týsdagur 23. apríl 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
ræddust mest. Tó umhvørvi og
dálking ikki fylti serliga nógv
tá, so hevur tilvitið altíð verið
har. Eg minnist ikki hvat tað
var sum gjørdi tað, men tá eg
var umleið 15 ár gavst eg at
vaska hárið við sjampo og
balsam í eitt ár ella so tí eg
varð bangin fyri at kemik
aliuni oyddi lívið í sjónum. Í
dag klúgvi eg maskinupp
vaskitablettirnar í helvt, tí
uppvaskimaskinan
er
bert
hálva stødd. Vit eiga ikki at
brúka meir enn neyðugt, og alt
ger mun!
Eins og eg gjørdi tá, so stúrir
Greta fyri sínari framtíð. Í
mun
til
okkara
stúran
1980’unum,
so
hevur
hon
merkt umhvørvisbroytingarn
ar á egnan kropp, og hon veit,
at tað er okkara framleiðsla og
nýtsla, sum ávirkar umhvørvið
og lívið á jørð. Hon heitir á
okkum øll, um at gera okkara
til at røkka málinum.
Eg hevði ynskt, at eg var líka
so djørv sum Greta. Hon sum
megnar at seta umhvørvi á
dagsskrá á ein heilt nýggja
hátt, sum er út frá sjónarhorn
inum á stúrandi børnum. Hon
megnar at reisa eina fylking á
fleiri milliónir børn, ung og
gomul bara uppá nakrar mán
aðir.
Tíbetri hevur hon fingið
heimsins leiðarar at lurta.
Vónandi fær hon eisini heims
ins leiðarar, okkara politikarar
og hvønn einstakan av okkum
eisini at handla.
Kravið til okkara er, at seta
tiltøk í verk, soleiðis at hitin á
jørðini ikki skal hækka meir
enn 1,5 stig næstu 50 árini.
Nógv hava tosað um um
hvørvið áðrenn Greta. Hví er
tað júst hana vit hoyra? Hví er
tað júst hon, sum slær í gjøgn
um - Orsøkin er helst tí, at hon
talar til okkara foreldrain
stinkt, og tí vit innast inni vita,
at mátin vit liva í dag, er ein
hóttan ímóti framtíðini hjá
okkara børnum. At okkara
børn eru hótt fær okkum at
lurta.
Eg takki fyri at hava fingið
møguleikan at geva mítt íkast
til
veðurlagsverkfallið
og
verða við til at stuðla og fremja
neyðugu broytingarnar. Takk
fyri at so nógv tykkara eru
møtt og 1000 takk til fyriskip
arnar, ið hesaferð fyriskipa 16.
veðurlagsverkfallið á rað.
Spurd "er Svøríki ikki ov
lítið og týdningarleyst í um
hvørvisspurninginum í heims
høpi?" - so svarar Greta: "you
are never to small to make a
difference".
Føroyar er lítið, men hóast
tað skula vit sjálvandi taka
ábyrgd og vísa globalt um
hvørvissamhaldsfesti. At vit
eru lítil, er ein fyrimunur fyri
at kunna umstilla samfelagið
skjótt, og verða fyrimynd fyri
størri londum og tyngri skip
anum. Á øllum fláum í sam
felagnum
skula
vit
taka
ábyrgd og lóggeva, upplýsa,
píska og geva gularót, fyri at
vit kunnu røkka setta málinum
sum skjótast.
Hvat verður so gjørt her
heima og í okkara egnu komm
unu?
Sum býráðslimur í Tórs
havnar kommunu og sitandi í
umhvørvisnevndini havi eg
sjálvsagt nøkur hjartamál inn
an umhvørvið, sum fylla nógv
hjá mær, og sum eg havi
raðfest at arbeiða við. Eg fari
at greiða eitt sindur um 5
teirra, sum øll eru við til at
minka um útlát og dálking.
Málini eru:
1.
