Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-23, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46 Hóast ÍF/Víkingur/ B68 leingi var leikliga omaná, so eydnaðist tað KÍ at vinna javnleik Seinastu ferðirnar hevur B36 fleiri ferðir spælt HB eitt puss, hóast tær í norðara enda í Gundadali hava verið favoritt­ ar. Mikukvøldið var als eingin ivi. Tá vann HB granna­upp­ gerðina 6-1, og Heidi Sevdal gjørdi hattrikk, tá ið hon skor­ aði trý tey síðstu málini. HB er nú topplið við betri mál­muni enn KÍ. Bæði liðini hava tíggju stig, meðan ÍF/ Víkingur/B68 hevur átta stig. Mikukvøldið endaði tað 1-1, tá ið ÍF/Víkingur/B68 vitjaði í Klaksvík. Gestirnir vóru leingi greitt omaná, men tað eydn­ aðist bara at skora mál við brots­sparki. Í seinna hálvleiki menti heimaliðið seg nakað, og tá skoraði liðformaðurin Eyð­ vør Klakstein, so tað endaði 1-1. Merkisvert var tað, at Malena Josephsen var á KÍ liðnum fyri 400. ferð í lands­ kappingini. Talan er um formliga skrásettar lands­kapp­ ingar­dystir. Tað vil siga, at tá eru ikki allir teir dystirnir hjá KÍ og Malenu við, sum seinni eru strikaðir, tí mótstøðuliðini eru farin úr kappingini. Umframt 400 dystir í landskappingini hevur Malena Josephsen sambært faroe­soccer spælt 95 steypadystir, 50 dystir í Europa, 41 lands­dystir og ellivu dystir á oyggja­leikalandsliðnum. Samantalda dystar­talið er 597! Hetta metið verður neyvan tikið. FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Støðan broytist frá viku og til viku. Í næstsíðstu viku sá tað ljóst út hjá B68, ið vann fulla úr­tøku, samstundis sum KÍ, ið tá var topplið, tapti. Harvið styrkti B68 um sína støðu at vera við í kappingini um tindin og harvið møguleikan at flyta upp. Nú sær ikki so gott út hjá B68. Mikukvøldið var granna­upp­ gerð við Løkin í Runavík, og har var eingin ivi. Teir næst­bestu hjá NSÍ vóru væl betri, enn teir bestu hjá B68 vóru. NSÍ vann 2-0, og gestirnir høvdu ongan upplagdan mál­møgu­leika. B68 hevur átta stig, og eftir seks umfør eru tað fýra stig fram til NSÍ, sum er á triðja plássi­num, sum er minsta krav, um talan skal verða um upp­ flyting. Toftamenn vóru í gjár í Gøtu og spældu steypadyst. Úrslitið – teir taptu 10-0 – ber boð um, at tað er langt frá miðal liði í næst­bestu deildini og fram til lið, sum í løtuni er á sjeynda plássi í bestu deildini. Tað er møguleiki fyri, at hetta árið verður tað fyrsta, síðani skipanin við flyting mill­ um deildirnar sá dagsins ljós, at eingin niðurflyting verður úr bestu deildini. Soleiðis verður tað, um einki av teimum trimum liðunum, sum hava møguleika at flyta upp úr næstbestu deildini, megn­ar at vinna seg fram á triðja plássið. Í løtuni er 07 Vestur besta boðið uppá uppflytara. Miku­ kvøldið skuldi 07 Vestur spæla á Sandi, men dysturin varð út­ setur. Hóast 07 Vestur saman við B71 hevur spælt ein dyst færri enn hini liðini, so er 07 Vestur næstfremst við trettan stigum. Víkingur var undan sætta um­fari trý stig frammanfyri KÍ. Nú er munurin seks stig. Vík­ingur vann leygardagin