Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46 Týsdagin 16. apríl skrivaðu Før­oya Arbeiðsgevarafelag og S&K felagið undir nýggj­an sáttmála, sum fylg­ ir karm­i­num fyri hesa sam­ráð­in­g­ ar­rund­una hjá Før­oya Ar­beiðs­gev­ ar­a­felag. Partarnir samdust um ein­a løn­ar­hækk­ing á 3,26% 1. ár­ið, og 2,56% 2. ár­ið, um­ framt aðrar broyt­ing­ar og til­lag­ing­ar í sátt­mál­a­num. Nevndin skipað seg Nevndin skipað í Norðstreymoyar Javnaðarfelag Eftir aðalfundin her­fyri varð nevnd­in í Norðstreymoyar Jav­n­að­arfelag skipað so­leið­ is, at formaður er Hans Pauli Strøm, Vestmanna, næst­for­ kvinna er Her­vør Dahl­bergs­ dótt­ir, Vestmanna, skrivari er Eiv­ind Clementsen, Hósvík, kass­a­meistari er Steinbjørn Magn­ussen, Tjørnuvík og aðrir nevndarlimir eru Mary Gaard, Vestmanna, og Árni Mort­en­sen, Skælingur. Ment­an­ arnátt í Havn Mentanarnáttin í Havn verð­ ur 7. juni, veit Visti Tórs­havn at siga. Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Ment­an­arnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórs­ havn aftan á ólavsøkuna, og ofta verður hon eisini rópt »lítla ólavsøka«. Tiltakið er ár um ár vaks­ið í vavi og er vorðið ein fólka­ veitsla við tónleiki, und­ir­ haldi, fyrilestrum og alskins til­tøk­um. Hetta er kvøldið, tá ið veru­ligt lív kemur í Havnar gøt­ur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini – tey flestu ó­keypis. Í ár verður Mentanarnáttin fríggjakvøldið 7. juni – sum vant við nógvum for­vitn­ isligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri al­menninginum, søvnini eru opin, matstovur og gist­ing­ar­ hús spenna seg út og handl­ arnir hava leingi opið. Nógvur livandi tón­leik­ur sermerkir eisini Ment­an­ar­ náttina bæði innan- og utt­an­ dura. Nógvastaðni í býnum verð­ur tónleikur at hoyra. Herverk er gjørt á bygdaskelti hjá Landsverki Eyðun Klakstein Nú er navnið Skálabotnur strikað – í øllum førum á báð­um bygdaskeltunum við inn­koyr­ ingarnar til bygdina. Ósemja er millum fólk og myndugleikar um, hvat al­ menna navnið á bygdini inn­ast á Skálafjørðinum skal vera. Sambært vegaskeltum hjá Landsverki er navnið »Skála­botn­ur«, men tað vil meiri­lutin av teimum, sum búgva har, ikki kennast við. Tey halda, at rætta navnið er »Skála­fjørður«. Herfyri var vegleiðandi fólka­ atkvøða í bygdini, og stór­ur meiriluti atkvøddi fyri, at navnið á bygdini skal vera Skálabotnur. Nú hevur onkur sprey­málað út yvir bygdaskeltini hjá Landsverki, so at navnið »Skála­botnur« valla sæst. Ótolnast Borgarstjórin í Runavíkar komm­ unu ótolnast eftir svari frá myndugleikum í sambandi ósemjuni um bygdarnavnið á bygdini innast á Skála­fjørð­in­um. –  Tað er ein samfullur mán­ aði gingin, síðani úrslitið av fólka­atkvøðuni, sum var hild­in á Grækarismessu, var sent Stað­ arnavnanevndini, Menta­mála­ ráðnum, Samferðslu­mála­ráðnum og Landsverki. Tað hevur ikki kvøtt úr nøkr­um teirra. Sum farin undir heilt, ella sita allir hesir myndug­leikar nú sum ryssur yvir deyð­um fylum, nú fólkið í bygdini hevur sagt teimum sína meining, ið ikki er sama meiningin sum Staðar­navna­nevndin hevur havt, sigur Tor­bjørn Jacobsen. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur, at tað nytt­ar ikki hjá myndugleikum at renna undir einari nýggjari av­gerð um bygdanavnið. –  Nú er trýst komið á málið, og tað viknar ikki, somikið hev­ur søgan lært okkum, sig­ur Torbjørn Jacobsen. tónleikararnir í Týr bidnir um at fara av spæli­staðnum, og tað gjørdu teir. Hinir báðir bólkarnir høvdu síðani sínar fram­førsl­ur. – Hetta var eitt friðarligt mót­ mæli. Vit verða sensor­er­aðir or­ saka av lygn­um, og tað vilja vit vísa á. Týr snýr seg um tón­leik og einki ann­að, og hvørki vit ella okkara á­hoyr­a­r­ar ynskja slík­ar avlýsingar, sig­ur Heri Joen­sen, sangari í Týr. Vil boykotta Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Wat­ son, hevur sjálvur staðið á odda fyri her­ferðini, sum royn­ir at leggja trýst á spæli­støð fyri at fáa tey at av­lýsa framførslur við Týr. Í nøkr­ um før­um hevur hetta eydnast. Paul Watson heldur, at tað er um­ráð­andi, at Týr verður boy­kott­ að, og hann greiðir frá hví: – Týr spælir ikki bert tón­leik. Teir stuðla alment grinda­drápi, og sang­ar­in Heri Joen­sen luttekur sjálv­ur í grind­a­drápi. Onkrir sangir hjá teim­um heiðra grindadráp og leggja eftir mótmælisfólkum, sig­ ur Paul Watson. – Vit boykotta ikki Týr or­saka av teirra tónleiki, men vit mæla spælistøðum frá at lata Týr spæla fyri at gera vart við ræðuliga grindadrápið í Før­oy­um, sigur hann. Europeiska konsertferðin hjá Týr heldur fram til 27. apríl. TÝR Soleiðs síggja bygdaskeltini í Skálafirði út nú S&K nýggjan sáttmála Hava málað út yvir bygdanavn Pætur Niclasen, formaður í fakfelagnum S&K og Mar­ita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum taka lógvatak eft­ir at nýggi tvey ára sáttmálin er und­ir­skrivað­ur