týsdagur 23. apríl 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Tað var øgiligur rómur í Høllini
á Hálsi annan páskadag undan
fjórðu FM-finaluni hjá monn
um. Serliga neistafólk vóru
møtt væl og tíðliga fyri at stuðla
liði sínum, ið kundi vinna fyrsta
Føroyameistaraheitið síðani 2011
um tað skuldi eydnast at fáa ein
sigur hetta kvøldið. H71 ætlaði
sær av øllum alvi at spilla hesa
ætlan, og har kom eisini stórur
stuðul frá hoyvíkingum. Hetta
skapti fantastiskar karmar fyri
enn einari FM-finalu, ímillum
hesi bæði liðini, ið hava verið tey
sterkastu í føroyskum mans
hondbólti seinastu tvey kapp
ingarárini.
Flótandi neistaspæl
í fyrra hálvleiki
Eftir ein lítlan hvøkk, har H71
legði seg á odda 1-3, fótaði Neist
in sær og tók leiðsluna. Spælið
fleyt sera væl hjá Neistanum í
fyrra hálvleiki, har serliga góðar
spælingar inn til Runa Olsen á
strikuni ørkymlaði H71-verjuna.
Neistin økti um leiðsluna upp í
11-8 eftir góðar tjúgu minuttir,
og nú tóktist fyrsti fjálturin at
koma á H71. H71 hevði trupult
við at finna møguleikarnar ímóti
einari neistaverju, ið setti fulla
mansverju á Peter Krogh. Peter
Krogh spældi bert fyrstu løtuna,
áðrenn ábyrgdin var løgd á
herðarnar hjá hinum bakkunum
hjá H71.
Eftir at H71 kom afturum
við trimum málum, var avgjørt
at seta leikferðina upp. Hetta
vildi Neistin eisini, og úrslitið
av hesum var, at málini fóru
at floyma inn móti endanum
av hálvleikinum. Eitt sindur
fleiri hjá H71, ið javnaði við
støðuni 14-14 og aftur við 15-15,
ið gjørdist hálvleiksstøðan.
Teir ungu leikararnir
gera um seg
Sostatt var púra javnt undan
seinna hálvleiki, har Neistin
aftur legði seg á odda. Tað var
Tróndur Mikkelsen, ið skeyt
eitt gott hoppiskot inn frá
vinstra bakki. Ungi neista
bakkurin hevði eisini fingið
fleiri góð mál í fyrra hálv
leiki, har hann kortini sat á
bonkinum
ímóti
endanum.
Ungi H71-bakkurin, Brandur
Halgirsson svaraði aftur við
rimmar skotið áðrenn Dánjal
Ragnarsson hjá Neistanum
og Leivur Mortensen hjá H71
skutu mál fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki. Alt blaðungir
leikarar, ið dugdu at seta sín
dám á dystin.
Útvísingar kosta
Neistanum dýrt
Men so fór H71 brádliga at
renna undan. Ein útvísing
til Neistan kostaði dýrt, H71
gjørdi skjótt av, og økti upp í
17-20 tíðliga í seinna hálvleiki.
Hetta
var
ikki
seinasta
útvísingin í dystinum. Eftir
at Neistin hevði minkað um
munin niður í eitt mál, mistu
neistamenn tveir leikarar og
mist H71 ein innanfyri tveir
minuttir. Hetta skuldi vísa seg
at vera rættiliga avgerandi.
Tveir bóltar endaðu í tóma
neistamálinum hesa løtuna og
munurin øktist upp í fýra mál
til H71.
H71-verjan avger dystin
Neistin royndi meginpartin av
seinna hálvleiki at mansverja
Hilmar Leon Jakobsen, meðan
Peter Krogh var á bonkinum.
Við góðum tíggju minuttum
eftir av dystinum, svaraði H71
við at seta Peter Krogh inn
aftur, og Neistin svaraði við at
mansverja báðar bakkarnar.
H71 svaraði við at seta sjey
mans í álopið. Hetta førdi
til eitt sindur óskipað spæl,
og H71 fekk ikki mál í einar
fimm minuttir. Men H71 var
framvegis á odda við trimum,
og Neistin fekk heldur ikki
minkað meira um munin í
hesar fimm minuttirnar. Eftir
enn eina útvísing til Neistan
loysnaði í H71-álopinum og tá
ið Hilmar Leon Jakobsen økti
upp í 24-28 mál við góðum fýra
minuttum eftir mundi vera av
gjørt. Tað var tað eisini. Tíðin
bara gekk ímóti H71-sigrinum,
meðan Neistin framvegis hevði
ov trupult at skjóta mál. Neist
in fór langt út á vøllin í eini
ráðaleysari roynd at trýsta
H71 til mistøk, men til fánýtis.
At enda hevði H71 vunnið
25-30 og syrgt fyri at Føroya
meistaraheitið verður avgjørt
leygardagin klokkan 20.00 í
Hoyvíkshøllini í fimtu finaluni
ímillum liðini.
Kvinnurnar sleppa
upp í part aftur
Hesin leygardagurin verður
ein stórur finaludagur, eins
og vit hava sæð seinastu árini.
Tí meðan alt uppmerksemið
hevur ligið á drúgvu
mansfinalunum,
er
kvinnukappingin komin
til
avgerandi
dystirnir.
Leingi var greitt, at VÍF skuldi
spæla FM-finalu, og fyri viku
síðani
varð
mótstøðuliðið
funnið. Við sigri á Neista
num syrgdi Kyndil fyri at FM-
finalurnar hjá kvinnum aftur í
ár verða ímillum VÍF og Kyndil.
Eins og hjá monnum er talan
um eina endurtøku av finalu
num frá í fjør. Hesi liðini hava
hitst bæði í steypafinaluni og
FM-finalunum seinastu tvey
kappingarárini. Í fjør vann VÍF
báðar finalurnar, meðan Kyndil
vann steypafinaluna fyrr í ár.
Og tað gjørdu kyndilskvinnur
við stórari sannføring. So
stórari, at Kyndil møguliga má
taka favorittleiklutin á seg.
Kyndilskvinnur hava havt eitt
kappingarár, har tær, eftir at
hava fingið nakrar styrkir,
eru vorðnar betri og betri sum
kappingarárið hevur liðið. VÍF
hevur hinvegin havt nøkur
sveiggj í spælinum. Summar
dystir hava Føroyameistararnir
spælt á sera høgum støði, men
aðrar dystir hevur okkurt
tykist at vanta í spælinum.
Tað gjørdi tað millum annað í
steypafinaluni, har liðið leitaði
leingi eftir rætta neyvleika
num.
Í fjør skuldu tríggjar finalur
spælast áðrenn VÍF gjørdist
Føroyameistari, og tað er als
ikki óhugsandi at tað verður
neyðugt við eini triðju finalu í
ár. Byrjaði verður við tí fyrstu
mikukvøldið klokkan 20.00 í
Høllini á Hálsi.
HONDBÓLTUR
Hondbóltur:
Neistin hevði møguleikan at gerast Føroyameistari hjá
monnum annan páskadag, men tað eydnaðist ikki at basa
H71 í Høllini á Hálsi. Nú verður alt avgjørt leygardagin á
einum stórum hondbóltsdegi við bæði mans- og kvinnufinalu
H71 SPILTI
NEISTAVEITSLUNA