Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 3. desember 2004 11 VIÐMERKINGAR Norrønufrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum er eitt sjuskverk 4. partur Tikið verður samanum Eftir Anni á Hædd, løgfrøðingi Eftir at hava lisið frágreið- ingina gjølla - bæði meðan Skipaeftirlitið fyrireikaði málið og nú aftaná at Skipa- eftirlitið metir seg verða lidnan við kanningararbeið- ið og tí hevur almannakunn- gjørt sína endaligu frágreið- ing - kann eg ikki koma til nakra aðra niðurstøðu enn at skýra frágreiðingina sum eitt sjuskverk. Kanningarsetningurin Kanningarsetningurin hjá Skipaeftirlitinum er sjálv- gjørdur. Ongar føroyskar reglur er gjørdar um, hvat kanningar av vanlukkum og óhappum á sjónum skulu fevna um. Ongar reglur ella leiðreglur eru gjørdar um, hvørjar vanlukkur ella óhapp skulu kannast og hvørji ikki skulu kannast. Hetta merkir, at "bagatel- markið" er ókent, uttan so at vísast kann á óhapp, sum eru farin fram í tíðar-skeið- inum síðani Skipaeftirlitið kom á føroyskar hendur og hugt verður nærri at, hvussu Skipaeftirlitið hevur valt at viðgera óhapp og vanlukkur. Sjálv havi eg ikki fult yvirlit yvir van- lukkur og óhapp, sum eru hend við føroyskum skip- um í hesum tíðarskeiðin- um, men øll vita, hvørji óhapp Norrøna hevur havt. Hvørjar vanlukkur og óhapp við nýggju Norrønu kannar Skipaeftirlitið? Á síðu 5, undir broti 4.2 í frágreiðingini frá Skipa- eftirlitinum, staðfestir Skipaeftirlitið soleiðis: "Hin 3. oktober 2003 varð Norrøna á veg inn í Tórshavnar havn. Undir manøvrunum bar hon við Eystara mola. Ein bukla kom inn í void space nr. 11, men hol kom ikki á skipið. Vindmátarin á Norrønu vísti omanfyri 20 m/sek, meðan vindmátarin hjá Tórshavnar havn vísti 13 til 17 m/sek. Óhappið varð ikki fráboðað Skipaeftirlit- inum, men klassafelagið fekk boð og sýnaði skaðan." Hetta dømi avdúkar fleiri veikleikar og trupulleikar, sum Skipaeftirlitið hevur at dragast við og fær meg at seta hesar spurningar: 1)Velur Skipaeftirlitið at nevna hetta dømi í frá- greiðingini, tí sami skip- ari stóð á brúnni tann túrin? 2)Velur Skipaeftirlitið at nevna dømi, so at Skipaeftirlitið á henda hátt fær eitt høvi at harta skiparan fyri ikki at hava fráboðað "óhappið". 3)Sambært hvørjum regl- um, skuldi hetta "óhapp" forrestin fráboðast Skipaeftirlitinum? 4)Velur Skipaeftirlitið at nevna dømi, tí teir kanska høvdu ætla sær at kanna "óhappið" og skriva eina Norrønu-frá- greiðing afturat? 5)Tá nú Skipaeftirlitið hev- ur valt hetta dømi, hví verða upplýsingarnar um vindmátaran hjá Tórs- havnar havn og Norrønu so ikki brúktir til nakað konstruktivt? 6)Hvør vindmátari vísir skeivt? Tann hjá Tórs- havnar havn ella tann umborð á Norrønu? 7)Heldur ikki í sambandi við óhappið 15. januar hevur Skipaeftirlitið sett sær spurningin, um antin vindmátarin hjá Tórs- havnar havn ella vindmát- arin hjá Norrønu vísir skeivt ella um orsøk er at tilmæla broytingar í vind- mátingunum hjá Tórs- havnar havn, so at skip, sum koma og fara, kunnu fáa neyvari upplýsingar um vindmegina. Sum kanningarmynduleiki eig- ur Skipaeftirlitið í minsta lagi at umhugsa slíkar spurningar og nevna tað í frágreiðingini. Spurningar stinga seg eisini upp, tá hugt verður eftir, hvat Skipaeftirlitið hevur valt ikki at taka við í frá- greiðingina. Hví hevur Skipaeftirlitið valt ikki at nevna óhappið við Norr- ønu, sum hendi tá skipið var á veg úr hylinum í Tórs- havnar havn á leiðini til Týsklands, har skipið skuldi umvælast? 