týsdagur 23. apríl 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Borgarstjórin í Hvannasunds
kommunu stillar upp fyri
Miðflokkinum
á
komandi
løgtingsvali.
Tað skrivar Norðlýsið.
Irdi Jacobsen er 41 ára
gomul og úr Norðdepli.
– Eg havi í nógv ár eft
irhondini verið miðflokka
veljari,
og
tí
liggur
tað
nátúrligt fyri meg at bjóða
meg
fram
á
miðflokka
listanum. Eg haldi, at vit
í Føroyum hava brúk fyri
politikkarum
úr
øllum
flokkum, sum vilja seta ein
hægri standard, tá tað kemur
til etikk, og hvat vit vilja loyva
og ikki vilja loyva í okkara
landi, sigur Irdi Jacobsen við
Norðlýsið.
Beinir
ætlar sær í
Løgtingið
Yngsti maður hjá Fólkaflokk
inum í býráðnum í Klaksvík,
Beinir Johannesen, ætlar sær
nú í Løgtingið.
22 ára gamli klaksvíking
urin verður á komandi løg
tingsvali at finna á listanum
hjá Fólkaflokkinum. Tað er
sum
ungdómsvalevni
hjá
ungmannafelag Fólkafloksins,
Hugsa, at Beinir Johannesen
verður stillaður upp.
Sjálvur sigur unga valevnið
soleiðis:
– Eftir fleiri áheitanir, so
havi eg valt at stilla upp til
løgtingsvalið. Eg ynski arbeiða
fyri einum borgarligum pol
itikki til frama fyri borgara og
vinnu. Millum míni hjartamál
eru fiskivinnan, ið skal aftur
til tryggar karmar, og eisini
útbúgvingaøkið, har ynskið
er at gera tað meir áhugavert
at útbúgva seg í Føroyum, og
serliga at fara í læru.
Beinir Johannesen hevur
politiskt blóð í æðrunum,
um enn ikki familjan er kend
í Fólkaflokkinum. Hann er
abbasonur Vilhelm Johann
sen, sum var løgtingsmaður
frá 1980 til 2008 og landsstýr
ismaður frá 1979-81 og 1985-
89, og hann er bróðursonur
løgmann, Aksel V. Johannesen.
Forsætisráðharrin
hevur sagt konu síni,
nær fólkatingsvalið
verður hildið
Eyðun Klakstein
Fólkatingsval verður í seinasta
lagi 17. juni, men enn veit hvørki
politiska skipanin ella almenning
urin, nær valið verður.
Forsætisráðharrin Lars Løkke
Rasmussen, sum fer at útskriva
valið, segði herfyri í samrøðu
sendingini Skavlan, at hann hevði
avgjørt, nær fólkatingsvalið verð
ur, og at hann hevur sagt tað við
føroysku konu sína, Sólrun Ják
upsdóttir.
Eftir øllum at døma, eru tað
bert tey bæði, sum vita, nær
fólkatingsvalið verður.
Martin Krasnik,
ábyrgdarblaðstjóri
á Weekendavisen,
heldur, at tveir
møguleikar eru.
Annar er, at fólka
tingsvalið verður
hildið 26.
mai, tá ið
val eisini
verður til
ES tingið. Hin
møguleikin er,
at bíðað verður
til seinastu løtu
– umleið hálvan
juni.
Martin Krasnik
heldur, at tað er
gott
hugskot,
at
f ó l k at i n gs va l i ð
verður sama dag
sum valið til ES
tingið, tí so kann
valstríðið snúgva
seg meira um leiklutin
hjá Danmark í eur
opeiska
sam
s t a r v i n u m
og ikki bert
verða
um
tilflytarar
og
for
sætisevn
ini bæði.
T e y
b o r g a r
ligu hava
sitið
við
valdið
í
Danmark
s í ð a n i
seinasta
f ó l k a
tings
val. Tá tók Lars
Løkke Rasmus
sen við sum
forsætis
ráðharri
e f t i r
javnað
arkvinn
u
n
a
H e l l e
T h o r n
i n g -
Schmidt, sum sat frá 2011 til 2015.
Nú er Mette Frederiksen úr
Javnaðarflokkinum forsætisráð
harraevnið hjá vinstravonginum,
meðan Lars Løkke Rasmussen
stendur til at halda fram sum for
sætisráðharri, um tey borgarligu
vinna valið.
Føroyingar skulu velja tvey um
boð í Fólkatingið. Seinastu fýra
árini hava Sjúrður Skaale úr Javn
aðarflokkinum og Magni Arge úr
Tjóðveldi verið føroysk umboð í
Fólkatinginum.
SÓLRUN VEIT NÆR
VALIÐ VERÐUR
Grønlendska Tele-Post skal brúka nógvar
pengar til óvæntaðar umvælingar
Grønlendska
samskiftisfelagið
Tele-Post væntar at missa burtur
av væntaða avlopinum í ár.
Orsøkin
er,
at
umvælingar
av trimum brotum á sjókaðalar
kosta stórar upphæddir at um
væla. Serskipið Horizon Enabler
skal umvæla skaðarnar, og roknað
verður við, at rokningin fyri hetta
arbeiði verður umleið 50 milliónir
krónur.
Føroyski stjórin í Tele-Post,
Kristian Davidsen, sigur við blaðið
Sermitsiaq, at vætnaða avlopið hjá
Tele-Post í ár minkar við umleið 20
milliónum krónum niður í millum
80 og 90 milliónir krónur.
Fólk í økinum frá Nanortalik
og norður til Upernavik á grøn
lendsku vesturstrondini hava mist
tað skjóta internetið, og tey fáa tað
ikki aftur, fyrr enn kaðalarnir eru
umvældir.
Almenna telefelagið og post
verkið vóru í 1997 løgd saman til
nýggja felagið, sum gongur undir
navninum Tele-Post. Grønlendska
heimastýrið
eigur
allan
partapeningin í felagnum. Kristian
Davidsen, sum eitt skifti var stjóri í
Føroya Tele, hevur verið stóri í Tele
-Post síðani desember 2015.
Lars Løkke
Rasmussen sigur
seg hava sagt við
konu sína, Sólrun
Jákupsdóttir, nær
fólkatingsval
verður – øll onnur
mugu gita
Kristian væntar minni avlop
Borgar
stjóri fer í
Miðflokkin