granna­upp­gerðina uppi á Brekku í Leirvík 4-1. Bæði liðini endaðu við tíggju spælarum. Fyri KÍ var tað avgerandi, at liðið longu í tólvta minutti misti ein mann, tá ið Mikkjal á Bergi sá reytt fyri at brúka neyðbremsuna. Tá ið stórur hálvur tími var farin, sá Tonni Thomsen hjá Vík­ingi beinleiðis reytt. Tá var heima­ liðið frammanfyri 4-0. Skála vann 4-0 ímóti B36, sum er næstniðast. Hetta var fyrsti sigurin hjá Skála í ár. Frammanundan hevði Skála fýra ferðir spælt javnt og tapt einaferð. Støðan eftir fyrra hálvleik var 1-0. Málskjútti í fyrra hálv­ leiki var Jan Ingason Hansen, sum skoraði, tá ið ein lítið hálvur tími var farin. Bæði í fjør og fyrraárið var Jan skaddur stóran part av tíðini. Higartil í ár hevur hann vant við fullari ferð, og tríggjar løtur hevur hann verið inni á besta liðnum. Ímóti B36 var Jan Ingason Han­sen so óheppin, at hann átjan minuttir undan leikloki noydd­ist av vøllinum við brot­ num armi. Hann er gipsaður upp­um ælbogan og verður ikki á vøllinum næstu vikurnar. HB vitjaði í Hólmanum á Eiði, har úrslitið var 2-2. EB/ Streym­ur tvífaldaði harvið um úrtøkuna, sum nú er tvey stig. EB/Streymur er aftast, og HB er á sjeynda plássi við fýra stigum. Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 Víkingur II 6 5 1 0 18 5 +13 16 2 07 Vestur 5 4 1 0 12 4 +8 13 3 NSÍ II 6 4 0 2 10 9 +1 12 4 KÍ II 6 3 1 2 16 9 +7 10 5 B68 6 2 2 2 12 12 0 8 6 Skála II 6 1 4 1 8 6 +2 7 7 HB II 6 1 1 4 8 11 -3 4 8 B71 5 1 1 3 8 17 -9 4 9 B36 II 6 1 1 4 3 15 -12 4 10 EB/Streymur II 6 0 2 4 11 18 -7 2 Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 HB 5 3 1 1 15 5 +10 10 2 KÍ 5 3 1 1 9 5 +4 10 3 ÍF/Vík/B68 5 2 2 1 8 5 +3 8 4 B36 5 2 0 3 5 10 -5 6 5 EBS/Skála 4 0 0 4 2 14 -12 0 EB/Streymur – HB 2-2 (1-0) 1-0: Gutti Dahl-Olsen 3. 1-1: Sveinur Justinussen 54. 1-2: Villiam Klein 74. 2-2: Teitur Olsen 93. Víkingur – KÍ 4-1 (4-0) 1-0: Óla Kristian Jacobsen 9. 2-0: Hans Jákup Lervig 13. 3-0: Milan Svojic 20. 4-0: Mikal á Reynatrøð 33. 4-1: Bárður J. Heinesen 89. NSÍ – B68 2-0 (2-0) 1-0: Sølvi Sigvardsen 11. 2-0: Óli H. Olsen 13. B36 – Skála 0-4 (0-1) 0-1: Jan Ingason Hansen 28. 0-2: Dávid Johansen 62. 0-3: Andreas Egeberg Jacobsen 66. 0-4: Dávid Johansen 79. B71 – 07 Vestur útsettur KÍ – ÍF/Víkingur/ B68 1-1 (0-1) 0-1: Jensa Tórolvsdóttir br 10. 1-1: Eyðvør Klakstein 74. B36 – HB 1-6 (1-4) 0-1: Rebekka Benbakoura 5. 1-1: Sarita Maria Mittfoss 11. 1-2: Rebekka Benbakoura 16. 1-3: Julia Naomi Mortensen 32. 1-4: Heidi Sevdal 40. 1-5: Heidi Sevdal 60. 1-6: Heidi Sevdal 90. Máltindurin Bárður J. Heinesen KÍ 6 7. umfar Leygardagin 27. apríl KÍ – EB/Streymur Skála – NSÍ HB – Víkingur B36 – 07 Vestur B71 – B68 Máltindurin Heidi Sevdal HB 7 Julian Naomi Mortensen HB 4 Rebekka Benbakoura HB 4 28. apríl KÍ – B36 EBS/Skála – ÍF/Víkingur/B68 1. deild: Kvinnur: Tað verður í mesta lagi ein uppflytari Henda vikan var so soltin hjá toftamonnum, at nógv skal venda øðrvísi, enn tað ger nú, um tað skal eydnast B68 at vinna uppflyting Malena fór um teir 400