravið frá Føroya Jarðarráð er fullkomiliga
órímuligt, tí eftir øllum landsvegnum úr Havn til Kvívikar er
ikki ein seyðasmoga, hóast nógvir seyðir eru kring landsvegin,
heldur Jan Christiansen.
Mynd: Savnsmynd
Fólkaflokkurin
heitir
inniliga á Framtaksgrunnin
um at lýsa ognirnar hjá
felagnum til sølu alt fyri
eitt. Flokkurin vísir til við-
tøkurnar hjá grunninum:
Grein 2 stk 2: "fonden
må ikke opnå bestemm-
ende indflydelse i virk-
somheden" og í grein 2 stk.
3; Fonden skal afhænde
foretagne investeringer, når
disse har vist sig leve-
dygtige og salgbare".
Fólkaflokkurin væntar, at
verður hesi átøk tikin, kann
grunnurin tryggja sær:
1. At at øll høvdu javn-
góðar møguleikar at
bjóða upp á ognirnar
2. at best møguligur prísur
fæst fyri hesa nú al-
mennu ogn,
3. at tað neyðuga gjøg-
numskygnið verður við
søluni,
4. at kapping verður um
føroyska feskfiskin, so
minst
møguligt
fer
óvirkað av landinum,
og
5. at hetta er í tráð við
viðtøkur grunnsins.
.páll
Lýsið ognirnar til sølu
Føroya Bjór
aftur besta
jólaølið
Føroyska bryggjaríið,
Føroya Bjór, hevur
enn einaferð vunnið
kappingina um besta
jólabryggið í felag-
num Selskab for Vest-
jysk Ølkultur. Í tíð-
indaskrivi frá Selskab
for Vestjysk Ølkultur
stendur skrivað, at
seinasta
fríggjadag
smakkaðu limirnir í
felagnum 15 ymisk
sløg av jólabryggi, og
eins og í fjør var før-
oyska jólabryggið frá
Føroya Bjór valt til
besta jólabryggið.
Nummar
tvey
gjørdist "X-Mas" frá
Ceres/Thor
og
bryggjaríið Hancocks
gjørdist nummar trý
við "Merry Christ-
mas".
.páll