Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 232 - 3. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Nú leygardagin 4.des. kl.10.00 byrjar jóla- sølan hjá Heima- virkisfelagnum í Fuglafirði Piddasahandil er á tremur við góðum jólagávuhug- skotum. Her finnur tú heimavirkaðar prýðis- og brúkslutir av alskyns slag - alt frá fjálgum pløggum til fløgur og súltutoy. Á "Kafé- kontórinum" í erva fæst allan dagin ein góður koppur av kaffi ella te við onkrum leskiligum afturvið, og sjálvandi er eisini eitt "jólapakka-tom- bola" á skránni. Um middagsleitið verður tónleikur at hoyra í Ribar- húsi - Niels og Helgi Mid- jord syngja og spæla nøkur løg, og sangbólkurin Salt fer at framføra sangir av síni nýggju fløgu. Henda leygardagin, 4. des., hava vit opið heilt til kl. 18.00. Sunnudagin 5. des. hevur Piddasahandil opið millum 16.00 og 18.00, í samband við at ein listaframsýning letur upp í Ribarhúsi. Jólasølan heldur fram líka til jóla. Opið er hvønn dag frá kl. 15.00, tó leygar- dag frá kl. 11.00. Verið hjartaliga vælkom- in inn í tað hugnaliga og gamla "jólahúsið" mitt í býnum í Fuglafirði Jólahugni í Piddasahandli og Ribarhúsi Simme Musikkhús hevur fingið heiðurs- prísin "Fender Top Dealer Award 2003" tillutaðan frá Fender Skandinavia Fender er ein stór ameri- kansk fyritøka, sum fram- leiðir musikkinstrument sum t.d gittarar og forsterk- arar. Simme A. Jacobsen sig- ur, at hann er sera fegin um hendan heiður, og hann tekur tað sum eitt veruligt herðaklapp. Hann hevur fingið prísin fyri at hava gjørt vart við seg í branch- uni. Simme hevur handlað við ljóðførum síðan 1959. Fyrstu árini fekk hann Fender instrumentini bein- leiðis úr USA. Nú er høv- uðssætið hjá Fender í Skandinavia í Gøteborg í Svøríki. Tað eru teir, sum hava innstillað Simma til at fáa Fender heiðursprísin. Simme Musikkhús og "Bjarnastein Guitars" v. Petur M. Bjarnastein í Sal- tangará, sum framleiður tann kenda Bjarnastein- gittarin, arbeiða í løtuni við eini samanlegging av fyri- tøkunum við høvuðssæti í N. Finsensgøtu 7 í Havn. Simme Musikkhús, Tórshavn: Fingið heiðursprísin "Fender Top Dealer Award 2003" Húðrøktarstovan Fango er nú latin upp aftur í Torkilsgøtu 8 í Hoyvík. Tað er Sólvá Jacob- sen, sum eigur og rekur Fango. Hon er 34 ára gomul og útbúgvin kos- metologur. Hon byrjaði í 1999 á internationala kosmeto- logskúlanum, "Cidesco" í Aarhus. Síðan var hon í praktikk í Aarhus á klinikk Helle Thorup, har hon arbeiddi saman við fleiri øðrum kos- metologum. Hon tók endaligt prógv í apríl 2001. Eftir at hava arbeitt 11 ár uttanlands flutti Sólvá heim til Føroya í juni 2001 og stovnaði húð- røktarstovuna "Fango" í J. Paturssonargøtu í Havn. Har var hon til 1. november 2003, tá hon fór í barnsburðarfar- loyvi. Hjá húðrøktarstovuni Fango verða gjørdar ym- iskar viðgerðir so sum andlitsviðgerðir, vippir og brýr, hendur (mani- cura), føtir (pedicura), epilering, voksviðgerð av hárið o.a. Adressan er Torkils- gøta 8, Hoyvík, og bí- legging á tlf 312021. Sólvá Jacobsen, kosmetologur: Húðrøktarstovan Fango latin upp í Hoyvík Simme A. Jacobsen við heiðursprísinum, sum hann tekur sum eitt veruligt heraklapp Mynd Jens Kristian Vang Sólvá Jacobsen eigur og rekur húðrøktarstovuna Fango í Torkilsgøtu 8 í Hoyvík Mynd: Jens Kristian Vang