Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN APRÍL 2019 k v i n n u b l a ð i ð PREVEZA, GRIKKALAND Hóast Grikkaland er eitt kent ferðaland, so eru tað ikki mong, ið leggja leiðina framvið Preveza, tá tey vitja landið. Staðsettur í Norðurgrikkalandi nærhendis markinum til Norðurmakedonia hevur býurin nógv at bjóða vitjandi. Talan er um ein lítlan og modernaðan bý við einum vøkrum og søguligum miðbýi, har steinsettu gøturnar og vegirnir íða við vertshúsum og kaffistovum. Havnarlagið hevur ein hugnaligan strandveg, ið er væl egnaðu til ein lætta gongutúr, meðan sjálvur býurin er fullur av mentan og list. SALAMANCA, SPAIN Í hjartanum í Spania liggur býurin Salamanca. Søguligi miðbýurin bjóðar upp á bygningsverk av sandsteini, ið skyggja sum gull tá sólin skínur. Haðani stavar eisini heitið Tann gylti býurin. Sum heimstaður til elsta universitet í landinum er býurin ein lestrarbýur, ið er fullur av hugtakandi byggilist, harímillum katedralurin Vieja frá 12. øld og Case de las Conchas, eitt bygningsverk frá 15. øld, ið er prýtt við hundraðtals av sandsteinum við skeljum. LUCERNE, SVEIS Miðskeiðis í fjallalandinum Sveis, á norðursíðuni av vatninum, ið er uppkallað eftir býnum, liggur býurin Lucerne, ið er kendur fyri sítt gestablídni. Býurin hevur ein hugnaligan gamla miðbý og lætt er at koma runt í býnum til gongu. Um man ynskir at njóta stórfingna útsýnið yvir býin, ber til at fara upp í klokkutornið á Musegg vegginum. MARSEILLE, FRAKLAND Tað er ikki júst ein lítil og ókendur býur, men hóast nógv ferðafólk vitja fronsku suðurstrondina hvørt ár, so eru tey fá, ið leggja leiðina framvið næststørsta býin í Fraklandi. Royn nakað nýtt og vitja býin, ið hevur eina ríka søgu, mentan og livandi matumhvørvi. Býurin hevur ein sterkan franskan samleika, men er kortini merktur av at liggja út til Miðjarðarhavið. Havnarbýurin bjóðar vakrar gøtur, søvn, matstovur og handlar. FERRARA, ITALIA Tað er nakað serligt yvir Italia, ið ger sjálvt minstu býirnar og bygdirnar til nakað serstakt. Býurin Ferrara er kendur fyri sínar gomlu múrar og er heimstaður til borgir frá 14. og 15. øld og bergtakandi kirkjur. Sjálvur miðbýurin er upplagdur til ein romantiskan gongutúr. FIMM GIMSTEINAR AT VITJA SUMMARIÐ STENDUR FYRI FRAMMAN OG HÓAST TEY FLESTU NOKK LONGU HAVA LAGT ÆTLANIR FYRI FERIUNA, SO ER TAÐ ALTÍÐ GOTT AT FÁA NØKUR RÁÐ UM SPENNANDI OG IKKI SO KEND STØÐ AT VITJA. HEIMASÍÐAN THE CULTURE TRIP HEVUR FLEIRI GÓÐ BOÐ UM SLÍKAR BÝIR KRING EVROPA, IÐ IKKI ERU MILLUM TEY MEST UPPLAGDU STØÐINI, TÁ FERIAN VERÐUR LØGD, MEN SUM AVGJØRT ERU VERDIR EINA VITJAN. HER ERU NAKRIR TEIRRA. Lagt til rættis: Hallur av Rana