Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 232 - 3. desember 2004 Á fundi týsdagin legði Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe fram eina sonevnda roknskapargreining av fiskiflotanum fyri árini 1999 til 2003. Niðurstøðan er, at fiskiflotin hevur havt nøkur góð ár, harav árið 2001 var hitt besta, og síðan er gingið niður á bakka hjá stórum parti av flotanum FISKIFLOTIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Roknskapargreiningin, sum Rasmussen & Weihe hava gjørt, fevnir um megin- partin av fiskiflotanum. Við í greiningini eru fiskifør, sum eru omanfyri 110 tons ella hava eina maskinorku, sum er yvir 400 hk. Hetta svarar til flokkingina av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Greiningin byggir í fyrsta lagi á almennu roknskapir- nar hjá teimum feløgum, ið eiga skipini. Harumframt hava Rasmussen & Weihe útvegað sær upplýsingar um nettosølu, veiðinøgd og annað. Útróðrarflotin er ikki við í greiningini, tí har eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í parta-ella smápartafeløg við skyldu at lata inn al- mennan roknskap. Kanningin av fiskiflot- anum er býtt upp í hesar vinnugreinar. • pelagisk vinna • rækjuvinna • verksmiðjutrolarar • partrolarar • lemmatrolarar • línuskip • garnaskip • onnur skip – Í greiningini hava vit lagt dent á at lýsa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipa- bólki hesi 5 árini. Fyri at fáa eina heildarmynd av fiskivinnuni, hava vit eisini lagt tølini fyri allar skipa- bólkarnar saman, siga Rasmussen & Weihe. Grannskoðarafelagið sigur, at tey við roknskap- argreiningini hava lagt dent á at geva teimum, sum lesa frágreiðingina, møguleika fyri at gera sínar egnu nið- urstøður. Taltilfarið er rúgvusmikið og kann grein- ast á ymiskar hættir. – Men vit kunnu stað- festa, at sera stórar broyt- ingar eru farnar fram í tíð- ini frá 1999 til 2003. Upp og niður – Sum heild hevur fiski- flotin havt eina støðuga framgongd frá 1999 til 2001, men árini 2002 og serliga 2003 hevur gingið afturá. Hetta er eina mest orsøkin til, at støðuga framgongdin í búskapinum er vend til eina afturgongd. Grannskoðarafelagið vís- ir á, at greiningin fevnir ikki um 2004, men tað eru týðiligar ábendingar um, at hetta árið er verri enn 2003 hjá mongum skipum. – Sambært Hagtíðindum fyri oktober 2004 er fesk- fiskaveiðan í virði minkað 10% fyrstu átta mánaðirnar í 2004 í mun til somu mán- aðir í 2003. Lemmatrolarar og garnaskip hava ikki merkt niðurgongd í virðin- um á fiskiveiðini í 2004, meðan partrolarar og línu- skip hava merkt ávikavist 16% og 13% afturgongd í veiðivirði fyrstu átta mán- aðirnar í 2004, sigur felag- ið. Pelagisk skip Pelagisku skipini høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 er úrslitið fallið mun- andi – og í 2003 heldur afturgongdin fram. – Tó má árið 2003 metast sum eitt nøktandi ár, og úr- slitið hetta árið er tað trið- besta hesi fimm árini. Grannskoðarafelagið sig- ur, at pelagiski flotin er væl konsolideraður og er annars væl fyri. – Sambært teimum ábendingum, sum vit hava fingið, má roknast við, at pelagisku skipini hava havt enn eitt gott ár í 2004, sum svarar nøkulunda til árið 2003. Rækjuskip Rækjuflotin hevur havt fleiri trupul ár á rað, og støðan var vánalig við árslok 2003. – Tað er eisini alt, sum bendir á, at rækjuflotin hevur havt enn eitt vánaligt ár í 2004. Grannskoðarafelagið vís- ir á, at okkurt skip er farið av knóranum í 2004, og okkurt annað skip er farið úr flotanum. – Henda ikki munandi broytingar í rakstrinum, má roknast við, at rækjuflotin Nú gongur niður á bakka hjá s Fólk, sum eru aktiv í fiskivinnuni, bankafólk og onnur, sum í aðrar mátar varða av vinnuni, vóru við á fundinum Mynd: Jens Kr. Vang