Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2019 6 k v i n n u b l a ð i ð FØROYINGAR FLOKKAST TIL EVROPEISKAR STÓRBÝIR - CHARLES DE GAULLE Í PARÍS ER NÆSTSTØRSTI FLOGVØLLUR Í EVROPA, OG ERU MØGULEIKARNIR AT FLÚGVA VÍÐARI ÚT Í HEIM TÍ SERA GÓÐIR. TAÐ TEKUR BERT UMLEIÐ EIN HÁLVAN TÍMA LONGRI AT FLÚGVA TIL PARÍS ENN TIL KASTRUP, OG TÁ IÐ TÚ ERT KOMIN FRAM, ERT TÚ MITT Í EVROPA OG EINANS EIN TÍMA FRÁ FLEIRI AV TEIMUM AV TEIMUM BEST DÁMDU FERÐAMÁLUNUM Í EVROPA, SIGUR ÁRNI OLSEN, SØLU- OG MARKNAÐARLEIÐARI HJÁ ATLANTIC AIRWAYS Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo - Paris is always a good idea. Kendu orðini verða vanliga sett í samband við legendarisku sjónleikarakvinnuna Aud­ rey Hepburn. Og tað er nakað um setningin. Fáir býir eru so høgt í metum sum tann franski høvuðsstaðurin. Tað sæst eisini aftur í teimum mongu nøvnunum, ið verða knýtt at býnum. Ljós­ anna býur, kærleikans býur og býanna býur eru bara nøkur av teimum kendu heitunum fyri París, og tey benda á, at tað er nakað heilt serligt við býnum, ið bleiv grundlagdur fyri umleið 2300 árum síðan. Men hóast eina langa og ríka søgu, so hend­ir nakað nýtt í býnum í summar, tá ið upp­aftur størri sannlíkindi verða fyri at hoyra føroyskt mál í longu gongunum í Louvre, undir Eiffel-torninum, í trongu, brøttu gøtunum kring Montmartre og om­ an eftir Champs-Élysées. Tí fyri fyrstu ferð nakrantíð verður møguligt at flúgva bein­leið­ is til franska høvuðsstaðin úr Føroyum, tá ið býurin í summar verður eitt av ferða­mál­ unum á rutunetinum hjá Atlantic Airways. EITT ÁHUGAVERT Um hugt verður eftir ferðaætlanini hjá Atl­ antic Airways í summar gerst skjótt greitt, at før­oyska flogfelagið hevur stórar ætlanir við nýggju rutuni millum Vágar og París. - Vit flúgva fyrsta túrin 1. juli og síðan bjóða vit tríggjar fráferðir um vikuna alt summ­arið. Tað verður mána-, miku- og fríggja­dag, sigur Árni Olsen, sølu- og markn­ aðar­leiðari hjá Atlantic Airways, ið fegnast um, hvussu væl føroyingar hava tikið ímóti nýggju farleiðini. - Vit hava upp til tríggjar fráferðir um vikuna, og hava vit selt rættiliga nógvar ferða­seðlar. So man fer kanska at møta nógv­um føroyingum í gøtunum í París, sigur hann. Umframt at talan er um ein av teimum mest spennandi býunum í Evropa, so letur nýggja flogleiðin hjá Atlantic Airways eisini upp fyri øðrum møguleikum. - Charles de Gaulle í París er næststørsti flogvøllur í Evropa, og eru møguleikarnir at flúgva víðari út í heim tí sera góðir. Tað tekur bert umleið ein hálvan tíma longri at flúgva til París enn til Kastrup, og tá ið tú ert komin fram, ert tú mitt í Evropa og einans ein tíma frá fleiri av teimum av teimum best dámdu ferðamálunum í Evropa, vísir Árni Olsen á. ENN FLEIRI SETUR TIL BARCELONA Meðan París er eitt nýtt ferðamál, so er Barce­ lona nú ein gamal kenningur hjá føroyingum, ið leita sær suðureftir um summarið. Seinastu árini hevur Atlantic Airways flogið til Barcelona í summarfrítíðini, og hava føroyingar tikið væl ímóti møguleikanum at sleppa beinleiðis úr Vágum til Spania. Und­ irtøkan er framvegis so mikið góð, at Atlantic Airways í ár hevur valt at økja útboðið av ferðum. - Í ár verður fyrsti túrurin longu gjørdur á páskum, og síðan halda vit fram at flúgva hvønn týsdag til aftaná heystfrítíðina. Før­ oyingar eru ógvuliga glaðir fyri Barcelona. Tað er eisini ein fantastiskur býur, ið hevur nógv at bjóða, tí har er okkurt til øll, sigur hann. - Áhugin fyri Barcelona bara veksur. Sjálvt um vit kunngera nýggj og fleiri ferðamál og seta størri flogfør á farleiðina, so heldur áhug­in bara á at vaksa. Í summarfrítíðini eru tað okkara størstu flogfør, A320-flogførini, sum i. merkir 30 eyka setur samanborið við A319. Á henda hátt kunnu vit tryggja, at so nógvir føroyingar usm gjørligt hava møgu­ leika at vitja í Spania í summarfrítíðini, sigur Árni Olsen. Umframt at flúgva til Barcelona og París í summar, hevur Atlantic Airways eisini eina farleið til sponsku frítíðaroynna Mallorca í summar.