Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 232 - 3. desember 2004 Tað er hugstoytt, sum søgan hevur hug at endurtaka seg. Um hugt verður at vinnudispositiónum í Føroyum sein- astu árini, so sæst, at um okkurt gongur væl, so loypir alt á og ger íløgur í tað sama. Vit hava sæð hvussu almennir grunnar og privat feløg gjørdu stór íløgur í alivinnu og rækjvinnu, tá alt toppaði, og trøini sóu út til at veksa í himmalin. Vit sóu, hvussu feløg akkurát sum øll onnur gjørdu íløgur í partabrøv beint áðrenn KT bløðran brast um áratúsundskiftið. Vit sóu eisini, hvussu eingin tordi nakað sum helst ella fekk ikki fígging, tí dirvi og ikki minst hugflog sveik í kreppuárunum. Í dag síggja vit, at trøini veksa ikki inn í himmalin. Milli- ónir eru avbrendar í almennum og privatum íløgum, ið vóru framdar í takt við konjukturbroytingarnar, t.v.s stórar íløgur í tað sama sum øll hini, tá konjuktururin toppaði. Tað, ið er meira álvarsamt er, at tá so tað gongur niður- eftir, so tykist hugflogið avmarka seg til at konsolidera og sláa fyritøkur saman og fasthalda ein verandi rakstrar- bygnað uttan broytingar, heldur enn at diversifisera og keypa meðan alt er bíligt, sum ráðiligt er. Spuringurin er, um ikki flokkmentaliteturin enn einaferð er medvirkandi til at koyra samfelagið í eina kreppu. Nógvar ymsar meiningar eru um áttatiárini, men ein felagsnevnari millum tá og nú er, at nógvar fyritøkur vóru settar á stovn innan somu vinnugreinir. Fór ein at gera okkurt, so fylgdu onnur aftaná. Hetta hevur eisini verið støðan seinastu árini. Okkurt frambrot er gjørt, men tað vísir eg, at vanahugsan sum oftast vinnur á nýhugsan. Váðafúsur kapitalur, sum tosað verður so nógv um, er hjá føroyskum virkjum og grunnum nærum altíð nakað, ið onnur mugu hava. Kemur okkurt hugskot ella onkur ætlan á borðið, so rea- gerar politiska umhvørvið oftast við at hatta eigur man ikki at gera. Tá so alternativið verður framt, so standa somu politikarar og siga tað sama um alternativið. Er tað veruliga so syrgiligt, at vit hava eitt politiskt umhvørvi, ið altíð veit, hvat ikki má gerast, men ongantíð hevur eina miðvísa ætlan, so at vit bert enda við tí síðstu avleiðingini av einari langari røð av forkastaðum alternativum? At veita rakstrarstuðul er ikki snilt, men harfyri er ikki sagt at allur stuðul er av tí ringa. Landið hevur stovnað nógvar fyritøkur, ið føroyingar í dag ikki høvdu viljað verið fyriuttan sosum Atlantsflog og ferðamannasiglingin, sum Norrøna í dag rekur. Tó vísir tað seg eisini, at almennir grunnar ikki altíð kenna sína vitjunartíð og duga illa at sleppa, tá sleppast skal. Hvussu ber tað til, at vit hava fingið ein hugburð, har man heldur at almennir grunnar skulu friðhalgast frá at lurta eftir politiskum signalum og samfelagnum rundanum? Hvussu ber tað til, at vit hava fingið eitt politiskt umhvørvi, har dirvi til at stovna eitt Atlantsflog ella eina uttanlandasigling ikki er til staðar, sjálvt um tað skuldi verið neyðugt? Hvar høvdu vit verið í dag, um politiska umhvørvið fyri 30 árum síðani var sum í dag? Hetta eru ymsar meiningar um, men vónandi kann hetta fáa onkran at hugsa seg um. DAGSINS MEINING Sosialurin Tá ein skal, skulu øll VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Zakarias Wang gongur Erasmusi Montanusi ein skarpan gang Søgan um tá Zakarias helt seg finna ein feil á síðu 23... Sjúrður Skaale Eg havi, vegna Norðurat- lantsbólkin, staðið fyri at fáa gjørdar tvær bøkur um tey rættindi og teir møgu- leikar, sum Føroyar og Grønland eiga sambært altjóða lóg. Onnur bókin lýsir hetta mál úr 10 sjónarhornum, og dygdin er so mikið góð, at eitt altjóða forlag varð sinn- að at geva hana út. Eg havi, eftir áheitan, longu lagt hana fram fyri lærarum í altjóða lóg á donskum uni- versitetum, og sum tað sær út fer hon at verða nýtt í undirvísingini longu kom- andi ár. Og sambært for- lagnum er hon longu seld í fleiri londum. Eg haldi tað er at fegnast um, at fólk fáa óhefta