1)Er tað tí at ein annar skip- ari var umborð tann túrin? 2)Er tað tí at onki hol kom á Norrønu (ella var holið til alla lukku komið frammanundan)? 3)Øllum kunnugt, bleiv Goliat at kalla vrak í tí samanstoytinum við Norrønu. 4)Nær kemur kanningarfrá- greiðingin frá Skipaeftir- litinum um tað óhappið? 5)Ella er ein avtala gjørd millum Smyril Line, eig- aran av Goliat og/ella tryggingarfelagið við "forstáilsi" frá Skipaeftir- litinum? Eisini í tí málinum eru sjónvarpsmyndir tøkar av óhappinum. Tað er eisini væl hugsandi, at gjørdu simulatorroyndirnar frá fyrra óhappinum kunnu brúkast umaftur til at gera staðfestingar og niður-støð- ur um tað seinna óhappið. Eg bíði spent eftir, at frá- greiðingin um seinna óhappið verður almanna- kunngjørd. Hvørja niður- støðu kemur Skipaeftirlitið til í tí málinum? Hvør fær tá høvuðs-skylduna? Veðr- ið? Skiparin á Norrønu? Ella kanska Goliat? Hvat er tað, ið Skipa- eftirlitið kannar? Nærlesur ein frágreiðingina sæst, at Skipaeftirlitið ikki hevur brúkt sína orku og vitan uppá at kanna, hvat orsøkin var til óhappið 15. januar 2004. Í staðin hevur Skipaeftirlitið brúkt sína tíð og orku at finna útav, hvussu skiparin skuldi havt gjørt fyri at sloppið undan óhappinum. Próvførslan, ið Skipaeftirlitið byggir sínar staðfestingar og niðurstøð- ur á, eru simuleringar gjørdar 30. januar undir ideellum umstøðum, tó so- leiðis at vindmegin varð sett til 23 m/sek. Niðanfyri verða nøkur dømi tikin fram, sum vísa, hvussu langt Skipaeftirlitið er farið, fyri at finna útav, hvussu skiparin skuldi havt fyrihildið seg á brúnni hin 15. januar 2004. Á síðu 19 undir brotið 7.5 hevur Skipaeftirlitið skrivað soleiðis: "Víðari vísa simulering- arnar, at tað var møguligt at sigla inn í Tórshavnar Havn í slíkum veðrið, sum var henda dagin (15. jan.), men at trygdin ikki var nóg góð, um feilmanøvrur vórðu gjørdar, ella um skipið misti framtøkumegina." Skipaeftirlitið hevur altso brúkt grein 13 í lógini um trygd á sjónum sum heim- ildargrundarlag fyri at kanna – tað er í hesum før- inum at simulera – hvussu skiparin skuldi havt borið seg at, heldur enn at halda seg til lógliga kanningar- setningin, sum ásetur, at Skipaeftirlitið skal kanna orsøkina til óhappið. Av orðavalinum sæst, at Skipa- eftirlitið, sum kanningar- myndugleiki, ikki leggur seg eftir at gera partleysar (objektivar) staðfestingar, nei, Skipaeftirlitið brúkar insinuerandi orð sum feil- manøvrur, heldur enn bara at staðfesta, at manøvru- møguleikarnir veruliga vóru avmarkaðir 15. januar 2004. Ein kanningarmyndug- leiki, sum veruliga hevði sett sær fyri at kanna til- burðin og hildið seg til sjálvgjørda kanningarsetn- ingin, hevði sum tað fyrsta gjørt ein váðalýsing, og sum tað næsta gjørt eina váðagreining, áðrenn nøkur staðfesting ella niðurstøða varð gjørd. Ein váðalýsing skal lýsa teir vágar, sum vóru 15. januar 2004. Ein nágreinilig váðalýsing tekur hædd fyri vindinum, ið var, meðan Norrøna sigldi inn og vindøkingina, ið brádliga kom, tá