týsdagur 16. apríl 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN APRÍL 2019
10
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Her eru nakrar
venjingar, sum
kunnu gerast á
stovugólvinum:
PLANKI (FINNAST NÓGVAR VARIATIÓNIR)
SQUAT
SUMO SQUAT
LUNGES
BÚKVENJINGAR
RYGGVENJINGAR
ARMBOYGGINGAR
AT KNÚSA FEITT
MEÐAN TÚ HEVUR TAÐ
STUTTLIGT
- EG ERI SERA FEGIN OG TAKKSAMUR FYRI GÓÐA
UMDØMIÐ, SUM BURN KLASSIK HEVUR, EINS OG EG
ERI SERA ERRIN AV ØLLUM LUTTAKARUNUM, SUM
HAVA TIKIÐ KLASSIK TIL SÍN SUM LÍVSSTÍL, SIGUR
JÁKUP SÚNI BERG
Vilmund Jacobsen
Tað munnu vera fá í Føroyum, sum ikki vita
ella hava hoyrt um Burn Klassik-skeiðini,
sum fólk í túsundatali hava roynt kring
landið. Flestu luttaka fyri at missa nøkur
kilo; onnur fyri at styrka sær kroppin ella
fyri at føla sær eina betri vælveru.
Men, hví riggar Burn Klassik so væl, og
hvat er tað, sum ger, at so nógv fólk hava
havt so góð – ja, nærum óverulig - úrslit?
Stigtakari og eigari av Burn Fitness,
Jákup Súni Berg, hevði eitt stórt ynski um
at skapa eitt konsept við venjing, sum ein og
hvør kundi luttaka í og føla seg væl við.
Hann hevur brúkt sínar 25 ára royndir og
vitan innan venjing til at snikka eitt konsept
saman, har fólk tapa mest møguligt feitt
uppá minst møguliga tíð.
- Orsøkin til, at undirtøkan fyri Burn
Klassik hevur verið so framúrskarandi, er,
at øll kunnu luttaka.
Venjingarnar eru sera ótekniskar, fjøll
broyttar og øðrvísi. Hølið er rátt og rokaligt
og passar væl til harðføra føroyingin, sigur
Jákup Súni Berg.
Hann vísir á, at tá tú venur, hevur tú tað
eisini stuttligt, og vinningurin er ikki minni
enn, at tú knúsar feitt, meðan tú hevur tað
stuttligt.
- Fólk gerast bitin av venjingunum og lut
taka ferð eftir ferð. Aldurin spennir víða – frá
umleið 15 árum til 70 ár, kvinnur sum menn,
vand sum óvand. Fólk koma við børnum,
maka, mammu, pápa, vinfólki – ja, saman
setingarnar eru nógvar, og sosiali parturin
er sanniliga ikki at forsmáa, sigur Jákup
Súni Berg.
Hann vísir á, at tað eru fleiri sum
venja, hóast málið ikki er at klænka seg,
men heldur styrkja seg.
- Burn Klassik hava allar tær grund
leggjandi rørslurnar, sum skulu til fyri at fáa
eitt skerkt likam og góða heilsu.
Ein annar sera umráðandi liður í góðu
framgongdini hjá Burn Klassik, er kostætl
anin, sum luttakararnir fáa boð um at fylgja,
um tey ynskja broyting.
- Hetta er ein kostætlan, sum lættliga
kann setast í verk, eisini í eini barnafamilju.
Kostætlanin hevur ikki fokus á alt tað,
sum tú ikki sleppur at eta, men hevur hin
vegin allar vanligar gerandisvørur, eisini
vælsmakkandi føroyskar matvørur. Tað er
bara mongdin á tallerkinum, sum skal av
markast.
Jákup Súni Berg heldur, at kostætlanin
hevur eydnast serstakliga væl og hevur
verið sera væl móttikin av luttakarunum.
- Úrslitini tala eisini fyri seg, og tey eru
mong, sum hava fingið kolesterol, blóðtrýst
og blóðsukur upp á pláss, eins og møguleiki
hevur verið at minka um heilivág, tí fleiri
eru sloppin av við pínu. Lívskvaliteturin er
øktur, og úrslitini hava verið fantastisk.
Jákup Súni Berg sigur seg vera sera fegn
an og takksaman fyri góða umdømið, sum
Burn Klassik
hevur, eins og
hann er sera
errin av øllum
luttakarun
um, sum hava
tikið Klassik
til sín sum
lívsstíl.