týsdagur 16. apríl 2019síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN APRÍL 2019
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Summarið stendur fyri durum, og tú ætlar tær
at ferðast. Tað er skjótt at missa yvirlitið yvir
alt tað, sum er gott at minnast til, og tá standa
svimjiklæðir og sólbrillur ofta fremri í huganum
enn tryggingar, gjaldskort og valuta. Tí eru her
nøkur prei frá Betri um trygging og tað fíggjarliga.
Góð ráð um gjaldskort
Um kortið verður mist, stolið ella óvirkið á ferð ini,
er gott at hava eitt eyka kort við. Visa/Dankort
og Mastercard virka ymiskt og hava ymiskar fyri
munir og avmarkingar.
Ymisk hámørk
Í fremmandum gjaldoyra er nýtsluhámarkið á
Visa/Dankortkortinum 25.000 kr. yvir 30 leyp
andi dag ar. Ymisku sløgini av Mastercard hava
ymisk há mørk – hámørkini eru at finna á heima
síð u num hjá bank unum. Um tú til dømis hevur
keypt fyri eina stóra upphædd við kortinum,
stutt áðrenn tú fert í feriu, kann kortið brádliga
verða stongt. Minst til, at ymiskt er, hvussu nógv
ber til at taka út um dagin í reiðum peningi.
Rinda við lokalum gjaldoyra
Um tú verður spurd, um tú vilt gjalda við lokalum
valuta ella donskum krónum, er tað aloftast
bíligari at gjalda við lokalum gjaldoyra.
Missir tú kortið, kanst tú sjálv sperra tað í net
bankanum. Um tú ikki hevur møguleika fyri tí,
mást tú ringja til bankan ella til Nets.
Tá tú brúkar kortið uttanlands, ansa tá eftir:
• at verja loynitalið, eisini í sjálvtøkum
• at handilin/matstovnan tekur røttu upp hædd
ina, áðrenn tú góðkennir keypið. Goym kvitt
anina
• at bókingarnar á kontuni eru rættar. Kanna
í netbankanum, boðtænastuni ella á kontu
avriti
Bilaleiga
Syrg fyri at hava rætta gjaldskortið við til bila
leigu. Fleiri feløg, sum leiga bilar út, krevja kreditt
kort og góðtaka ikki Visa/Dankort ella Mastercard
Debit.
Melda til 3D Secure
Tryggja tær, at gjaldskortini eru meldað til 3D
Secure trygdarloysnina. Spyr bankan, um tú ivast.
Uttan 3D Secure er ofta trupult at bíleggja flog
ferðir, hotell o.t.
Trygg á ferðini
Syrg altíð fyri at hava ferðatryggingina upp á
pláss, áðrenn tú fert at ferðast.
Ferðatryggingin tryggjar teg, um tú knappliga
skalt hava læknahjálp uttanlands ella hevur
tørv á at koma skjótt og trygt heim. Um tú ferð
ast javnan, er ársferðatryggingin helst rætta
loysnin. Hon fevnir um allar privatar ferðir, hevur
óavmarkað endurgjald fyri sjúku/skaða og heim
flutning, og hon kann fevna um alt húskið. Ferð
ast tú ikki javnan, kanst tú tekna trygging fyri
einstaka ferð. Ein avlýsingartrygging dekkar har
um framt teg og tíni, um tit av ávísum orsøk um
noyð ast at avlýsa ferðina. Avlýs ing ar trygging
skal tekn ast minst 14 dag ar áðrenn fráferð.
Minst til at kanna, at ferð a trygg ingin fevn ir um
landið, tit ferð ast til. Og minst til at hava bláa trygg
ing ar kort ið við á ferðini, sum tú skalt nýta í skaða
støð uni. Skalt tú hava bráð feing is hjálp, skalt tú
venda tær til SOS International beinanvegin (sí
upplýsingar á bláa kortinum).
Verður viðførið seinkað meira enn 5 tímar, kanst
tú keypa nýtt viðføri í staðin – tá skalt tú tó hava
váttan um seinkanina frá flutningsfelagnum.
Ferðast tú við bili, mást tú eisini hava reyða
tryggingarkortið við. Minst tá eisini til at kunna
teg um lokal krøv til trygdarútgerð í bilinum.
Ert tú úti fyri einum tilburði, melda so tilburðin
beinanvegin til løgregluna og fá avrit av løgreglu
fráboðanini at brúka sum skjalprógv fyri at fá
endurgjald frá tryggingini.
Keyp ferðina við Mastercard
Keyp uttanlandsferðina við Mastercard. Tá ert
tú betri tryggjað, um flogfelagið fer á húsagang.
Eisini hava Mastercard Gull og Mastercard Platin
ferða trygging í sær, men tryggja tær, at hesar
dekka tín tørv.
Kanna veitaran, áðrenn tú keypir ferðir á netinum.
Sera nógvar ferðaskrivstovur bjóða seg fram, og
ikki allar eru álítandi. Kanna at VeriSign ella annað
góðkent trygdarmerki er á síðuni. Upplýs ongan
tíð loynitalið, tá tú keypir á netinum, og send
ongantíð kortupplýsingar við telduposti.
Brúka telefonina
Við netbankanum sum app fært tú altíð og all a
staðni fylgt við í nýtsluni á kontunum. Har fært
tú eisini roknað gjaldoyra og lætt sperrað gjalds
kort, um tað t.d. verður stolið. Far inn í App Store
(IOS) ella Play Store (Android) og leita eftir “Betri
Banki” og tak appina niður.
Appin hjá Betri Trygging gevur tær bláa og reyða
tryggingarkortið við á ferðini beint við hond ina.
Við appini kanst tú lætt fráboða skaða beinan
vegin á staðnum. Eisini kanst tú boða frá, um
viðførið er seinkað ella burturmist. Tak appina
niður við at skriva “Betri Trygging”, tá tú leitar
inni á App Store (IOS) ella Play Store (Android).
* Upplýsingarnar í hesi grein kunnu vera treyt
aðar av avmarkingum í ymsu tryggingar og kort
treytunum og eru tí við tí fyrivarni.
Minst til, nú
summarið nærkast
Í hesum døgum, tá vit skulu undir at leggja summarið
til rættis, er nógv at hugsa um – serliga um tú skalt út
at ferðast. Her eru nøkur góð ráð.
LÝSING