fríggjadagur 3. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 3. desember 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Jóhan Martin Restofff er føddur í
Havn 6. desember 1939. Hann er
sonur Mariu, f. Joensen og Christ-
ian Dahl Restorff, sum bæði vóru
havnarfólk. Abbarnir hjá Jóhan í
báðar ættir vóru kendar havnar-
myndir, Jóhan Restorff, ið var skip-
ari og róptur kapteynurin og Hans
Joensen, undir Kletti, ið var hand-
ilsmaður.
Føðingardagsbarnið, Jóhan Res-
torff, vaks upp fyrstu 9 árini av lívi
sínum niðri á Áarvegnum, í barn-
dómsheiminum hjá pápanum, sum
stóð har niðasti parturin av Hotel
Hafnia er. Í 1948 flutti húskið niðan
á Hoyvíksvegin at búgva.
Jóhan gekk í skúla í gamla
kommunuskúlanum,
sum
varð
bygdur á Húsgarðsbønum seinast í
1890-unum. Hetta er prýðiligi
bygningurin úr gróti, har býráðsum-
sitingin heldur til. Seinni fór Jóhan
í realskúlan og tók prógv haðani.
Stutt eftir lokið realprógv fór
Jóhan undir hotelútbúgving á Hotel
Baltic í Nykøbing Falster í Dan-
mark. Saman við honum fór eisini
Ester, ættað úr Fuglafirði, sum hann
giftist við í 1959.
Eftir lokna hotelútbúgving í 1960
kom Jóhan heimaftur á klettarnar at
hjálpa pápa sínum, sum í 1950
hevði bygt Hotel Hafnia og var
byrjaður hotelvirksemi saman við
konu síni, Mariu. Hotel Hafnia
hevur verið virkisøki og arbeiðs-
plássið hjá Jóhan síðani og myndaði
hann, saman við faðiri sínum,
leiðsluna á Hafnia árini fram til
1971, tá ið yngri beiggin, MC kom
heimaftur, eisini eftir lokna út-
búgving innan hotelfakið.
Jóhan og Ester fingu 4 børn:
Christian, sum einans 5 ára gamal
doyði av vanlukku yviri við strond í
1965, har ruskplássið í Tórshavnar
kommunu var tá. So er tað Katrin,
Jan og Martin.
Ester, kona Jóhan, tók eisini út-
búgving innan hotelfakið, sam-
stundis sum Jóhan, á Hotel Baltic.
Hon tók prógv sum smyrjibreyðs-
kvinna og arbeiddi eisini á Hafnia í
fleiri ár.
Umframt bróðirin MC, hevur Jó-
han tvær systrar, Birgit og Kirstin,
sum báðar hava arbeitt á Hafnia í
mong ár.
Í arbeiði sínum sum hotellstjóri
hevur Jóhan - eins og faðirin
Christian Dahl Restorff - duga sera
væl at vísa gestunum blíðskap, so
hesir hava kent seg væl, bæði sum
gistandi gestir og matgestir.
Jóhan hevur ikki einans verið hin
føddi hotelverturin. Hann hevur
eisini virkað á øðrum økjum. Hann
hevur verið í sangkórinum í Ebe-
nezer síðani hann var blaðungur og
hevur við góðu sangrødd síni verið
mikil stuðul har. Tey veiku og sjúku
eiga góðar vinir í Jóhan og konuni
Ester, sum mangan hava vitjað tey,
ið hava serligan tørv og soleiðis
lívgað mangan, ið tørvaði vinar-
hond og eitt gott orð - ikki minst
andaliga. Hjartalagið fyri teim
sjúku og veiku var eisini nakað, ið
eyðkendi bæði foreldrini.
Mong eru tey, sum hava sitið gott
í heiminum hjá Ester og Jóhan,
bæði tá ið tey búðu á Húsabrúgv, í J.
Paturssonargøtu, á Hoyvíksvegi og
har tey nú búgva.
Trúgvin á Frelsaran, sum Jóhan
og Ester lærdu at kenna í barna-
árum, hevur verin berandi tátturin í
lívi teirra, serstakliga tá ið sorgar-
og sjúkuóløgi hava hótt við at taka
tey av fótum. Men í øllum hesum
eru tey í trúnni á Jesus borin ígjøg-
num alt - til dagin í dag.
Vit ynskja Jóhan hjartaliga til-
lukku við teim sekstifimm og hon-
um og Ester signing Guds framyvir,
somuleiðis børnum og barnabørn-
um teirra.
Føðingardagin 6. desember kl. 9-
12 eru fólk vælkomin á Parnassið á
Hafnia at hitta Jóhan og fáa sær ein
drekkamunn.
Sv.
Jóhan M. Restorff 65 ár
Dagurin
3. desember. Sveinur. Teir vita einki um halgimenni
við hesum navni.
Norrønt navn ið merkir ungur maður.