Heimsmál nr. 12, sum er
um ábyrgdarfulla nýtslu
og framleiðsla.
2.
Bussleiðin
3.
Fótgangarateigar
4.
Burðardygg orka og
oljutangar
5.
Plast og órudd í náttúruni,
og hvussu vit kunnu
koma hesum til lívs
Aftur til mál nummar 1: Heims
mál nr. 12 er um ábyrgdarfulla
nýtslu og framleiðslu. Tíverri,
so eru vit nøkur forbrúkara
svín. Tað er eingin penur máti
at siga tað uppá!
Vit hava ein keypi og blaka
burtur mentalitet sum er øði
ligur.
Nýtslan økist ár eftir árum.
Vit innfluttu 10% fleiri vørur í
2018 enn í 2017. Seinastu 10
árini er innflutningurin vaksin
úr 5,0mia upp í 7,7mia. Vørur
úr Kina og Asien er farnar úr
knappar 450 mil. til næstan
800 mil. Okkara forbrúk hevur
ongantíð verði størri.
Kommunala
brennistøðin
hoknar undan og brennir meir
enn 95% av árinum, nátt sum
dag. Býráðið leitar í hesum
døgum eftir einari loysn, einari
nýggjari brennistøð, sum kann
brenna enn meir, tí vøksturin
á okkara burturkasti er lini
erur og gongur beint uppeftir.
Brennistøðin kann sjálvsagt
ikki brenna meir.
Er hettar ikki visionertleyst
og at gera einki við høvuðs
trupulleikan? Hví ikki heldur
politiskt siga, at vit minka
burturkasti við eini 20% ella
50%!
Hetta við, at vit skula keypa
minni, keypa betri og longri
haldandi vørur, brúka tær
longri
og
endurnýta.
Tað
nýggja er, at vøran skal eisini
verða lætt skiljast sundur aft
ur í ráðevni, soleiðis at hon
kann endurnýtast aftur.
Vit skula skilja burturkasti
so minni endar í brenniovnin
um. Lívrunnið skal skiljast til
biogassverkið og vit skula
verða nógv nógv betri til at
skilja eltól, plast, pappír, metal
o.s.f. soleiðis hesi avmarkaðu
og dýrabaru ráðevni verða ver
andi í umferð.
Mál nummar 2 er Bussleiðin.
Kollektivur flutningur er um
hvørvisbetri, men bert um
nógv koyra við! Tí skal buss
leiðin verða super góð! Beint
nú, halda vit ondina eitt
sindur, tí sum flest øll vita, so
er nýggj bussleið komin. Um
hon er betri ella skal tillagast
ella vendast aftur, muga vit
bíða til eftirmetingarnar hava
verið. Bussleiðin skal verða
góð og brúkbar. Hon er loysnin
ikki einans uppá parkerings
trupulleikarnar í býnum, men
er eisini við at minka um dálk
ing og útlát.
Mál nummar 3 er um fót
gangarateigar.
Skula
fleiri
velja bilin frá, má tað verða
trygt at ganga. Okkara bilpark
veksur við einum 1500 bilum
um árið! - Í dag er ferðslan so
nógv, at fleiri hætta sær ikki út
at ganga.
Skula vit tora at lata børnini
ganga og taka bussin, so skal
tað eisini verða trygt at ganga
yvir um vegin. Hugburðurin til
gongufólk og gonguteigar er
ikki góður í Føroyum. Stendur
tú og roynir at sleppa yvirum
ein veg, har eingin gonguteigur
er, so er tað hættisligt og ikki
fyri illa gongd ella børn. Tí skal
kommunan og landið eisini
verða við til, at gera fleiri
gonguteigar og nútímansgera
teir, soleiðis at teir eru nógv
sjónligari, upplýstari og trygg
ari at ganga yvir um. At fleiri
ganga, minkar sjálvsagt eisini
um dálking og útlát.
