Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 232 - 3. desember 2004 Vilja hava gongd á beinanvegin Fólkaflokkurin heitir nú á Fram- taksgrunnin um at lýsa Fiska- virking og Fiska- søluna og hinar fyritøkurnar hjágrunninum, til sølu beinanvegin EINSKILING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fólkaflokkurin vil nú hava Framtaksgrunnin at selja bæði Fiska- virking, Fiskasøluna og hinar fyritøkurnar hjá Framtaks-grunnin- um beinanvegin. Tað sigur flokkurin í brævi til Framtaks- grunnin mikudagin. Fólkaflokkurin vísir til viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, har sagt verður, at »fon- den må dog ikke opnå bestemmende indfly- delse i virksomhe- den«. Og aðrstaðni í viðtøkunum stendur, at »Fonden skal af- hænde foretagne in- vesteringer, når disse har vist sig levedyg- tige og salgbare«. Fólkaflokkurin vil tí hava Framtaksgrunnin at lýsa allar ognirnar alment til sølu. Flokkurin sigur, at verður tað gjørt, hevði grunnurin tryggjað sær, at øll høvdu javngóðar møguleikar at bjóða upp á ognirn- ar og at best møgulig- ur prísur fæst fyri hesa nú almennu ogn. Somuleiðis hevði hetta tryggjað, at tað neyðuga gjøgnum- skygnið verður við søluni og at kapping verður um føroyska feskfiskin, so minst møguligt fer óvirkað av landinum. Og ikki minst hevði hetta tryggjað, at við- tøkurnar fyri grunnin verða hildnar, sigur fólkaflokkurin. – Tað var fyri at bjarga arbeiðspláss- unum, at vit satsaðu alt, vit áttu upp á at keypa Fiskasøluna, sigur gamli nevndar- formaðurin, Hákun Steingrímsson. Men vit høvdu sjálvsagt ikki gjørt tað, høvdu vit ikki fult álit á framtíðarútlitini hjá Fiskasøluni FISKASØLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit satsaðu alt, vit áttu upp á at keypa Føroya Fiskasølu. Og tað høvdu vit ikki gjørt, høvdu vit ikki fult álit á, Fiskasølan hevði eina framtíð. Hákun Steingrímsson, nevndarformaður í Føroya Fiskasølu til mánakvøldið, er grundleggjandi ósamdur við Framtaksgrunnin um framtíðina hjá Føroya Fiskavirking. Framtaksgrunnurin, sum eigur Fiskasøluni sigur, at Fiskasølan hevur givið stórt hall og at útlit eru ikki fyri nøktandi rakstri í framtíð- ini. Og nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum hevur enntá sagt, at Fiskasøluni er ikki lív lagað. – Hetta kunnu vit als ikki vera samd í, tí so høvdu vit ikki bjóða 47 milliónir fyri Fiskasøluna. Annars heldur Hákun Steingrímsson, at tað mátti verið ein góður handil hjá Framtaksgrunninum at sloppið av við eina deyða- dømda fyritøku fyri næstan hálvthundrað milliónir. Hann sigur, at tey, sum varaðu av Fiskasøluni, høvdu varhugan av, at okk- urt var í væntu og tí ringdi hann til nevndarformannin í Framtaksgrunninum, Dagmar Joensen. Tað endaði við at eg spurdi um tey vóru áhugað í einum tilboði frá okkum. Tað var nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum. Men hon legði dent á, at eitt tilboð mátti koma skjótt, tí nú var rættilig gongd á. – Men hon legði afturat, at í veruleikanum dámdi henni betri hendan møgu- leikan enn alternativini… Síðani hevur alternativið víst seg at vera samanlegg- ingin við Fiskavirking. Hákun Steingrímsson sigur, at Framtaksgrunnur- in ferð eftir ferð hevur boðað frá, at ognir teirra eru altíð til sølu. – Men tá ið Framtaks- grunnurin so fer eitt ítøki- ligt tilboð frá okkum, er Fiskasølan ikki til sølu kortini. Fiskasølan gekk væl Gamli nevndarformaðurin í Fiskasøluni er als ikki samdur við