1. desember 2004 var rekt-
araskifti á Fróðskaparsetr-
inum. Jóan Pauli Joensen,
professari, dr.phil & fil, tók
við eftir Maluna Marners-
dóttir, professara, dr.phil,
sum hevur verið rektari
síðani 1998, tvs. í tvey
valskeið. Hann er valdur
fyri eitt trý ára skeið til 30.
november 2007, tá ið
rektaraval aftur verður.
Malan
Marnersdóttir
hevur starvast á Føroya-
málsdeildini á Fróðskapar-
setrinum
síðani
1983.
Fyrstu trý árini sum ad-
junktur, men síðani 1986
sum lektari í bókmentum.
Jóan Pauli Joensen hevur
verið í starvi á Fróskapar-
setrinum síðani 1989, sama
árið varð hann tilnevndur
professari í siðsøgu og
fólkalívsfrøði. Í 1998 og
1999 var hann professari í
etnologi við Universitetið í
Bergen.
Hósdagin 2. desember
fylti ein vælkendur klaks-
víkingur, Sámal Júst Dahl,
fyrrverandi lærari, 70 ár.
Hann var borin í heim í
Klaksvík
2.
desember
1934, sonur Oluffu, f.
Ziska, og Jógvan Ziska
Dahl, bæði úr Klaksvík.
Pápin fórst undir kríg-
num við "Ekliptiku", helst
á Sandoyarbankanum. So
Sámal Júst kom at vaksa
upp hjá mammuni saman
við systkjunum Hermani
og Karin Mariu ovast í
Kirkjubrekkuni.
Her tróð hann barna-
spor-ini bæði tá tátt og tá
kavi var og varð longu
góður skídrongur í stór-
kavanum, sum kom á
kyndilsmessu í 1947.
Samstundis
gjørdist
hann skóti í Skótaliði
Nólsoyar Pálls, skótalið-
num hjá Roberti Joensen
o.ø. Og tað var skjótt, at
hann varð patruljuleiðari
har og inti eitt valaverk
innan fyri skótarørsluna,
fyrst í kjallaranum í Fim-
leikarhøllini og frá 1950 í
nýggju Uppistovu.
Seinni var hann við í
Santa Jørundsgildi, felag
av eldri skótum sum m.a.
við risabingospølum í KÍ-
høllini var við at leggja
fíggjarligar karmar um
nýggju skótahúsini.
Hann tók realprógv í
Klaksvík í 1951 og ar-
beiddi so heima, til hann
fór á læraraskúla í Haslev
og tók prógv í 1957. Tá
gingu eisini so mætir
menn har sum Hilmar
Bech, Jaspur í Rituvík,
Eilif Samuelsen og Eld-
bjørn Joensen.
Sámal Júst gjørdist lær-
ari við Klaksvíkar skúla
og undirvísti í at kalla øll-
um vanligum lærugrein-
um. Hann var m.a. mate-
matikari, fimur sum ein
selur á sundi, urguleikari,
sangari o.m.a., og tá skúlin
varð sundurbýttur í 1979,
kom hann oman í Ósá-
skúlan og spældi á flyglið
og sang morgunsang.
Tá teldan sá dagsins
ljós, legði hann til brots og
gjørdist kunnugur teldu-
maður og kundi greiða
bæði lærarum og næming-
um frá teldunnar ABC og
víðari loyndarmálum.
Sámal Júst var á DLH
árini 1974-76 í eftirút-
búgving og seinna árið
undirvísti hann eisini við
skúlan í Bagsværd.
1986/87 var hann kst.
varaskúlastjóri við skúlan
við Ósánna. Hann fór frá
fyri aldur í 1997.
Hann spældi fótbólt í KÍ
bæði í 2. og 1. deild. Hann
hevur mong ítriv, hevur
sungið í kóri og var dygg-
ur stuðul í Dansifelagnum,
í Fornminnafelagnum, var
m.a. í áttamannafarinum á
Norðoyastevnu og er ein
primus motor í Bridgefe-
lagnum og rættuliga kring-
ur í bridge.
Sámal Júst giftist 5.
november 1961 við Astrid,
f. Lydersen, av Grømman-
um á Viðareiði, og tey eiga
synirnar Jógvan Ziska,
Heina og Bjarna og eiga
fleiri abba- og ommubørn.
Tey búgva við Kráar-
gøtu í nágrenni barna-
heimi hennara, og har er
hugnaligt at koma á gátt
eins og at njóta teirra frá-
líka urtagarð, sum er
snotuligur og altíð væl
røktur. Ella tú kemur innar
til teirra á Grømmanum á
Viðareiði, har tey eisini
hava hús, og har tey eisini
hava seyð inni um vetrar-
nar í seyðahúsinum.
Sámal Júst hevur arbeitt
á seglvirki, síðan hann
gavst í skúlanum, og er á
floti viðhvørt.
Hjartaliga tillukku Sám-
al Júst og blíðan byr.
Vinur
Sámal Júst Ziska Dahl 70 ár
Jóan Pauli Joensen
nýggjur rektari
Rektaraskifti á Fróðskaparsetrinum 1. desember. Malan
Marnersdóttir gevur nýggja rektaranum, Jóan Paula Joensen,
lyklarnar
Mynd: Jens Kristian Vang