týsdagur 23. apríl 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vannvird av býráðnum
– Annika Olsen hevði boðað frá, at hon ikki vildi taka móti teimum
gott 2000 mótmælisundirskriftunum frá okkum. Men nú hevur hon
hálsað um og er komin til fornuft. Tað eri eg glaður fyri, sigur Høgni
Lützen, ið mótmælir staðsetingina av tjóðleikhúsi á Skálatrøð
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Skjótt
eftir
at
ætlanirnar
komu fram um at staðseta
tjóðleikhúsið á Skálatrøð, tók
Høgni Lützen stig til at savna
inn undirskriftir at mótmæla
ætlanini. Og nú táttar tað í
2.100 mótmælisundirskriftir.
Borgarstjórin vildi
ikki móttaka
Men borgarstjorin í Havn vildi
ikki taka ímóti undirskriftun
um.
– Tað, at Annika Olsen, sum
skrivliga,
hvassligt
hevur
boðað mær frá, at hon ikki vil
móttaka hesar undirskriftir
frá mær, tá eg komi niðan í bý
ráðshúsið við teimum, og Gun
vør Balle, sum vegna Høgna
Hoydal, fastheldur at fáa tjóð
leikhús á Skálatrøð fyri ein
hvønn prís, velja at yvirsíggja
henda stóra bólk av fólki, ið
staðiliga mótmæla hesa stað
seting. Tað sigur meira um tær
enn nakað annað, skrivaði
Høgni Lützen í lesarabrævi á
in.fo.
Og hann skrivaði víðari:
– Hetta mál hevur stóran
týdning fyri meg, og eg veit, at
eg havi stóran stuðul frá fólki
at halda á við hesum stríði til
meirilutin í Tórshavnar Býráð
skilur álvaran og flytur stað
setingina av tjóðleikhúsi, sigur
Høgni.
Skuffaður av
borgarstjóranum
– Eg eri sera skuffaður av Tórs
havnar býráð. Virðingin hevur
verið undir alt lágmark, sigur
Høgni.
Nú Annika hevur broytt
støðu og vil taka ímóti mót
mælisundirskriftunum,
so
ætlar Høgni at fara til býráðið
við undirskriftunum.
– Eg hevði ætlað at farið
kortini. Eg kundi jú altíð tikið
ein lásasmið við mær, so
høvdu vit sloppið inn við und
irskriftunum, sjálvt um vit
vórðu óynskt. Eg vænti tó, at
eg vil bíða eina ella tvær vikur,
tí
undirskriftirnar
streyma
enn inn, og so ynski eg at hava
eitt ítøkiligt uppskot við mær,
hvussu vit kunnu loysa park
eringstrupulleikan.
Veruleikafjart og
vanvirðisligt
Hann vísir á, forarbeiðið til
uppskotið er alt ov illa gjørt.
–
Grannahoyringar
hava
ikki verið, málið er ov illa lýst
og óneyvt, og so er eingin loysn
komin upp á tey 200 park
eringsplássini, sum vera burt
ur, um ætlanin við tjóðleikhúsi
á Skálatrøð verður veruleiki.
Tað er ein stórur parkerings
trupulleiki í dag í Havn, og um
hetta verður veruleiki, so verð
ur fullkomin ruðuleiki. Hetta
er veruleikafjart, sigur Høgni.
– Eg haldi at tað er van
virðisligt, at nakrir fáir politik
ararnir royna at trýsta nakað
ígjøgnum fyri at fáa ein varða
eftir seg, men at teir ikki lurta
eftir øllum hesum mongu mót
mælunum, sigur Høgni.
Vil Havnini og
mentanini væl
Síðani hann fór at savna mót
mælisundirskriftir inn ímóti
at byggja nýtt tjóðleikhús á
Skálatrøð, er hann lagdur und
ir at vera mentanarhatari og
ikki at vilja Havnini væl. Men
hesum afturvísir hann.
– Eg eri havnamaður, og eg
elski mentan. Og eg vil Havnini
væl. Tað er ætlaða staðsetingin
á Skálatrøð, sum eg og fleiri
við mær mótmæla harðliga.
Skálatrøð er ikki rættað staðið
til eitt tjóðleikhús, sigur Høgni.
Hann afturvísir eisini, at or
søkin til mótmælini er, at
hansara handilsfyritøka fer at
missa inntøkur, um eitt tjóð
leikhúshús verður bygt beint
frammanfyri
handilsdyrnar
hjá honum.
– Nei, tað er einki við tað at
gera. Parkeringsplássini, sum
hoyra til handilsfyritøkuna,
fáa tey einki gjørt við. Tey eiga
vit. Eg vil Havnini, Skálatrøð
og einum tjóðleikhúsi væl. Og
eg haldi avgjørt ikki, at rætta
staðið er Skálatrøð, sigur hann.