skipið var áraka molan. Tað, at vindmegin so brádliga vaks, tá skipið veruliga var komið inn um tað punkti, hvar ikki vendist við aftur, hevur Skipaeftir- litið lætt og elegant valt at síggja burtur frá. Sannleik- in er, at skipið var komið ov langt inn, tá vindmegin brádliga vaks og tók skipið. Tað, at Viðarnesbryggja veruliga liggur har hon liggur, tað at Tórshavnar havn í sjálvum sær er trong til eitt so stórt skip sum Nor- rønu, ger jú tað, at manøvru- møguleikarnar hjá Norrønu í Tórshavnar havn eru av- markaðir í góðum veðrið sum í ringum veðrið. Tað er veruleiki, men Skipaeftir- litið metir ikki slíka váða- lýsing hava týdning fyri teirra kanning, meting, stað- festingar og niðurstøður. Ein váðagreining eigur eisini at taka hædd fyri øðr- um faktorum. Tað, at skip- ari, yvirstýrimaður, 1. stýri- maður og róðursmaður hava vitnað, at skipið onga framtøkumegi hevði, hóast motorarnir ongantíð steðg- aðu, eigur at fáa Skipaeftir- litið at seta spurnartekin við, um brek í manøvru- pultum, eltólum ella øðrum skipanum kunnu hava verið atvoldin til, at Norrøna dreiv á Viðarnes aðru ferð. Ein váðagreining eigur eisini at taka hædd fyri teimum skaðum, sum Norr- øna helst fekk fyrru fer hon bar við Viðarnesbryggju. Altso eigur Skipaeftirlitið at kanna og greina, hvønn týdning skaðarnir hava havt fyri manøvrueginleikarnar hjá skipinum o.s.fr. Ein váðalýsing og váða- greining eigur eisini at taka hædd fyri og lýsa, hvørji onnur skip lógu at bryggju og hvar tey lógu. Onki er í frágreiðingini, sum bendir á, at Skipa- eftirlitið hevur framt slíka váðalýsing ella váða- greining. Niðurstøðan er, at frágreiðingin frá Skipaeftirlitinum er eitt sjuskverk. Á síðu 24, undir broti 8.1 hevur Skipaeftirlitið skriv- að soleiðis: "Simuleringarnar av inn- siglingini í Tórshavnar havn henda dagin vísa, at tað bar til at sigla inn, men tað var ikki pláss fyri feilmanøvr- um. Um bakkað varð við stýriborðsskrúvu, siglt varð fram við bakborðsskrúvu, róðrið hart stýriborð, bar væl til at fáa skipið upp ímóti vindinum og sigla inn í Tórshavnar havn." Simuleringar royna at endurgeva veruleikan undir ideellum og statiskum um- støðum. Hædd verður ikki tikin fyri eitt nú kósbroyt- ingum i vindinum, nær eitt vindblak er komið, nær tað næsta kom, ristingar í skipið o.s.fr. Hóast nógvar avmark- ingar eru innbygdar í simu- latorroyndunum hjá Skipa- eftirlitinum, so ger Skipaeft- irlitið onki fyri at lýsa hesar fyri almenninginum, annað enn á síðu 19 stutt at stað- festa, at "skipið varð ikki lagt at bryggju" (tað er altso í sambandi við simulering- arnar hjá Skipaeftirlitinum). Er tað so galið, at Skipa- eftirlitið ikki er vitandi um avmarkingarnar í simuler- ingunum? Ella metir Skipa- eftirlitið, at avmarkingarnar í simulatorinum ongan týdning hava fyri kanningar- nar av óhappinum? Tað síðsta má helst verða satt, tí kanningarfrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum byggir á simuleringar heldur enn uppá váðagreiningar, vitnis- frágreiðingar og aðrar frá- greiðingar, sum skipakøn fólk hava givið Skipaeftirlit- inum ímeðan kanningarar- beiðið hevur verið gjørt. Á síðu 24, undir brotið 8.2 stendur: "Ein annar møguleiki at sigla inn í havnina hevði verið, at tá Norrøna nærk- aðist