týsdagur 23. apríl 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46
Unglingi fyllir 60
Í samband við føðingardagin
hjá bróður fór eg at hugsa um,
hvat man kundi tikið fram. Vit
vóru saman nátt og dag, ja
bókstavuliga, tí vit svóu saman
í »etagesongini« til vit vóru
trøllvaksnir. So eyðvita er
nógv sum kann takast framm.Ì
staðin, fari eg at nevna eitt til
dragilsi frá tannárunum.
Hetta sum eg her greiði frá
lýsir bróðir: Hansara loyalitet,
ósmadni, eldhuga yvirtalingar
evni og hjartaligheit.
Hetta fór fram fyri mong
um, mongum árum síðani. Tá
ið alt, sum ikki var at sova, eta
og arbeiða var skeivt.
Eitt annað sum var nógv
uppi í tíðini, var orðadrátturin
um rútmiskan tónleik. Nei tað
var forferdiligt, nei tað rætta
var pumpiorgul og denslags.
Mitt í øllum hesum orða
dráttinum hendur nakað, ein
amerikumaður Pat Boon at
navni kemur til Føroyar. Hann
var komin til trúgv og feraðist
runt og hevði konsertir víða
hvar. Og mín sann um ikki
hann kom higar at halda kon
sert uppi í høllini á Nabb.
Hann búði á Hafnia, og aftan á
morgunmat lat hann seg í
snjóhvíta trenings drakt og so
út at renna. Okkara lanndsmen
høvdu ongantíð sæð slíkt, at
ein vaksin maður fór stórleyp
andi uttan at tað, hvørki var
rakstur ella grindadráp. Táttur
var yrktur um Pat, gospel, pop
og kondimaður er.
Nú fingu arðir blóð upp á
tonna, og roynd var gjørd at
fáa svenskan bólk at kom henda
vegin. Samuelsons var navnið.
Fýra brøður sum høvdu sungið
saman nøkur ár. Teir vóru
altíð sera væl greiddir og vóru
altíð í snjóhvítum skjúrtum,
við ónaturliga longum flipp
um.
Sonni, sum var sterkt ávirk
aður av hesum nýggja rákin
um, ætlaði at fara á konsert,
men ikki bara tað, men ætlaði
at forføra meg at koma við. Eg
helt meg til “de syngende hus
mødre”, longur strekti eg meg
ikki, hóast tað var júst tá ið
Miles Davis fór sína sigurs
gongd. Fyri at gera søguna
stutta, so yvirtalaði bróðir meg
at koma norður at lurta.
So uppran dagurin, og eg fór
norður til Havnar, uppsnollað
ur í mynstrutari heimabundn
ari troyggju, gulum terlen
buksum
við
pressi
og
fótformaðum skóm.
Á veg norður um Skopunar
fjørð byrji eg at føla meg
undarliga til passar, skjálvta
og denslags. Á Bursatanga
stendur bróðir fyri mær og
fær meg niðan til lítlumostur,
konsertin skal ikki verða fyri
enn kvøldið eftir.
Í stovuni sita tey og síggja
sjónvarp, tey hyggja eftir ein
um leiki frá kongiliga teatrin
um. Hetta var, tá ið man spældi
videobond. Góðskan var altíð
vánalig, og hetta kvøldið var
heilt út av lagi,tað blinkaði og
flimraði so gott sum konstant.
Dess abbin var komin oman at
síggja, hann komenteraði alla
tíðina, og tók til, hvussu fant
astiskt hetta var.
Hjá mær var verri, eg var
innhentaður av eini umfar
sjúku. Sum eg siti, kennist tað
sum eg standi á høvdinum,
men sjónvarpi stendur á gólv
inum, at endanum sær mostir,
at her er heilt galið og fær meg
í song. Tað sum ikki hevði
verið bleiv nú, eg upplivdi, at
dýnan royndi at rulla seg inn í
lógvarnar, eg spenti ímóti, ja
eg bardist við dýnuna. Ja hetta
er nokk tað nærmasta eg havi
verið deyðanum.
Nå aftur til bróðir, hann
kom yvir til mín og royndi at
fortelja mær tað nýggjasta av
frontinum, men eg gekk stadi
vekk á hondunum.
Sonni hevði gjørt nógv fyri
at eg skuldi uppliva hetta.
Hann hevði eisini keypt bilett,
sum ikki var bílig, vikulønin
var tá 162 dkr.
So upprann løtan, tá ið
Samuelson trein á pallin, og
bróðir var sum væntað á blett
inum
ikki
aftast,
men
á
fremsta bonki. Hann var ikki
einsamallur, nei, hann hevði
anskaffað sær ein battarí
drivnan
bandupptakara,
til
støddar sum ein margarin
pakki. Tað bleiv trýst dúliga á
“record,” inntil bandið var fult
bæði síðu A og B.
Tað er nokk óneyðugt at
forklára, at hesin Philips band
spælari ikki kundi tað ljóð,
sum 16 spor upptakari við dol
by, suround osv. kann prestera.
