týsdagur 16. apríl 2019síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN APRÍL 2019
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
STÓR AVBJÓÐING
AT SETA FÓLK Í STARV
- TAÐ KANN VERA, AT TÚ SUM ARBEIÐSGEVARI
”MATCHAR” SERLIGA VÆL VIÐ ONKRAN AV
UMSØKJARUNUM, MEN TAÐ ER IKKI VIST, AT
VIÐKOMANDI ER RÆTTI PERSÓNURIN FYRI TAÐ. EIN
SLÍK STØÐA KANN FØRA TIL, AT ARBEIÐSGEVARIN
VERÐUR MINNI KRITISKUR, SIGUR JENS L. POULSEN
HJÁ NAVITAS
Vilmund Jacobsen
Navitas er kend donsk fyritøka, sum bjóðar
seg fram til at menna og betra um søluna hjá
øðrum fyritøkum. Men, Navitas ger eisini
konsulentuppgávur fyri eitt nú arbeiðspláss,
stovnar og fyritøkur, sum skulu seta nýggj
fólk í starv.
- Tá ræður um sølu, seta vit í fyrsta
lagi fokus á teir eginleikar og styrkir, sum
starvsfólkini í fyritøkuni frammundan hava,
og hetta verður gjørt í samsvar við politikkin,
málsetningin og virðini í fyritøkuni.
Tað sigur Jens L. Poulsen, sum starvast
fyri Navitas og sum er kendur millum mong
føroysk sølufólk. Hann vísir á, at uppgávan,
sum Navitas átekur sær, er at menna
sølufólkini og starvsfólkini til at gerast betri
seljarar.
Jens L. Poulsen er javnan í Føroyum og
heldur fyrilestrar og skeið um sølu, og ein
samstarvspartur hjá Navitas í Føroyum er
fyritøkan Fegin, sum Niclas Heri Jákupsson
eigur og rekur.
Arbeiðið hjá Navitas er í samsvar við
visjónirnar hjá Fegin um at styrkja søluliðið
í føroyska vinnu-og handilslívinum.
STARVSSETAN
Jens L. Poulsen sigur, at ein partur av ar
beiðnum hjá Navitas er at ráðgeva fyritøkum
í samband við starvssetanir, og tað er eisini
vanligt, at tey eru við til setanarsamrøður,
har tey hjálpa og vegleiða í samband við
starvssetan.
- Tað er ein stór avbjóðing at seta fólk í
starv, men hetta er samstundis eisini ein
spennandi uppgáva. Vit mæla altíð til, at tað
er meira enn tann eini persónurin við, sum
umboðar arbeiðsplássið, tá setanarsamrøður
eru.
Ráðgevin vísir á, at er meira enn tann
eini við fyri arbeiðsplássið, verða ofta aðrir
spurningar settir, enn tað annars høvdu
verið.
- Ein týðandi spurningur undir einari
setanarsamrøðu er, hvussu tann, ið hevur
søkt um arbeiði, metir, at gerandisdagurin
á arbeiðsplássinum er, og hvat viðkomandi
kemur at takast við.
Jens L. Poulsen sigur, at hann sum ráð
gevi hevur upplivað nógv ymisk sløg av set
anarsamrøðum.
- Eg havi eisini upplivað, at tann, ið skal
seta fólk í starv, undir setanarsamrøðuni
snakkar meira enn tann, ið eru til samrøðu.
Fyritøkan fyllir so mikið nógv, at viðkomandi
kanska ikki fær afturhald. Men, eg haldi, at
slík viðurskifti heldur skulu takast upp
seinni, um viðkomandi fær starvið, ið talan
er um.
Jens
L.
Poulsen heldur, at ein máti at fylla upp í
setanarsamrøðuni kann vera at hava eina
persónliga og fakliga ”test” um tað arbeiði,
sum stundar til.
- Tú veitst ongantíð við vissu, um tú fært
rætta starvsfólkið, men tað kann hava stóran
týdning at hava gjørt eitt gott fyrireikingar
arbeiði. Tú rakar ikki seymin á høvdið hvørja
ferð, men eg ivist onga løtu í, at vit kunnu
hjálpa fyritøkum á leiðini, tá nýggj starvsfólk
skulu setast.
FØRLEIKAR AVGERANDI
Jens L. Poulsen heldur, at ein arbeiðsgevari
eigur at ansa eftir, at tann, ið settur verður í
starv, ikki neyðturviliga líkist arbeiðsgevar
anum ov nógv.
- Tað kann vera, at tú sum arbeiðsgevari
”matchar” serliga væl við onkran av umsøkj
arunum, men tað er ikki vist, at viðkomandi
er rætti persónurin fyri tað. Ein slík støða
kann føra til, at arbeiðsgevarin verður minni
kritiskur, og tá er tað ikki vist, at tað er rætta
arbeiðsfólkið, tú hevur fatur í.
Ráðgevin sigur, at tað, sum í fyrsta lagi er
umráðandi og hevur týdning, eru førleikarnir
hjá tí, sum skal setast í mun til uppgávurnar,
sum skulu fremjast.
Førleikarnir eru avgerandi
- ARBEIÐSPLÁSS, SUM SKULU SETA FÓLK Í STARV,
GLOYMA OFTA, HVAT TAÐ ER, TEY ÍTØKILIGA HAVA
BRÚK FYRI, SIGUR ODA ELLINGSGAARD
Vilmund Jacobsen
Oda Ellingsgaard, sum er ættað úr Saltangará
og búsitandi í Danmark, starvast í dag hjá
stóru fyritøkuni Novo Nordisk. Hon starvast
á deildini, sum fyri tað mesta arbeiðir á við
at finna fyrisitingarstjórar og leiðandi
starvsfólk.
Hon hevur eisini verið í Føroyum og
hildið fyrilestur um, hvussu
arbeiðspláss kunnu finna
røttu
starvsfólkini
og
varðveita tey.
Oda Ellingsgaard hev
ur eisini arbeitt á altjóða
marknaðinum
við
tí,
sum rópt verður ”head
hunting” í nógv ár, bæði í
London, Zürich og at enda í Danmark.
- Arbeiðspláss, sum skulu seta fólk í starv,
gloyma ofta, hvat tað er, tey ítøkiliga hava
brúk fyri, og tað kemur meira enn so fyri, at
ov lítið verður hugsað um førleikar.
Oda Ellingsgaard sigur í stuttari viðmerk
ing, at ofta verða fólk sett í starv, sum tann,
ið hevur setanarsamrøðuna, snakkar
væl við – ella ”matchar” væl við,
sum vit eisini kunnu rópa tað.
- Men, tað er ikki vist,
at tann, sum tykist meira
”turrisligur” enn hin, ið
snakkar nógv, ikki hevur
teir betru førleikarnar.
Avgerandi er at hava í huga,
júst
hvørjir
førleikarnir
skulu vera til ávísa starvið,
og síðan er uppgávan at finna
rætta fólkið til júst hesa uppgávu,
sigur Oda Ellingsgaard.
- Tú rakar ikki
seymin á høvdið
hvørja ferð, men eg
ivist onga løtu í, at vit
kunnu hjálpa fyritøkum á
leiðini, tá nýggj starvsfólk
skulu setast, sigur
Jens L. Poulsen
- Tað kemur
meira enn so fyri,
at ov lítið verður
hugsað um førleikar,
tá fólk verða sett í
starv, sigur Oda
Ellingsgaard