Framtaks- grunnin í, at Fiskasølan gekk so illa. – Fyri tveimum árum síð- ani fekk Framtaksgrunnur- in 2,5 milliónir í vinnings- býti frá Fiskasøluni. Tað var fyrstu ferðina, at hann hevur fingið vinningsbýti frá Fiskasøluni. – Í fjør hevði Fiskasølan eitt avlop av rakstrinum upp á 10 milliónir og tað er besta úrslitið hjá henni nak- rantíð. Men Fiskasølan eigur eisini laksavirkið Eystlaks í Fuglafirði og nú kreppa er í alivinnuni, gjørdu vit av at avskriva alt í Eystlaks, tvs 15 milliónir, fyri at binda um heilan fingur og at sleppa okkum av við alt í Eystlaks, so at tað ikki ávirkar raksturin aftur. Tað var ein vælgjøgnumhugsað avgerð og hetta visti Fram- taksgrunnurin eisini av, leggur hann afturat. – Men hetta hevur onki við raksturin á Fiskasøluni at gera, tí hann var metgóð- ur í fjør. Hákun Steingrímsson sigur, at fyrra hálvár í ár hevur ikki gingið væl. – Vit hava havt eitt hall upp á góðar 5 milliónir fyrra hálvár í ár. Ein orsøk til tað er, at virkið í Hvalba hevur havt eina trupla byrj- an. Leiðslan í Fiskasøluni visti av at virkið í Hvalba fór at verða tungt, men vit trúðu framvegis uppá, at vit kundu venda skútuni, ser- liga nú vit fingu saltfiska- virkið í Vági eisini. At vit høvdu tvey virki gjørdi, at tað nógv lættari at keypa heilar lastir, tí vit kundu senda fisk ímillum Hvalba og Vág og tað hevði bøtt um raksturin hjá báðum virkjunum. Hákun Steingrímsson sigur, at seinna hálvár í ár hevur tað hepnast at venda gongdini og teir seinastu mánaðirnirhava eisini verið góðir hjá Fiskasøluni. – Í september hevði Fiskasølan 500.000 krónur í yvirskoti, í oktober var yvirskotið 800.000 krónur og í november høvdu vit eina millión í yvirskoti. Og í desember verður yvirskot- ið mett at verða 1,5 millión. Framtíðarútlitini ikki døpur Og hann heldur framtíðar- útlitini vóru alt annað enn døpur. – Vit høvdu ítøkiligar ætlanir um virksemið uttanlands, í Baltalondum og aðrastaðni, men vit høvdu eisini kannað møgu- leikarnar í Hetlandi. – Teir høvdu eisini ætlan- ir um at fáa útlendska rá- vøru til Føroyar at virka. Hákun Steingrímsson sigur, at alt hetta gjørdi, at teir vágaðu sær at bjóðaðu 47 milliónir fyri Fiskasøl- una. – Okkara ætlan var ikki at fara á ránsveiði í Fiska- søluni, soleiðis sum onkur hevur tulkað okkara tilboð. Vit gjørdu hetta av neyð fyri at bjarga arbeiðspláss- unum hjá øllum fólkunum á Fiskasøluni, tá ið vit fingu frænir av, at okkurt var í væntu – og nú eru eisini níggju fólk á Fiska- søluni søgd upp. Og Hákun Steingrímsson sigur, at tilboðið hjá teim- um stendur við, so er Fram- taksgrunnurin framvegis av teirri áskoðan, at Fiskasøl- uni er ikki lív lagað, so eru tey vælkomin at taka av til- boðnum. – Hann heldur ikki, at tað er úrslitið hjá Fiskasøluni sum hevur gjørt, at Fram- taksgrunnurin hevur lagt hana saman við Fiskavirk- ing. Hann heldur tvørtur- ímóti, at tað er fyri at sleppa undan kappingini um fiskin, at hetta stigið er tikið, tí nú er ein kapping- arneyti minni at bjóða upp a fiskin. – Framtaksgrunnurin hevði verið vælkomin at brúkt eina tíð uppá at bjóða øðrum keyparum uppí, tí vit vóru als ikki úti eftir at fáa Fiskasøluna fyri undur- prís, sigur Hákun Stein- grímsson. Bjóðaðu upp á Fiskasøluna av neyð Hákun Steingrímsson er als ikki samdur við Framtaksgrunninum í, at Fiskasøluni er ikki lív lagað. Annars heldur hann, at tað mátti verið ein góður handil hjá Framtaksgrunninum at selt eina deyðadømda fyritøku fyri 47 milliónir