Fjóðra
og
næststeinasta
málið er um orku og oljutangar.
Sera nógvir oljutangar eru
blivnir skiftir og skula skiftast
í nærmastu framtíð sambært
kunngerð nr. 124 frá 2018.
Leystliga mett, er talan um
einar 1500 tangar, bert í Tórs
havnar kommunu. Tíverri eru
burðardyggari
orkuloysnir
nógv dýrari enn at skifta olju
tangan. Tí velja tey flestu at
skifta tangan og halda áfram
við oljuni. Hóast umhvørvisliga
hevði tað verið nógv betri, um
tey skiftu til varandi orku.
Brúka tey 2L olju um dagin 365
dagar um árið er talan um
knappar 1,1mil L um árið. Tá tú
hevur inviserað í ein nýggjan
oljutanga, fert tú hægst sann
líkt at brúka hann í einari 30-
50 ár. Tí eiga vit sum skjótast,
at seta tiltøk í verk, soleiðis tað
verður nógv lættari at velja
grøna orku.
Tíverri er hjálpin sein á veg.
Hvørki land ella kommuna
hava gjørt nógmikið fyri at
eggja fólki at skifta yvir til
grøna orku. Okkurt er gjørt,
men tann besta hjálpin hevði
verið, at bjóða eitt bíligt lán
yvir langa tíð, soleiðis at ein
ikki skuldi leggja einar 80-100t
krónur á borðið í einum. Fyri
landið hevði tað loyst seg fígg
arliga og á umhvørvisrokni
skapinum. Fíggjarliga er minni
innflutningur av orku er posi
tivur fyri handilsjavnan. Fingu
fólk sær hitapumpu, jarðhita
ella fjarðhita, vóru pengarnir í
Føroyum, ístaðin fyri, í lumm
unum hjá onkrum risaolju
felagi í útlandinum..
Eitt
annar
stórur
um
hvørvistrupulleiki sum fyllir
nógv hjá okkara børnum, er
plast og órudd í náttúruni.
Hettar er 5. og seinasta punkti.
Men, hví finna vit okkum í, at
so nógv órudd liggur og flýtur.
Hettar er stór hóttan ímóti
djóralívið, margfeldi og okkara
egna lívið. Her má lógarsmíð
arnir taka pískin fram. Tað
finst
einans
ein
rættvísur
dómur fyri at blaka órudd í
náttúruna, og tað er at skula
rudda tað og annað órudd
uppaftur. Tí er loysnin ímóti
hesum óruddi, at tey sum
órudda og blaka í náttúruna
skulu revsast við samfelags
tænastu. Tey skula út at taka
órudd upp í t.d. 21 dagar.
Hettar vóru míni úrvaldu 5
mál. Tey eru bert ein pinkalítil
partur av stóru heildini, sum
øll hava týdning.
At stúrast fyri framtíðini
hava
umhvørvisangist
skal
ikki verða lagnan hjá okkara
børnum. Einasta viðgerðin er
vónin. Vónina fáa vit, um tað
verður handlað. Vit skylda
okkara børnum at handla og
skapa tær broytingar, ið eru
neyðugar fyri at tálma veður
lagsbroytingunum.
Takk fyri!
Framhald frá síðu 31
Nógv hava tosað um umhvørvið
áðrenn Greta. Hví er tað júst hana vit
hoyra? Hví er tað júst hon, sum slær
í gjøgnum - Orsøkin er helst tí, at hon
talar til okkara foreldrainstinkt, og
tí vit innast inni vita, at mátin vit liva í dag, er ein
hóttan ímóti framtíðini hjá okkara børnum. At
okkara børn eru hótt fær okkum at lurta
Men, hví finna vit okkum í, at so nógv
órudd liggur og flýtur. Hettar er stór
hóttan ímóti djóralívið, margfeldi og
okkara egna lívið. Her má lógarsmíð
arnir taka pískin fram