Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2019 18 k v i n n u b l a ð i ð BØKUR TIL SÓLINA VÁRIÐ ER KOMIÐ, OG NÚ BYRJA FRÍTÍÐARFERÐIRNAR ÚT Í HEIM. NÓGV HAVA EINA BÓK ELLA TVÆR Í VIÐFØRINUM, TÁ IÐ TEY FARA AVSTAÐ, OG HER GEVA VIT NØKUR BOÐ UPP Á BØKUR, SUM TÚ KANST LESA Á FERÐINI HØVINI SKRIVA BRØV TIL HVØRT ANNAÐ Hav­ brevene Siri Ranva Hjelm Jacobsen Danski rithøvundin Siri Ranva Hjelm Jacobsen, sum hevur ættarbond í Føroyum, hevur skrivað eina lítla bók, hon kallar »Havbrevene«. Bókin er skrivað sum eitt brævasamskifti millum tað gamla og troytta Atlantshavið og tað yngri og forvitna Miðalhavið. Tær báðar samskifta um, hvussu støðan er í heiminum í dag, og hvussu tey ætla at gjøgnumføra ætlanina um at savna øll heimshøvini aftur. Ein skjót og hugvekjandi bók at lesa. Í DAG SKAL HANN DOYGGJA Elsken Tomas Espedal Hann hevur ein tann besta pennin í norðurlondum, og nú er hann aktuellur við skaldsøguni »Elsken«. Tomas Espedal úr Bergen skrivar sjangrublandaðar bøkur, sum ofta byggja á veruligar hendingar og umstøður. Hendan bókin byrjar við dapra setninginum »Eg leiti eftir einum staði at doyggja«. Bókin snýr seg um ein mann, sum fyri einum ári síðani setti sær fyri at doyggja júst hendan dagin. Vit fylgja honum gjøgum dagin og frætta um lívið hjá honum seinasta árið. Hvussu er at uppliva eitt ár, tá ið alt verður upplivað fyri seinastu ferð? Tomas Espedal skrivar framúr væl. RÚS­ ANDI HJÚN­ AR­BAND Gift Tove Ditlev­sen Skald­skapurin hjá Tove Ditlevsen verður lisin alt meira aftur. Tað er ikki altíð, at samtíðin varnast góðskuna í skrivaðum verkum, men tíðin kann stundum seta viðurskiftini upp á pláss. Skaldsøgan »Gift«, sum spælir upp tvítýdningin av at vera gift og at eitra seg við rúsevnum, byggir á veruligar hendingar í lívinum hjá Tove Ditlevsen. Bókin greiðir frá hennara hjúnarbandi við læknan Carl, sum gevur henni rúsandi evni. Bókin avdúkar menninar í lívinum hjá Tove Ditlevsen og hennara narkomani. TÁ SJÚKA FER VIÐ LÍV­INUM Ikki fyrr enn tá Oddfríður Marni Ras­ mus­sen Tey eru eydnurík saman, men sum tíðin gongur, varnast hann, at hon broytir atburð og verður fremmand. Hon verður kannað, og staðfest verður, at hon hevur illkynjaðan knykil í heilanum. Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað eina eyma skaldsøgu um, hvussu tað er, tá ið kvinnan, tú elskar, hvørvur frá tær í smáum og doyr. Og hvussu er at halda fram við lívinum og gerandisdegnum, tá ið fortreytirnar eru broyttar? Bókin vann skaldsøgukapping hjá Rithøvundafelagnum. PERLAN Í KYRRA­ HAV­ INUM Sort Perle Liza Mark­ lund Kavarin Kiona livir á kyrrahavsoynni Manihiki, men droymir seg burtur í bókum og einum ynski um eitt annað lív. Eina illveðursnátt rennir ein frítíðarbátur á land á oynni, og Kiona bjargar lívleysa svenska manninum umborð. Hendan hendingin og sambandið millum teirra millum broytir lívið hjá Kionu. Bestseljandi rithøvundin Liza Marklund hevur skrivað ein spennandi søgu um kærleika, dreymar og ambitiónir. HOLLY­ WOOD FAGUR­ LEIKI OG TÓM­ LEIKI Intet Gælder Joan Didion Tað gongur einki serligt í lívinum hjá Mariu Wyeth, sum hevur roynt seg sum sjónleikara í Hollywood. Nú brúkar hon mesta av tíðini hjá sær at koyra í sínum Corvette í oyðimørkini í Kalifornia. Dótturin er koyrd á stovn, hjúnarbandið við leikstjóran Carter er í knúsi, og tilvildarligir menn reka inn og út av lívinum hjá henni. Joan Didion skrivar um fagurleika og tómleika í Hollywood- umhvørvinum í 1960’unum. Bókin er kultklassikari, men kann framvegis siga okkum nakað um lívið, ótta og brostnar dreymar. FRAM­ FÝSIN FOR­ SETA­ FRÚA Becoming Michelle Obama Fyrrverandi forsetafrúan Michelle Obama skrivar um lív sítt í hesi bestseljandi bók. Hon var sjónlig sum forsetafrúa, hevði sínar meiningar og dugdi at ávirka og føra seg fram. Bakgrundin er í Chicago, og hon greiðir frá, hvussu hennara lívsleið leiddi hana úr býnum og í Hvítu Húsini, haðan maðurin, Barack Obama, í átta ár stjórnaði heimsins valdmiklasta landi. Michelle Obama hevur stríðst fyri rættindum og møguleikum hjá kvinnum og gentum. Her greiðir hon frá sínum lívi og hugsanum um lívið og samfelagið. FØR­ OYSK KRIMI Ana­ thema Jógvan Isaksen Jógvan Isaksen hevur skrivað fimtan krimibøkur til vaksin. Alla søgurnar ganga fyri seg í Føroyum og lýsa føroyska samfelagið eins væl og brotsverk, sum skulu uppklárast. Tíggju av bókunum hjá Jógvani Isaksen eru um miðlamannin Hannis Martinsson, og seinnu árini hevur hann skrivað fimm bøkur um sonevndu Skansadeildina hjá løgregluni. Seinasta útgávan er »Anathema«, sum kom fyri jól. Ein summarferia kann vera gott høvi at tríva í onkra av krimibókunum hjá Jógvani Isaksen. Lagt til rættis: Eyðun Klakstein