Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2019 20 k v i n n u b l a ð i ð MÁLIÐ ER IKKI AT TJENA MILJÓNIR - TAÐ ER IKKI ALTÍÐ EITT FIMMSTJØRNAÐ HOTELL OG LUKSUS, SUM GER EINA FERIU GÓÐA, MEN HELDUR TEY, TÚ ERT SAMAN VIÐ, OG HVUSSU TÚ SJÁLV/-UR LEGGUR FERIUNA TIL RÆTTIS, SIGA EIGARARNIR AV WE TRAVEL Vilmund Jacobsen Síðan 2016 hevur virksemið í lutfalsliga nýggju ferða­skriv­ stovuni, We Travel, havt vind í seglunum. Eigarar eru ungu menn­in­ir, Niels Juel Nolsøe og Jacob Slyne, og eru tað eis­ini teir báðir, sum dagliga reka ferða­ skriv­stov­una. - Vit byrjaðu í 2015, meira ella minni í ein­um kamari. Síðan hava vit ment okkum – ja, frá einari lítlari skrivstovu í gomlu Køku­búð­ini til nú at hava góð og stásilig høli í Dr. Jakobs­sensgøtu 3 í Havn, beint yvirav FK í mið­ býnum. Niels Juel Nolsøe og Jacob Slyne siga, at teir speiskliga hildu fyri í byrjanini, at høvdu teir fingið 100 ferðandi fyrsta árið, so høvdu teir verið nøgdir. - Men, longu eftir fyrsta mán­ aðin høvdu vit sprongt tey tølini, og síðan tá hevur tað bara gingið ein veg, og tað er beint uppeftir. Tað, sum er serliga stuttligt, er, at We Travel ikki bara hevur ein­ gangs­kundar. Fólk byrja longu nú at venda aftur til okkara. So, okk­urt mugu vit gera rætt, og sjálvandi er málið, at við­skifta­ fólk skulu venda aftur til okkara. Eigararnir av We Travel hava júst søkt eftir nýggjum starvs­ fólki, og freistin at søkja er runn­in. GÓÐUR HUGBURÐUR Teir báðir, ávikavist 28 og 27 ára gomlu, Jacob Slyne og Niels Juel Nolsøe, vórðu heilt ungir ”par­ aðir” saman sum papp­beiggjar, og síðan tá hava teir mangan ferð­ast saman. - Tað er ikki altíð eitt fimm­ stjørnað hotell og luksus, sum ger eina feriu góða, men heldur tey, tú ert saman við, og hvussu tú sjálv/-ur leggur feriuna til rættis. Teir vísa á, at skalt tú hava eina góða feriu, noyð­ist tú sjálv/-ur at taka stig til at gera hana góða, og fyri­treytin er, at hugburðurin er op­in og jaligur. - Vit vilja gjarna leggja lunnar undir eina góða feriu, men tað er upp til hin einstaka at ”proppa” ferðina við góðum og spennandi upp­liv­ingum. Men, hvør er so málbólkurin hjá We Trav­el? - Vit hava ikki nakran ávísan mál­bólk, men alt innan ferðing er sjálvsagt partur av virkseminum. Vit koyra í fyrsta lagi fólk av land­inum, t.v.s. føroyingar, sum skulu út at ferðast. Onkur kundi kanska væntað, at tað er yngra ætt­arliðið, vit eru eftir, tá vit sjálvir kenna okkum vera í hes­ um endanum. Men, so er ikki. Vit hava í minsta lagi líka nógv til­komin og eldri fólk sum yngri, ið ferð­ast við okk­um. Ungu menn­inir siga, at teir eis­ini hava nøk­ur dømir um in­com­ing, har útlensk ferð­a­fólk koma hendavegin. - Men, hetta er ikki nakað, vit lýsa við ella gera burtur úr í løtuni. Vit royna í fyrsta lagi at vinna okk­ara part av markn­að­ in her í Før­oy­um, og tað er eisini av­markað, hvat tveir per­sónar kunnu megna. Niels Juel Nols­øe og Jacob Slyne vísa á, at tað verð­ur lætt­ ari at røkka breiðari, tá tað verða fleiri enn bara teir báðir í toym­ in­um hjá We Travel. - Okkara høvuðsmál er at veita eina góða tæn­astu, og vit gera alt fyri, at viðskiftafólk skulu kenna seg trygg. Vit seta okk­um so væl sum tilber inn í hvønn einstakan fyri­spurn­ing, og soleiðis kunnu vit bjóða júst ta ferð, ið passar til ávísa tørvin. 9000 FERÐANDI Tað er altíð hart at byrja okk­urt nýtt, og hetta hava ungu menn­inir eisini ásannað. Hinvegin hava teir verið hepnir, og við­skifta­fólk hava tikið væl ímóti teim­um. - Fram til dagin í dag hava vit havt eini 9000 ferðandi, og tað eru vit ómetaliga glaðir og takk­ samir fyri. Uttan okkara við­ skiftafólk eru vit einki, og tað er ein frægd at síggja, at við­skifta­ fólk venda aftur til okkara, siga Niels Juel Nolsøe og Jacob Slyne. Teir leggja aftrat, at málið hjá teimum hevur ikki verið at fara út at tjena miljónir, men í stað­in eru teir bitnir av jaligu atmos­ feri­uni kring arbeiðið og øllum teimum spenn­andi av­bjóð­ing­ un­um. KRAKOW EFTIRSPURT FERÐAMÁL Tvær ferðir um árið ger We Travel ferð til Krakow, sum er stórbýur í Póllandi. Á hes­um ferðum plaga at verða eini 45 til 50 fólk. - Hetta byrjaði fyri tveimum árum síð­an, og útselt hevur verið á hvørjum túri. Niels Juel Nolsøe og Jacob Slyne vísa á, at Krakow er sera væl dámdur bý­ur millum føroyingar, ið hava ferðast her, og soleiðis hevur We Travel eisini við­skifta­fólk, sum hava vitjað býin bæði tveir og tríggj­ ar ferðir seinastu tvey árini. - Hetta er ein sera vakur býur; her er nógv søga, og tað er sera bíligt í Krakow – ja, vit hava ofta sæð, hvussu bergtikin fólk eru av lágu prísunum í pólska býnum, siga eig­ ar­arnir av We Travel. vilmund@sosialurin.fo FØROY­ING­ AR VELJA SÓLINA - Tað, sum selir best, er summar og sól. Hetta er primert tað, ið føroyingar keypa. Teir, sum eiga og reka ferða­ skriv­stov­una, WeTravel, Niels Juel Nolsøe og Jacob Slyne, hava lagt til merkis, at føroyingar eru byrjaðir at broyta mynstur. - Áður var tað so, at føroyingar í nógv størstan mun ferðaðust um summarið. Men, í dag verður ferðast út í heitari lond alt árið. Føroyar hava nógv at bjóða um summ­arið, og tí vilja mong heldur njóta summ­arið her heima. Umframt ferðir til heitari lond, eru bólka­ferðir eisini vorðið ein veksandi part­ur av virkseminum hjá WeTravel. - Vit síggja ein stóran vøkstur í bólka­ferð­um í ár í mun til ífjør. Hetta eru eitt nú ítróttar-, konsert- og námsferðir, siga eigar­arnir av We Travel. vilmund@sosialurin.fo