hósdagur 25. apríl 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
4
HALLUR AV RANA
T
að var við stórum
áhuga, at fólk kring
Føroya land mikudag
in fylgdu við hvussu
leikur fór fram í tinginum.
Dagarnar
frammanundan
høvdu fjølmiðlarnar nevniliga
lagt upp til, at dagurin var ein
lagnudagur hjá samgonguni.
Orsøkin var eitt uppskot
hjá uttanflokkatingmanninum
Magna Laksáfoss, um at loysa
elnetið frá SEV og leggja tað í
sjálvstøðugt felag. Seinasta árið
hevur tingmaðurin verið partur
av parlamentariska grundar
lagnum hjá samgonguni, men
fall uppskotinum hjá honum,
merkti tað allarhelst, at sam
gongan misti hansara stuðul og
møguleikan at fáa mál samtykt.
Stórur spurningurin var sostatt,
um løgmaður í kjalarvørrinum
av hesum fór at skriva út val.
Dagurin gjørdist tó aldrin ser
liga dramatiskur. Magni Laksá
foss hevði biðið um at atkvøða
málið úr nevnd, men áðrenn
tingfundin boðaði nevndin
frá, at hon var liðug at viðgera
málið og hevði skrivað álit. So
statt varð atkvøðugreiðslu av
ongum, men samgongan gjørdi
samstundis greitt, at tey stuðla
ikki uppskotinum.
Sostatt er líkt til, at sam
gongan ikki hevur neyðuga
stuðilin at fáa fleiri mál ígjøgn
um uttan hjálp frá andstøðuni.
Men í samrøðu við FM1 aftaná
tingfundin gjørdi løgmaður
greitt, at tað fær onga ávirkan á
nær val verður útskrivað, men
ætlar hann at sita skeiðið út.
Tað er eisini í samsvar við
boðini hjá trimum politiskum
eygleiðarum, ið Vikuskiftis-
Sosialinum hevur tosað við um
politisku støðuna. Øll eru tey
samd um, at val neyvan verður
hesumegin summarferiuna.
HALLUR@SOSIAURIN.FO
Neyvan løgtingsval
hesumegin summarferiuna
Neyvan verður løgtingsval útskrivað áðrenn
summarferiuna er niðurstøðan hjá trimum
politiskum eygleiðarum, ið sostatt draga somu
linju sum Aksel V. Johannesen, løgmaður
POLITIKKUR
TJÓÐVELDI OG JAVNAÐAR
FLOKKURIN TØRVA TÍÐ
M
álini við eykajátta
num til Glasir og
Landssjúkrahúsið
og
innanhýsis
stríðið í Tjóðveldi gera, at val
neyvan verður útskrivað hesu
megin summarferiuna. Tað
er metingin hjá Beinta Løwe,
journalisti í Kringvarpinum og
politiskur eygleiðari.
- Eg vænti samgongan situr
skeiðið út, tí Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi hava sítt at fáast
við. Málið um Glasir er ikki
positivt fyri Javnaðarflokkin
og innanhýsis stríðið í sam
band við útsøgnina hjá Annitu
á Fríðriksmørk um Páll á Reyna
túgvu hevur merkt Tjóðveldi.
Tí trúgvi eg ikki, at teir báðir
flokkarnir eru so áhugaðir í
einum vali akkurát nú, sigur
kringvarpsjournalisturin.
Hon metir nevniliga, at tað
kann gerast eitt tungt valstríð
hjá stjórnarflokkunum, um
eykajáttanirnar til tveir av stóru
almennu byggiverkætlanunum
hanga yvir høvdið. Tí er
summarferian eitt upplagt høvi
hjá flokkunum at leggja hesi mál
afturum seg.
- Samgongan vil neyvan fara
upp á val upp við eykajáttan
unum til Glasir ella Lands
sjúkrahúsinum fríkst í huga.
Tað eru øgiliga keðilig og tung
mál hjá teimum at fara upp á
val uppá. Tí helli eg mest til, at
teir sita valskeiðið út og at val
verður aftaná summarferiuna,
sigur hon.
Eftir ætlan fer løgtingið
í summarfrí 3. mai, men
um tað er neyðugt, so kann
samgongan steðga
t i n g a r b e i ð i n u m
áðrenn, vísir Beinta Løwe á.
- Um tað nú verður okkurt
keðiligt mál í tinginum, so kunnu
tey gera sum á sinni, tá tey ikki
blivu samd um fiskivinnuný
skipanina, og koyra løgtingið
heim í summarferiu. So er friður
og á tann hátt hevur tað heldur
onga avleiðing at missa stuðulin
hjá Magna Laksáfoss.
Um valið verður áðrenn
summarferiuna, so er eitt
møguligt uppskot at leggja
valdagin sama dag,
ið fólkatingsvalið er sett
at verða, og vóna at tað valið
ikki verður áðrenn, metir hon.
- Danir hava eina styttri freist
og tí er torført at leggja eitt val
eftir tí, men um danir hava valið
í juni, ið er seinasta freist, er tað
ein møguleiki at leggja valdagin
tá. Vansin er, at tað er mitt í
summarferiuni og spurningurin
er, um man er sloppin av við
málið um Landssjúkrahúsið
og Marknagil til tað tíð, sigur
Beinta Løwe.