týsdagur 23. apríl 2019síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46
HONDBÓLTUR
Tá ið Kyndil og VÍF hittast í
Høllini á Hálsi mikukvøldið
klokka 20.00 til fyrstu FM-
finaluna, kunnu vestmenn
ingar ugga seg við, at VÍF
hevur ikki tapt ímóti Kyndli
í landskappingini í ár. Hetta
er í sjálvum sær góð úrslit,
men líta vit aftur á dystir
nar, so sigur søgan at Kyndil
kemur nærri og nærri og
kanska meira enn tað.
Í øðrum umfari av SMS-
deildini hittust finalistarnir
fyrstu ferð hetta árið, og VÍF
vann greiðan sigur við 34-
24 í einum dysti, har einki
bendi á, at Kyndil skuldi
enda við at spæla finalu.
Aðru ferð feløgini hittust,
vann VÍF aftur greitt. 24-18.
Í januar var triði innanhýsis
dysturin og nú bórust boð
um, at Kyndil var við í spæli
num. Dysturin endaði 26-25
til VÍF eftir at Kyndil hevði
verið á odda 24-25 í seinasta
minutti.
Seinasti
lands
kappingardysturin endaði
við javnleiki 22-22, eftir at
Kyndil tók stóra leiðslu
aftur í seinna hálvleiki.
Søgan hetta kappingar
árið vísir greitt at Kyndil
hevur tikið seg inn á støðið
hjá ráðandi Føroyameist
arunum, og so var tað líka
steypafinalan.
Har
vant
Kyndil burtur úr VÍF og
vann tryggan sigur við 31-24.
Mikukvøldið klokkan 20.00
er leikvøllurin hin sami.
Kyndil vónar eina endur
tøku, meðan VÍF tráar eftir
hevnd, men tað er ógjørligt
at spáa um hvør fer at eydn
ast við sínum ætlanum.
VÍF hevur bert
tapt ein dyst ímóti
Kyndli í ár, men
er ikki favorittur
Teir ungu settu
dám á dystin
Neistin – H71 25-30 (15-15)
Neistin: Tróndur Mikkelsen 7, Rune Olsen 6, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Kragesteen 3, Rasmus Søby 2, Dánjal
Ragnarsson 2, Pætur Mikkjalsson 1
H71: Hilmar Leon Jakobsen 9, Leivur Mortensen 8, Pætur Thomsen 4, Brandur Halgirsson 3, Vilhelm Poulsen 2, Niklas H.
Hanusarson 2, Rúni Vest Højgaard 1, Peter Krogh 1
Finaluskráin
1. FM-finala hjá kvinnum: Kyndil – VÍF í Høllini á Hálsi mikudagin klokkan 20.00
2. FM-finala hjá kvinnum: VÍF – Kyndil í Vestmanna leygardagin klokkan 18.00
5. FM-finala hjá monnum: H71 – Neistin í Hoyvíkshøllini leygardagin klokkan 20.00
Møgulig triðja FM-finala hjá kvinnum sunnudagin í Høllini í Vestmanna
Fjórða FM-finalan hjá monnum
Verður
hugt
eftir
mál
skjúttunum frá dystinum
er skjótt at leggja til merkis,
at tveir teir bestu bakkar
nir i Føroyum, Peter Krogh
og
Rasmus
Søby
fingu
bert ávikavist eitt og tvey
mál í fjórðu FM-finalu
ni. Hjá Peteri Krogh lá ein
frágreiðing í, at hann hevði
ligið sjúkur undan dysti
num, meðan Rasmus Søby
í hesum dystinum gjørdi
mest við at spæla viðleikar
arnar fríar. Tí vóru tað, teir
ungu spælararnir, ið fingu
ábyrgdina av at avgreiða
møguleikarnar.
Hetta er nú heldur ikki
løgið, tí at bæði liðini hava
sera ungar leikarar, ið verð
ur hjálpt av nøkrum fáum
royndum kreftum.
Hjá Neistanum sást ikki,
at Tróndur Mikkelsen enn
hevur aldur til at spæla við
dreingjum 18, tá ið hann
ferð eftir ferð gjørdi bart av
vinstra bakki, so at ein skuldi
trúð at hann hevði nógv ár á
baki í vaksnamannadeildini.
Hjá H71 lá nógv ábyrgd á
Hilmar Leoni Jakobsen, ið
við sínum 21 árum kanska
ikki er so ungur í føroyskum
hondbóltshøpi. Men menn
sum
Leivur
Mortensen,
Brandur
Halgirsson
og
Hørður Trygvason vóru allir
avgerandi, hóast teir ikki
eru fyltir 20 enn.
Tað tykist at hava eydnast
báðum feløgum at spæla
ungar leikarar inn á liðið.
Lykilin til hetta er er teir
fáu royndu leikararnir sum
eitt nú Tróndur Kragesteen,
ið hava dugað at javnviga
ábyrgdina á teir ungu.