upplýsing um Føroyar. Hin bókin er eitt savn við 364 søguligum keldum, sum fyri mesta partin ikki hava verið kendar áður, og sum varpa nýtt ljós á hví vit standa har, vit standa í dag. Hallbera West og Maria Heinesen, sum hava savnað og skipað hesar søguligu keldur, hava gjørt slóðbrót- andi arbeiði. Og keldurnar hava fingið nógva umrøðu ta síðstu vikuna. Tær vísa nevniliga millum annað, at Danmark grovliga vill- leiddi ST, tá Grønland í 1953 varð gjørt til ein part av Danmark. Hetta er álvar- samt. So álvarsamt, at við- urkendir serfrøðingar í al- tjóða lóg - m.a. fyrrverandi danski løgmálaráðharrin Ole Espersen - halda, at tað eigur at fáa politiskar av- leiðingar í dag. Fjølmiðlar í bæði Føroy- um, Grønlandi, Danmark og Noregi hava víst hesum ans, og onkur altjóða fjøl- miðil hevur sett fólk at kanna tað nærri. Ein feilur... Viðvíkjandi Føroyum koma eisini viðurskifti til sjóndar, sum ikki hava verið kend áður, og føroyskir søgu- menn, sum hava lisið til- farið, halda tað vera virðis- mikið. Men Zakarias Wang heldur lítið um tað. So lítið, at hóast hann skuldi eitast at ummæla tað í útvarp- inum mánakvøldið, ikki tók tað upp á tungu... Zakarias segði í "um- mælinum", at feilir eru í einum stuttum yvirliti yvir søgu Føroya, sum stendur í bókini - og tí helt hann ikki arbeiðið hjá Mariu og Hall- beru vera vert so mikið sum at nevna. Umrødda yvirlit var ikki neyðugt at hava við í bókini, og tað hevur einki beinleiðis samband við ella týdning fyri sjálvt keldu- savnið. Men eg bað høv- undarnar gera tað sum eina tænastu til ókunnugar les- arar. Og Zakarias hevur lut- víst rætt. Tað er ein spurn- ingur um tulking, men við góðum (ella óndum) vilja ber kanska til at siga, at onkur lítil feilur hevur sníkt seg inn í yvirlitið. Hóast hesin lítli feilur ongan týdning hevur fyri sjálvt keldusavnið, er hetta sjálvsagt nakað, ein um- mælari kann gera vart við. Men Zakarias fer longur enn so. Hansara niðurstøða er, at orsakað av feilinum í yvirlitinum - sum altso ikki er partur av sjálvum keldu- savninum - er alt savnið virðisleyst! So fullkomiliga virðisleyst, at maðurin, sum er settur at ummæla savnið, ikki tekur savnið upp á tungu í sínum "um- mæli"! Ósakligt Her hava altso tvær kvinnur í langa tíð pløtt skjalasøvn ígjøgnum fyri at fáa til vega nýggja vitan um søgu Før- oya og Grønlands. Tær hava skipað tilfarið. Tær hava skrivað samandráttir. Og úrslitið hevur vakt ans í fleiri londum. Men Zak- arias, sum skal ummæla tað fyri føroyskum lurtarum, sigur ikki eitt einasta orð um tað 278 síður stóra savnið, tí hann heldur seg hava funnið onkran feil í einum lítlum yvirliti á síðu 23... Tað er í sjálvum sær ógvuliga langt úti. Men tað er ikki alt. Zakarias sigur nevniliga eisini, at tað eri eg, sum havi gjørt hetta ólukku yvirlit. Tað havi eg ikki, men tað sigur hann altso. Við øðrum orðum: Maðurin kolldømir alt tað stóra arbeiðið hjá Hallberu og Mariu, tí hann heldur seg hava funnið onkran lítl- an feil, sum hann sigur Sjúrð Skaale hava gjørt! Erasmus Montanus hevði ikki klárað tað betri: Sjúrð- ur er býttur - ergo eru Maria og Hallbera býttar... Sambært Zakarias ber ikki til at hava álit á samandrátt- unum av keldunum í savn- inum orsakað av tí lítla feil- inum í yvirlitinum. Her skal altso verða talan um manipulatión. Men Zakarias nevnir ikki, at tað klárt og greitt stendur í bókini, at allar keldurnar í fullari longd verða lagdar út á internetið í januar. Hetta til tess at tryggja, at øll fáa fulla atgongd til alt, og eingin kann leggja nakran undir at manipulera við nøkrum. Tí endamálið var og er bara at leggja fram tilfar, sum áhugað fólk kunnu lesa, og søgu- og samfelagsfrøðing- ar kunnu greina - uttan fyrst at skula nýta mánaðir og ár í skjalasøvnum til at leita eftir tí. Tað veit Zakarias. Og tí var tað óalmindiliga ósak- ligt av honum í sínum "um- mæli" at rógva frammiund- ir, at Hallbera West og Maria Heinesen hava mani- pulerað við tí tilfarinum, sum er givið út.