Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nevndin fyri Fram- taksgrunnin trýr ikki uppá, at Fiskasølan klárar seg einsamøll. Har manglar burðar- dygt grundarlag. Tí varð neyðugt at leggja saman við Fiska- virking, sigur nevndarformaðurin fyri Framtaksgrunnin FISKASØLA Edvard Joensen Nevndin fyri Framtaks- grunnin hevur ikki álit á, at Føroya Fiskasøla klárar at standa á egnum beinum. Tí eg fyritøkan løgd saman við Føroya Fiskavirking, sum Framtaksgrunnurin eisini eigur. Fiskasølan hev ur seinnu árini ikki havt burðardygt grundarlag at bygt á, og tað hevur sein- astu tvey árini gjørt, at Fiskasølan hevur havt hall. Tað eru avleiðingarnar av hesum, sum nevndin fyri Framtaksgrunnin nú tekur. Tað hevur elvt til ikki heilt sørt av politiskum roki, at nevndin fyri Fram- taksgrunnin soleiðis »over night« kappaði høvdið av Fiskasøluni, sum onkur hevur málborið seg. Og so góðum líkt eru tað kanska serliga politikarar úr ávís- um valdømum og teir við ávísari politiskari ideologi, sum ganga undan í hesum víggi. Men tað tekur nevndin fyri Framtaksgrunnin heilt róligt, sigur nevndarfor- maðurin, Dagmar Joensen. – Vit eru sett í hetta starvið - hava fingið áheit um at taka tað á okkum - til at umsita teir almennu pengarnar, sum Framtaks- grunnurin hevur til taks. Og tað gera vit so, eftir sum vit halda vera best. Um vit hava politiskan uppbakning ella ikki, kemur sum so ikki málinum við. Eru politikar- arnir ikki nøgdir við okkara arbeiði, stendur teimum púra frítt at velja onkran annan næstu ferð nevnd skal veljast. Nevndin hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær av hesum, sigur hon. Onga viðmerking Dagmar Joensen, nevndar- formaður í Framtaks- grunninum, er ikki serliga tíðindafró soleiðis yvirhøv- ur, tá spurt verður um hetta við kapping millum tvær fyri tøkur hjá Framtaks- grunninum og um, hví ikki selt verður, tá tað beinleiðis stendur í viðtøkunum fyri Grunnin, at seljast skal, tá nøktandi boð eru. Tó skilst á nevndarfor- maninnum, at nevndin ikki hevur hildið boðini, sum komin eru, hava verið nøktandi. Og hatta við, at tað stendur í viðtøkunum, at seljast skal, er bara eitt brot úr viðtøkunum, vísir hon á. Viðtøkurnar skulu, eins og aðrir tekstir, lesast í síni heild og ikki pettast sundur og brúkast, sum ein sjálvur heldur vera pass- andi. – Tað stendur eisini í við- tøkunum, at nevndin skal umsita virðini hjá Grunnin- um á bestan hátt, og alt í alt hevur nevndin so ikki hildið, at ein søla ella tvær beint nú høvdu verið tað, sum hevði tryggjað virðini mest, sigur Dagmar Joen- sen. Hon vísir á, at við eini samanleging av Fiskavirk- ing og Fiskasøluni, kann kapitalur hjá fyritøkunum verða givin leysur, og tað fer at lætta um. Vísir søgum aftur Tað er avgjørt ikki undir trýsti frá Føroya Fiskavirk- ing, at hetta, sum nú hendir, verður gjørt, sigur Dagmar Joensen. Hon vísir staðiliga aftur, at tað er leiðslan í Fiskavirking, sum kennir seg hótta av Fiskasøluni, tí Fiskasølan sjálv hevur flakavirki, sum arbeiða í kapping við Fiskavirking. Tað hevur heldur einki at gera við, at tað ljóðar, at Føroya Fiskavirking flýtur tungt, sigur Dagmar Joen- sen. Og so vil hon heldur ikki gera fleiri viðmerking- ar til tað. Eftir stendur so, at nevndin fyri Framtaks- grunnin hevur ikki mett, at teir keyparar, sum hvør í sínum lagi hava boðið upp á Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking, hava verið nóg áhugaverdir til at tosa um sølu við. Men hvønn Dagmar Joensen og restin av nevnd- ini fyri Framtaksgrunnin so metir vera nóg áhugaverdan til at keypa »allan klump- in« í einum, vil nevndar- formaðurin ikki siga nakað um. Nr. 232 - 3. desember 2004 7 Einki álit á Fiskasøluni Nevndin fyri Framtaksgrunni hevur ikki álit á, at Fiskasølan klárar at standa á egnum beinum, eftir at fyritøkan i fleiri ár ikki hevur havt burðardygt grundarlag at byggja á og seinastu tvey árini hevur havt hall Tað ljóðar at ongin fiskur verður keyptur til virkið í Hvalba og í Vági. Tilsamans arbeiddu yvir 90 fólk á hesum báðum virkjunum FISKAARBEIÐI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er stórur vandi fyri arbeiðsplásunum hjá yvir 90 suðuroyingum. Tað hendir eftir at Fiska- virking hevur yvirtikið Fiskasøluna. Fiskasølan hevur flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági og har hava tilsamans yvir 90 fólk havt heilt fitt av ar- beiði seinastu dagarnar. Men vælvitandi keldur vilja vera við, at eitt tað fyrsta, sum Fiskavirking gjørdi, var at halda uppat at keypa fisk til fiskavirkini í Vági og í Hvalba. Í hvussu so er, kann stað- festast, at ongin fiskur er á virkinum í Hvalba og í Vági eru tey liðug í dag við tað, tey hava av fiski og har fyriliggur onki um at tey fáa meiri fisk. Tað hevur ikki borið til at fingið fatur á nøkrum á Fiskavirking, men vælvit- andi keldur í nánd av Fiska- virking vátta, at ongin fisk- ur verður keyptur til hesi bæði virkini meir, og hetta fer í hvussu so er at standa við fyribils. Hesi leysatíðindi verða styrkt av tíðindum á heima- síðuni hjá Suðurrás, har keldur á saltfiskavirkinum í Vági upplýsa, at ongin fiskur verður keyptur meir til virkið í hvussu so er fyri- bils. Men hvussu verður í longdini er óvist. Suðuroyggin er tað økið í landinum, sum er harðast rakt av arbeiðsloysi, men nú er so arbeiðið hjá yvir 90 suðuroyingum afturat í stórum vanda. Eini 45-50 fólk hava arbeitt á virkinum í Vági og nakað tað sama í Hvalba. Fiskavirking hevur ov mikið av virkjum norðan- fjørðs til at arbeiða fisk á, ikki minst saltfiskavirkið á Toftum og tað er tískil lítið sannlíkt, at teir fara at varðveita virkini í Suðuroy. Hinvegin er laksavirkið í Fuglafirði, sum fiskasølan eisini átti, í frægari støðu, tí har hava tey sáttmálar um levering í næstan eitt ár afturat. Yvir 90 suðuroyingar í vanda fyri at missa arbeiðið