Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 3. desember 2004 9 framhaldandi fer at minka. Rækjuflotin hevur stórt hall, og feløgini eru í gjald- føristrupulleikum. – Støðan hjá rækjuflotan- um er sum heild álvarslig. Verksmiðjutrolarar Grannskoðarafelagið sigur, at verksmiðjutrolarar hava havt rímiliga góð ár, og flotin var væl fyri við árslok 2003, tó at tað hetta árið fór at ganga afturá. – Tær ábendingar, sum vit hava fingið, siga, at raksturin av hesum skipa- bólki í 2004 er nøkulunda á sama støði sum í 2003. Tonsatalið hjá verk- smiðjutrolarunum er økt, men miðalprísurin er mink- aður. Nøkur skip hava góð úrslit í 2003. Hjá øðrum gekk verri, men tey tera uppá tøka peningin, sum feløgini hava. Partrolarar Partrolaraflotin er hampi- liga væl fyri, men fíggjar- støðan versnaði munandi árini 2002 og 2003. – Tær ábendingar, sum vit hava fingið fyri árið 2004, eru ikki serliga positivar. Grannskoðarafelagið vís- ir á, at sambært Hagtíðind- um hevur partrolaraflotin havt eina afturgongd í veiðivirði upp á 16% fyrstu átta mánaðirnar í 2004 í mun til somu mánaðir í 2003. – Hetta er ein sera stór afturgongd, heldur felagið. Oljan er vorðin dýrari, fiskurin smáur, og fiska- prísirnir eru lágir. Grannskoðarafelagið sig- ur, at árið 2001 var eitt so gott ár hjá hesum parti av flotanum, at reiðaríini kundu havt innfríað lang- freistaðu skuldina hetta árið. – Heldur núverandi gongdin fram, fer at tátta í hjá partrolaraflotanum. Lemmatrolarar Samanumtikið er fíggjar- liga støðan hjá hesum part- inum av flotanum hampi- liga góð, og somuleiðis er konsolideringin góð. Hin- vegin er gjaldførið ikki serliga gott. – Lemmatrolararnir høvdu ikki nakað serliga gott ár í 2003, og ábending- ar eru um, at árið 2004 ikki royndist betur. Felagið vísir til Hagtíð- indi, sum veit at siga, at lemmatrolararnir hava havt eina lítla framgongd í veiðivirði fyrstu átta mán- aðirnar í ár uppá 2%. – Hinvegin er oljan vorð- in munandi dýrari í 2004. Tí má roknast við, at hesin skipabólkur samanlagt eis- ini kemur at merkja eina afturgongd í 2004. Tað er serliga tann eini lemmatrolarin, sum hevði eitt gott úrslit í 2003, og hetta ger stóran mun fyri samanlagda skipabólkin. Línuskip Línuskipaflotin hevur havt nøkur góð ár og er væl fyri. – Hesin skipabólkur hevði eitt serstakliga gott ár í 2003, men roknað verður við, at árið 2004 helst verður nakað lakari. Hagtíðindi vita at siga, at línuskipini hava havt eina afturgongd í veiðivirði fyrstu átta mánaðirnar í 2004 uppá 13% í mun til somu mánaðir árið fyri. Agnið, sum línubátarnir egna, er nógv dýrari í ár enn undanfarin ár. Tað er serliga høgguslokkurin, sum er dýrkaður, og makr- elurin er eisini øktur nakað í prísi. – Saman við minkandi veiðivirðinum, dýrari olju og agni er væntandi, at úrslitið hjá línuskipunum verður lakari í 2004 enn í 2003, sigur grannskoðara- felagið. Garnaskip Garnaskipini hava havt nøkur góð ár, men árini 2002 og 2003 royndust minni væl hjá hesum part- inum av flotanum. Tó eru hesi skip enn væl fyri. – Tað eru tó ábendingar um, at afturgongdin, sum verið hevur, er vend til eina framgongd í 2004. Rasmussen & Weihe byggja metingina fyri árið 2004 á Hagtíðindi, sum veit at siga, at "gørn og annað" hava havt eina framgongd í veiðivirði fyrstu átta mán- aðirnar í ár uppá 13% í mun til somu mánaðir í 2003. – Garnaskipini hava skilagott gjaldføri, og tey eru rímiliga væl konsolid- eraði, hóast raksturin ikki hevur gingið so væl í 2002 og 2003, sigur Grannskoð- arafelagið. Onnur skip Í bólkinum "onnur skip", har eitt nú Næraberg og West Freeser eru, gongur minni væl, og útlitini fyri árið 2004 er ivingarsom. Hesin bólkur er soleiðis samansettur, at miðaltølini fyri bólkin siga lítið og einki um gongdina hjá teimum fýra skipunum, sum eru í hesum bólki. Hesi skip eru so ymisk, bæði í stødd og veiði. stórum parti av fiskiflotanum Roknskapargreiningin hjá Rasmussen & Weihe byggir í fyrsta lagi á almennar roknskapir hjá feløgunum, sum eiga skipini Mynd: Jens Kr. Vang Tað var Bjarni Poulsen, sum vegna Grann- skoðarafelagið Rasmussen & Weihe, hevði framløguna á áhugaverda fundinum týsdagin Mynd: Jens Kr. Vang