Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Prís­ ir­nir hækka Seinasta árið eru brúk­ara­ prísirnir í Føroyum hækk­aðir 1,2 prosent. Hó­ast prísinir samanlagt lækk­aður eitt vet frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár, er vøkstur, tá ið fyrstu árs­fjórðingarnir í fjør og í ár verða samanlíknaðir. Hetta vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya. Tá ið ymisku vinn­ur­ nar verða greinaðar fyri seg, vísir tað seg, at størsta príshækkingin er inn­an hotell og mat­stov­ur. Her hevur vøksturin sein­asta árið verið 4,5 pro­sent. Eisini innan býli og flutning er fittur prís­ vøkstur. Hinvegin eru prísirnir innan innbúgv, samskifti, brennievni til akfør, frítíð og mentan lækkaðir nakað. Skutu færri harur Samlaða talið av skotnum harum í 2018 kom upp á 5.136 harur. Hetta er gott 1.000 harur færri enn í 2017, tá ið 6.409 harur vórðu skotnar. Tað sigur Eyð­ finn Magnussen, lekt­ari í lívfrøði á Fróð­skap­ar­setri Føroya. Hann hev­ur skrásett haruveiðuna á heimasíðuni haran.fo.  Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 749 haru­túr­um í 281 hagapørtum í 79 bygdum kring landið. Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2018 vóru teir, sum skutu í Kvíggjar­ham­ars­haga í Saksun. Teir skutu 123 harur á seks túr­um. Sea Shepherd leið­ arin Paul Watson før­ir herferð í­móti føroyska rock­ bólki­num, sum hev­ur fingið fram­førslur av­lýst­ar á europe­ iskari konsert­ ferð Eyðun Klakstein Føroyski rock­bólk­ur­in Týr er í hesum døg­um á kon­sert­ferð kring Ev­ ropa sam­an við bólk­ u­n­um Heide­volk og Dal­r­i­ada. 22 kon­sertir standa á skránni, men á trim­um av kon­sert­unum er Týr tik­ið av plakatini. Týr spældi tí ikki, tá ið konsertir vóru í París sunn­u­kvøldið og Mont­pellier mik­ u­kvøld­ið, og um viku­skiftið skuldu teir held­ur ikki vera við í Hannover í Týsk­landi. Orsøkin er, at felags­skap­ur­in Sea Shepherd hevur sett gongd á átak í­móti fram­førsl­un­um hjá Týr, og í trim­ um før­um hava fyrireikarar boð­ að frá, at Týr ikki er vælkomið at spæla hjá teimum, hóast av­tala framm­an­undan var gjørd um fram­ førslu hjá Týr saman við Heidevolk og Dal­riada. Sea Shepherd vísir í sínum átaki á, at sang­arin í Týr, Heri Joensen, tek­ur lut í grinda­drápi, og tí mæl­ir Sea Shep­herd til boykott av bólk­ i­num. Um vikuskiftið gjørdi Týr sítt egna átak í móti her­ferðini hjá Sea Shepherd. Týr sníkti seg á pallin í Hann­ ov­er at spæla í hálv­an ann­an minutt, og eftir stuttu fram­ førsluna still­aðu tón­leik­ ar­ar­nir í Týr seg framman fyri á­hoyr­ar­a­fjøldina ílætnir troyggj­ur við áskriftini »Týr cen­sored«. Eftir hetta vóru WATSON ELTIR – Týr spælir ikki bert tónleik. Teir stuðla alment grindadrápi, og sangarin Heri Joensen luttekur sjálvur í grindadrápi, sigur Paul Watson sum grundgeving fyri, at hann vil hava spælistøð at boykotta føroyska rockbólkin