havnini, kundi hon siglt út um russisku skipini, ið lógu fyri akkeri, fyri síð- ani at andøvt inn við Argja- landinum og inn í havnina. Um hetta var gjørt, hevði ikki verið neyðugt at gera so stóra kósbroyting í ein- um. Siglingin inn í havnina kundi verið gjørd við fleiri smáum kósbroytingum. Hetta hevði gjørt tað mun- andi lættari at leggja skipið við stevninum móti vindin- um. Um Norrøna stevndi móti vindinum, hevði skipið havt nóg mikið av maskin- orku til, at vindurin ikki hevði tikið tað. Harafturat hevði pláss verið fyri fleiri manøvrumøguleikum." Hetta dømi prógvar, at Skipaeftirlitið hevur mist fokus í kanningararbeiðin- um. Í staðin fyri at kanna or- søkina til óhappið - soleiðis sum ein kanningarmyndug- leiki sambært lógini hevur skyldu til - brúka teir simu- leringar at "belæra" skipar- in, hvussu hann skuldi havt gjørt fyri at sloppi undan óhappinum. Hvønn kasjett hevur Skipaeftirlitið havt á høvdinum, tá teir skrivaðu hatta reglubrotið? Hvat nú, um skiparin á Norrønu tekur umrødda siglingartilmæli frá Skipaeftirlitinum í álvara og eitt óhapp tá hendir? Hvør fær tá skyldina? Skiparin ella Skipaeftir- litið? Á síðu 25, undir brotið 8.2, skrivar Skipaeftirlitið soleiðis: "Yvirstýrimaðurin segði, at farið varð út í Nólsoyar- fjørð at gera status. Hetta kundi eins væl verið gjørt, um skipið varð liggjandi á Viðarnesi. Møguligt hevði eisini verið at gjørt eina roynd at leggja skipið at á vanliga atløguplássinum. Í triðja lagi kundi ein roynd verið gjørd at leggja at mol- anum, men skiparin valdi at fara útaftur í Nolsoyarfjørð." Hesar staðfestingar ger Skipaeftirlitið uttan eisini at leggja dent á, at skiparin hevði fingið fráboðað, at hol var á skipinum, men at tað var omanfyri vatnlinjuna, jvb. s. 11 í frágreiðingini frá Skipaeftirlitinum og at eitt norskt skip lá við bryggju, og tí metti skiparin ikki at tað var ráðiligt at leggja Norrønu at við molan, tí vandi var fyri at skaði kundi koma á norska skipið. Hetta hevur skiparin gjørt Skipa- eftirlitinum varugt við langt áðrenn kanningarfrágreið- ingin varð liðugt skrivað. Men frágreiðingin frá Skipaeftirlitinum er eitt sjuskverk og tí hevur Skipa- eftirlitið valt at sæð burtur frá hesum upplýsingunum. Skipaeftirlitið hevur ikki gjørt nakra váðalýsing ella váðagreining. Skipaeftirlitið hevur rætt og slætt gjørt staðfestingar og niðurstøð- ur, sum ikki byggja á eitt fullgott upplýsingar- grundarlag ella próv- førslu. Eisini staðfestir Skipa- eftirlitið á s. 25, undir broti 8.2 soleiðis: "Skiparin stóð miðskips undir allari tilgongdini. Hann hevði tí ikki nakað út- sýni niður við síðunum. Hevði hann staðið úti í bak- borði, hevði hann sæð betur, hvussu skipið flutti seg í mun til umhvørvið og havt nógv betur møguleika at tikið neyðug stig í góðari tíð." Skipaeftirlitið staðfestir, at skiparin hevur staðið á skeivum staði á brúnni. Tað, sum Skipaeftirlitið ikki tekur við í sína so- nevndu greining er, at skip- arin er ikki einsamallur á brúnni. Skiparin hevur jú stýrimenn afturat sær. Hvat er so uppgávan hjá hesum stýrimonnum? Jú, teir eru skiparans "forlongdu" eygu og oyru, so skiparin kann gera sær eina heildarmynd av støðuni. Spurningurin er, um Skipaeftirlitið hevur Framhald á síðu 27