Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Løgmanssteypið: KÍ venjarin spenti álopsbogan fult, og tað bar sigurin við sær, eisini tí bonkurin hjá klaksvíkingum er breiðari, enn hann er hjá B36 Jóannes Hansen Landskappingin skírisdag vísti, at tað í fjórðingsfinalunum í gjár vóru tveir greiðir favoritt­ ar, meðan tað var meiri ivasamt, hvussu tað fór at tørna út á Skála, har TB var gestur og í Gunda­dali, har KÍ fyri aðru ferð í fýra dagar vitjaði B36. Hjá Víkingi var eingin ivi. B68 noyddist út aftur á Toft­ir við 10-0 tapi. Tað hevði neyvan verið so stórur munur á lið­un­ um, um tað í fjør hevði eydnast toftamonnum at vunnið upp­ flyt­ingina, sum teir mistu á stokki­num. Men tølini siga, at tað iva­leyst hevði verið torført hjá B68 í bestu deildini, og at møgu­leikin fyri fleiri stórum tapum hevði verið stórur og sann­líkindið at varðveita pláss­ ið í bestu deildini hevði verið lítið. Í Gundadali var tað fyrstu løtuna striltið hjá HB at fáa bil­bukt við B71, sum stríddist væl og helt tørn allan fyrra hálv­leik. Fram ímóti steðginum vaknaði HB, sum fyri fyrstu ferð í ár hevði Trónd Jensen millum teir fyrstu ellivu, og beinan­vegin eftir steðgin glapp tað. Veteranurin Símun Samuel­ sen var í hopla og skoraði trý mál og reint hattrikk, áðr­enn Dan í Soylu, ein av sand­oy­ing­ unum í HB, staðfesti 4-0 heima­ sigurin, sum ber við sær, at HB er í hálvfinaluni og harvið fram­vegis hevur møguleika at vinna løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani 2004. Droyma um fyrstu finaluna Á Skála var als eingin ivi. Heima­menninir vóru sera væl upp­lagdir frá fyrsta bríksli. Fleiri ferðir fyrr í ár hava skálamenn ikki vunnið úrtøku úr góðum málmøguleikum. So­leiðis var ikki ímóti TB ígjár. Nú Edvin Jakobsen er skaddur, var Ronni Møller-Iversen fluttur í framrættað pláss í høgru, meðan Janus Svabo Samuelsen var í 10ara leiklutinum. Hann takk­aði fyri og skoraði tvey mál. Jákup Johansen var aftur í gjár fremsti maður, og hann skoraði aftur tvey mál. Væl upp­ lagdi Heðin Klakstein skoraði eitt Skálamál. Stefan Radosavljevic mink­ aði um munin til 5-1 fyri TB. Tapið var greitt, men kortini vísir tað seg, at tað næstan ikki kemur fyri, at Stefan Rado­sav­ ljevic fer av vøllinum uttan at skora mál. Skála er tað einasta av teim­um fýra liðunum, sum eru í hálv­finaluni, sum ongantíð hava vunnið steypakappingina. Tí er einki at siga til, at tað á Skála og Strondum og bygd­unum har á leið verður droymt um at vinna seg í finaluna fyri fyrstu ferð. Skála hevur tríggjar ferðir verið í hálvfinaluni og tapt allar ferðirnar. Í 2006 var tað ímóti KÍ, sum vann 3-0 á heima­ vølli og 2-0 á útivølli. Einasti skálamaðurin, sum var á liðnum í gjár, og sum eisini var við í hálvfinaluni í 2006, er Pætur Dam Jacobsen. Skála var aftur í hálvfinaluni í 2007. Tá var tað ímóti EB/ Streymi, sum vann 2-0 á útivølli og 1-0 á heimavølli. Umframt Pætur Dam Jacobsen var Teit­ ur R. Joensen, sum í gjár var á beinkinum, við ta ferðina. Í 2016 var Skála aftur í hálvfinaluni. Tá endaði tað við 1-0 heimatapi og 1-1 á úti­ vølli ímóti Víkingi. Fleiri, sum framvegis eru á Skála­ lið­num, vóru við fyri trimum árum síðani: Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Pætur Dam Jakob­ sen, Ólavur Mikkelsen, Jákup Johansen og Edvin Jakobsen, og Andreas Egeberg Jacobsen var á beinkinum. B36 misti alt á gólvið KÍ lá undir 2-0, inntil tað rest­ aðu 25 minuttir. So skoraði inn­ skifti Darius Warren við fín­um stútara. Tað setti mót í klaks­ víkingar, og ein minutt undan leikloki javnaði Aksel B. Daniel­ sen, sum júst var skiftur inn, til 2-2. Hann var fyrstur á retur­ bólti, eftir at Simen Sandmæl royndi við skoti úr 25 metrum, og bólturin varð blokeraður av verjuspælara. Simen Sandmæl varð annars ógvuliga væl ansaður, eftir at hann skírisdag var so eyð­ sýndur. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir, vísti dómarin B36 álops­spælaranum Brian Jakobsen tvær ferðir gult fyri tvey brot í somu støðu, og so var heimaliðið undirmannað. Tað kostaði í longdu leiktíðini. Eli Falkvard Nielsen eftir langt innkast frá Benjamin Heine­ sen og Brian Jakobsen eftir fínt skjótálop dygst undan steðgi­ num, tá ið Árni Frederiks­berg var eyðsýndur, løgdu B36 á kós ímóti hálvfinaluni. Kortini kiksaði tað. Inn­ skifti Torbjørn Grytten stútaði KÍ framum 3-2, men undir­ mann­aða B36 megnaði at svara aftur, tá ið innskifti Ragnar Samuel­sen javnaði til 3-3. KÍ lið­for­maðurin og undan­gongu­ maður­in Jákup B. Andreasen skoraði eftir horna til 4-3, sum vísti seg at verða sigursmálið. Hann var ógvuliga lættur og fegin eftir síðsta bríkslið: -Eftir at teir taptu 3-0 ímóti okkum skírisdag, roknaðu vit heilt víst við, at heimamenninir fóru at leggja ágangandi fyri og so var. B36 skoraði tvey góð mál og var omaná, og 2-0 málið dygst undan steðginum kom illa við hjá okkum. Vit royndu at savna okkum undir hvíldini. Vit roknaðu ikki við, at B36 alla tíðina fór at verða so ágangandi sum í fyrra hálvleiki, og soleiðis vísti tað seg at vera. Tað er stór kapp­ing um plássini á liðnum TRÝ LIÐ SPÁKAÐU Í HÁLVFINALUNA