Nå Samulsons blivu lidnir,
og bróður kom ginandi av
Nabb oman í Janstovugøtu at
endurspæla konsertina fyri
sjúklinginum. Men desverri
hoyrdist bara óuppdrigdnir
tannáringar skrála, og langt,
langt aftanfyri hómaðist onk
ur syngja:
“Kãrligheden, kãrligheden”.
Eg vóni, at hesar reglur lýsa,
hvussu tú er, og hvat tú hevur
verið fyri mær.
Hjartaliga tilukku við 60 ára
degnum.
Svenning.
Einasta viðgerðin
er vónin
Røða hildin á 16. veðurlagsverkfallinum 19.
apríl 2019. Góðu verðurlagsverkfallsfólk!
Bjørg Dam
Hettar er higartil besti dagur
á árinum, sólin skínur, tað er
langi fríggjadagur og øll eru
smílandi og glað. Men tað
sum vit fylkjast um í dag eru
veðurlagsbroytingar á jørð
ini, og tað er hvørki jaligt,
gleðiligt ella behagiligt at
røða um. Men veðurlags
broytingar eru, og skal lív
verða lagað okkara børnum,
so krevjast óbehagiligar av
gerðir, politiskar broytingar
og broytingar hjá tær og
mær.
Hevur tú roynt at verða
ordiliga ordiliga bangin. At
hava hjartabankan, sveitta og
bara hava ta einu ræðuligu
myndina í høvdinum alla tíð
ina, tann eina tankan sum
melur runt og runt. Líkamikið
hvat tú gert og hvønn veg tú
vendir tær, so fylgja ræðuligu
tankarnir og myndirnar við.
Hettar er angist. Í dag stúra
alt fleiri børn og ung um
framtíðina, um hvat globala
upphitingin fer at gera. Hvat
dálking og yvirnýtsla av nátt
úrutilfeinginum fer at gera.
Tey hava eco-anxiety, um
hvørvisangist.
Svenska Greta Thunberg
er orsøkin vit eru savnaði her
í dag. Sjálvt um hon einans er
16 ár, so hevur hon longu
skrivað seg í søgubøkurnar, tí
hon í august í fjør setti seg
uttanfyri svenska Ríkisdagin
við einum skelti, har tað stóð
"skolstrejk för klimatet". Tí,
sum hon segði, hví skuldi hon
ganga í skúla og útbúgva seg
til eina framtíð, sum kanska
ikki er. Hví skal hon læra
fakta, tá týdningarmiklastu
fakta, ikki hava týdning fyri
samfelagið?
Her sat hon hvønn dag
fram til valið. Eftir valið hev
ur
hon
streykað
hvønn
fríggjadag, og so við og við
hava onnur kring allan heim
in tikið undur við hennara
veðurlagsverkfalli.
Greta fekk depression og
angist tá hon varð bara 11 ár.
Hon fekk trinnar diagnosur
m.a. Aspergers, ið er eitt slag
av autismu og hon sigur, at
hon sær heimin svart ella
hvítt. "Entin røkka vit okkara
málum, ella gera vit ikki".
Hon sigur sjálv, at tað er As
pergers, ið er orsøkin til at
hon sær tað sum er skeift við
okkara skipanum, og at tað er
Aspergers sum ger, at hon
ikki bara spælir eftir teimum
sosialu reglunum, sum vit
onnur gera. Eftir at hon
merkti
umhvørvisbroyting
arnar á egnan kropp, tá skóg
areldar og hitabylgja herjaði í
Svøríki í fjørsummar, so valdi
hon at fara í veðurlagsverkfall
við tí kravi, at Svøríki skal
lækka CO2 útlátið sambært
París sáttmálanum.
Tað er ræðslan og óttin
fyri at hon og børnini í dag
onga framtíð hava, sum fær
hana at handla. Sum hon sig
ur "I don’t want you to be
hopefull, I want you to
panic".
Greta verður samanborin
við Pippi og Joan de Arc. Hon
er júst komin á listan hjá
Time yvir tey 100 fólkini við
mest ávirkan í 2019. Hon er
innstillað til Nobel heiðurs
lønina og hon ferðast víða,
har hon talar fyri heimsins
leiðarum.
Alt hetta hóast hon hevur
autismu, kundi onkur hugsað.
Men hettar er eitt sólstrálu
dømi uppá, hvussu evnarík,
klók og týdningarmikil menn
iskju eru, sum hava aðrar
mátar at síggja heimin, enn
tey sokallaðu normalu. Í hes
um fólkum hava vit eitt týdn
ingarmikið tilfeingi, sum tó
krevur at samfelagið megnar
at lofta teimum, og geva eitt
nú
børnum
við
autismu,
ADHD og øðrum diagnosum
ta rúmd, tillagingar og hjálp
sum krevst.
Í
mínum
barnaárum
í
1980’unum varð tað ikki um
hvørvið vit vóru stúrin um, tí
tá var tað kalda kríggið og
atombumburnar í fylti tíð
indini, og tað vóru russar vit
KJAK
NØVN
Framhald á síðu 32