Ketan loypur av
Hann vísir eisini á, at nærm
asta busssteðgistaðið er í Steina
túni, og tað er alt ov langt
burtur frá ætlaða tjóðleikhús
inum. Hann vísir eisini á, at
um bussruturnar verða broytt
ar, so eru vegirnir í Vágsbotni
sera trongir, og illa ber til hjá
bussum og stórum bilum at
kom til og frá.
Hann vísir eisini á, at tann
ætlanin, ið er løgd fram um
tjóðleikhús á Skálatrøð setir
krav um minst 136 parkerings
pláss, men tað er ikki loyst í
verandi ætlan og tekningum.
– Tosað hevur verið um, at
fáa eitt umleið 6.000 fermetrar
stórt parkeringshús. Men tað
tekur bara 119 bilar, og longu
her loypur ketan av. Tosað
verður eisini um at fáa park
eringspláss undir jørð. Eg havi
tosað við fólk, ið kenna til
hetta, og tey siga, at tað fer at
kosta nógvar, nógvar hundrað
tals milliónir, um tað verður
gjørt. Tað er ørskapur, sigur
Høgni.
– Tað er altíð kapping um
tey
200
parkeringsplássini,
sum eru á Skálatrøð í dag. Og
tá ið jarðarferðir eru frá Havn
ar kirkju ella Ebenezer, so er
ein ruðuleiki við parkering.
Loysa
parkeringstrupulleikan
Høgni hevur gjørt sær nakrar
tankar um, hvussu parkerings
trupulleikin í Havn kann vera
loystur.
– Eg haldi ikki, at Skálatrøð
er so vakurt í dag við eini
bilpark. Eg meini tað var
Gunnar Hoydal, sum einaferð
kom við einum uppskoti, at
broyta linjurnar við parkering
á Skálatrøð. So høvdu eini 80
parkeringspláss komið afturat.
Eg hugsi eisini at tað hevði
borið til at gjørt eitt snøgt
parkeringshús
niðan
móti
berginum.
Eitt
snøgt
sum
passaði inn í landslagið. So
skuldi
kanska
eisini
verið
plantað eitt sindur, eitt lítið
spælipláss verið gjørt, sum
skapti
hugna.
Við
hesum
kundu vit kanska loyst parker
ingstrupulleikan
í
Havnini,
sigur Høgni Lützen.
– Øll eru vælkomin
at mótmæla
Í fyrsta umfari noktaði Annika Olsen
at taka móti gott 2.000 mótmælis
undirskriftum. Men nú sigur hon, at
sjálvandi eru øll vælkomin at mótmæla.
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Sjálvandi vil eg taka ímóti.
Øll skulu altíð vera vælkomin
at siga sína hugsan, sigur
Annika Olsen.
Men hví fekk Høgni Lützen
so onnur boð frá henni.
– Tað var ein serlig støða,
har eg var sera skuffað av
honum, tí hann legði onnur
orð í mín munn, sum eg als
ikki eg hevði sagt. Eg havi ikki
sagt nakað um, at kommunan
ikki fór at útvega onnur park
eringspláss, sigur Annika.
Parkeringstunnil
Hon vísir á, at kommunan
arbeiðir við at finna loysnir
upp á parkeringstrupulleikan.
– Vit arbeiða við einum
uppskot til parkeringstunnili.
Ymiskar forkanningar mugu
gerast av fakfólki, og tí ber
ikki ikki til at staðseta enn,
hvar hann verður. Vit síggja
tað í øðrum býum úti í heimi,
at ferðslutrupulleikar verða
loystir undir jørð, og tað
mugu vit eisini kanna í Føroy
um, sigur Annika.
– Parkeringstrupulleikin í
Havn má loysast fyrst, áðrenn
vit møguliga fara at taka fleiri
av teimum parkeringplássun
um, ið eru, sigur Annika Ol
sen.
Staðsetingin tætt
við sjógvin
Viðvíkjandi staðsetingini av
tjóðleikhúsinum, heldur Ann
ika, at tað skal standa tætt við
sjógvin.
– Tá ið vit hyggja eftir øðr
um londum, so síggja vit at
líknandi
bygningar
verða
staðsettir tætt við sjógvin.
Gamla býráðið kom við upp
skotinum til staðsetingina á
Skálatrøð í 2014. Og tað er
bara arbeitt víðari út frá tí.
– Vit mugu hugsa 50 ár
fram í tíðina, og ikki stara
okkum blind í ein parkerings
trupulleika her og nú, sigur
Annika Olsen.
Tað er ætlaða staðsetingin
á Skálatrøð, sum eg og fleiri
við mær mótmæla harðliga,
sigur Høgni Lützen