týsdagur 16. apríl 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN APRÍL 2019
4
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
AT FERÐAST VIÐ BØRNUM
- TAÐ ER TÓ EIN SANNROYND, AT H.C. ANDERSEN ALDRIN FEKK
NØKUR BØRN OG SUM FLEST FORELDUR MUNNU HAVA SANNAÐ,
SO ER TAÐ EIN HEILT ONNUR SØGA AT FERÐAST, AFTANÁ AT TEY
FYRSTU BØRNINI ERU KOMIN Í HÚS
NJÓT TAÐ
Njót ferðina sum foreldur.
At ferðast er ein partur av
sjálvari feriuni. Fyri flest
børn er tað spennandi at
flúgva, koyra og síggja
nýggj støð. So royn sum
foreldur eisini at njóta
hendan partin av feriuni
og stúr ikki fyri ov nógvum.
UNDIRHALD
Spøl, bøkur, telefonir, teldl
ar ella annað undirhald kann
vera gott hjá børnum at
stytta um ferðina við. Eitt
hugskot er at keypa onkra
nýggja leiku ella bók til tey
yngstu, tá tað kann vera
eyka spennandi hjá teim
um at fáa okkurt nýtt, með
an tey ferðast.
PAKKA
SKILAGOTT
Tá man ferðast einsamallur
er ikki altíð neyðugt at
hava nógv meira enn far
telduna og eina góða bók
við í handviðføri, men hetta
broytist sum foreldur. Nú
er neyðugt at hava blæur,
vátserviettar, skiftiklæðir,
mat og annað við.
Minst tí til at pakka
skilagott. Tak ikki fleiri blæ
ur við enn neyðugt. Tak
mat við, ið heldur sær
leingi, men fyllir ikki ov
nógv. Rulla klæðini saman,
so at tey ikki fylla ov nógv
í viðførinum. Tak posar við,
ið skitnar blæur kunnu lat
ast í inntil tit koma til eina
ruskspann. Tak spøl og leik
ur við, ið ikki fylla ov nógv,
men sum børnini eru glað
fyri.
FORKLÁRA
Tað eru ikki øll børn, ið eru
trygg við nýggjar støður. Tað
kann eisini vera ørkymlandi,
um tað brádliga er neyðugt at
skunda sær gjøgnum eitt ókent
øki við nógvum fremmand
um fólkum, ið tosa fremm
and mál.
Set teg tí niður áðrenn frá
ferð og forklára børnunum í
smálutum um ferðina, hvat
tað er, ið tit gera og hvat tey
kunnu vænta at møta á ferð
ini. Tað ger ferðina lættari
fyri bæði foreldur og børn,
um tey yngstu eru trygg við
støðuna.
SET RÍKILIGT AV TÍÐ AV
Øll foreldur vita longu, at tað sum fyrr tók 5
minuttir nú tekur 10 ella 20 minuttir. Tað sama
ger seg galdandi, tá man ferðast.
Set tí nokk av tíð av til at innskriva viðførið,
koma gjøgnum trygdarøkið, ganga gjøgnum
flogvøllin og koma til fráfaringarhøllina. Tað
er eisini eitt gott hugskot at koma tað fyrr, so
at tit sum familja kunnu seta tykkum niður
í fráfaringarhøllina og eta okkurt áðrenn
flogtúrin. Tað kann vera matpakki heimanífrá
ella okkurt keypt á staðnum. Flogtúrurin
verður bara lættari, um bæði vaksin og børn
eru mett og væl sett, áðrenn ferðin byrjar.
Um neyðugt er at koyra eitt langt strekkið
kann viðmælast at kanna frammanundan, um
nøkur barnavinarlig støð eru á leiðini, har man
kann taka onkran longri steðg.
Harumframt er altíð gott at seta ríkiligt av
tíð av at steðga fyri at strekkja beinini, rætta
ryggin, fara á vesi og eta. Ein góður steðgur
ger tað munandi lættari hjá allari familjuni at
koyra nakrar tímar aftrat.
TILRÆTTISLEGG
Góð tilrættislegging heiman
ífrá, áðrenn ferðin yvirhøvur
byrjar, kann vera munurin
millum eina góða uppliving
fyri alla familjuna ella eina
ringa.
Tak beinanvegin støðu til,
um tað ikki er vert at brúka
nakrar 100 krónur aftrat upp
á ferðaseðlar, um tað merk
ir, at man flýgur eina tíð á
degnum, tá børnini eru væl
fyri. Hav eisini ríkiligt av tíð
ímillum, um tit flúgva víðari
sama dag. Um man hevur
smábørn
kann
tað
vera
smart at flúgva, tá børnini
vanliga sova, so at tey sova
meginpartin av flogtúrinum.
Um talan er um eina bil
feriu gjøgnum Evropa ella
Norðurlond,
er
týdning
armikið at taka hædd fyri
hvussu langt verður koyrt
hvønn dag. Tað kann gerast
áðrenn ferðin byrjar við at
avgera frammanundan hvar
man steðgar hvønn dag.
"AT REISE ER AT LEVE"
Tað er danski rithøvundurin H.C. Andersen, ið eigur kenna orðafellið,
og hann visti hvat hann tosaði um. Rithøvundurin var í sínari samtíð
nevniliga kendur fyri at ferðast nógv og víða um. Bæði í sínum egna
heimlandi, men eisini úti í stóri verð. Og man tað ikki vera júst í
teimum mongum ymiskum støðum, ið ferðin hevur tikið hann, at
hann hevur fingið íblástur til nógvan av tí skaldskap, ið gjørdi hann
kendan um allan heim og yvir fleiri øldir.
Tað er tó ein sannroynd, at H.C. Andersen aldrin fekk nøkur børn
og sum flest foreldur munnu hava sannað, so er tað ein heilt onnur
søga at ferðast, aftaná at tey fyrstu børnini eru komin í hús.
Farnir eru teir dagar, tá ein bara kundi møta á flogvøllinum í
síðstu løtu, njóta eina máltíð í fríð og náðum umborð á flogfarinum
ella koyra í fimm tímar út í eitt uttan fleiri steðgir. Børn broyta alt,
eisini feriuna. Tí koma vit her við nøkrum ráðum, ið kunnu lætta um
ferðina í summar.
Lagt til rættis: Hallur av Rana