Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 5 T að verður neyvan fyrr enn seinasta møguliga valdag 31. august, at løgmaður útskrivar val. Tað metir Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og politiskur eygleiðari, ið heldur at tann dagurin er væl egnaður til eitt løgtingsval. - 31. august er ein góður valdagur. Tað er ein leygardagur og síðsti dagur, ið val kann vera, tí at 1. september er sunnudagur og løgtingsval kann ikki vera sunnudagar, sigur hann. Nógv hevur verið spekulerað í, um ein valdagur liggur betri áðrenn fólk fara í feriu, men sambært blaðstjóranum á Sosialinum hevur man aldrin tikið hædd fyri slíkum í Føroyum. - Sjónarmiðið at tað er meira praktiskt at fáa val útskrivað áðrenn summarferiuna er bara snakk, tí soleiðis ger man bara ikki í Føroyum. Vit hava ikki siðvenju fyri slíkum í Føroyum. Tað er ongantíð hent, at val er skrivað út vegna eina veljarakanning ella nær tað er praktiskt. Tað verður altíð skrivað út síðsta dag, um tað ikki er ein trupulleiki, ið ger at samgongan leggur frá sær, sigur Eirikur Lindenskov og leggur afturat. - Til síðsta val, ið bleiv skrivað út á ólavsøku, var tað orsaka av politiskum roki í kjalarvørrinum av kanningini hjá Gammeltoft. Og í 2011 hevði samgongan ikki meiriluta, men vóru tað bara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, ið sótu í samgongu við stuðli frá Tjóðveldi í sokallaðu makrelsamgonguni. Men tað var eitt samstarv, ið ikki hevði hildið fram til at gera eina fíggjarlóg og annað, tí bleiv val útskrivað. Heldur ikki íkomna støðan, nú avtalan við Magna Laksáfoss bleiv brotin, er nokk til at løgmaður útskrivar val. - Tað fær kanska tær avleiðingar, at samgongan ikki fær tey uppskot ígjøgnum, ið tey arbeiða við. Eg veit ikki, um tað er ein trupulleiki fyri løgmann, tí tað er eingin stórmál, eingin fíggjarlóg ella kardinalmál, ið skulu ígjøgnum. Tingið fer í summarferiu 3. mai, og tað hevur ongan týdning, um samgongan ikki hevur meiriluta í summarferiuni. Tað verður kortini einki arbeitt eftir ólavsøku, tí valið má í seinasta lagið útskrivast 2. august, sigur Eirikur Lindenskov. - Tað eru tríggir mánaðir eftir av hesum valskeiðinum. Ein summarferia kemur nú, og hóast eg áður havi mett, at val verður áðrenn feriuna, so havi eg broytt støðu nú. Eg vænti samgongur situr alt skeiðið. Tey hava valdið nú og tað vísir seg at vera trupult at sleppa tí. Tað sigur Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og politiskur eygleiðari, tá hann verður spurdur, um nær hann metir, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at útskriva val. Tað er tó við einum ávísum varsemi, at blaðstjórin gevur sítt boð um nær val verður, tí sambært honum sjálvum hevur hann higartil givið fleiri skeiv boð. Men tað hevur sína orsøk, vísir hann á. - Áralagið hjá hesa samgonguni hevur ikki verið serliga pent, men hevur løgmaður megnað ferð eftir ferð at slætta sjógvar, funnið semjur og komið víðari, vísir hann á. Sjálvur metir hann, at arbeiðslagið hjá samgonguni best kann samanberast við ein arabiskan basar, men at tað higartil hevur virkað og nokk fer at virka tað, ið eftir er. - Teir byrjaðu við at vera ein minnilutasamgonga og síðan tá hevur landsstýrið verið at líkna við ein arabiskan basar, har tað í heilum hevur verið neyðugt at fara út at keypa semjur og gera so­kall­ a ð a r r o s s a ­ h a n d l ­a r . Men hvørja ferð tað hevur staðið nógv á, og man hevur hugsað, at nú røkist ikki fyri nøkrum, hevur løgmaður megnað at finna eina ella aðra semju, sigur Jóhann Lützen og vísir á, at tað hevur borið til, tí man hevur megnað at gjørt avtalur í tinginum. - Løgmaður hevur klárað at brúkt einstaklingarnar í tinginum fyri at koma gjøgnum valskeiðið. Her hugsi eg um Sonju Jógvansdóttir, Magna Laksáfoss og Kristin Michelsen, umframt semjuna við Sjálvstýri, sigur hann. Tá hetta verður skrivað bendir nógv á, at hendan seinasta avtalan, tann við Magna Laksáfoss, ikki heldur, men blaðstjórin á Norðlýsinum metir, at nú er so stutt til val, at samgongan situr tað, ið eftir er. - Nú er so stutt eftir, at teir kunnu akkurát tað sama sita restina av valskeiðinum. Teir hava eisini nøkur uppskot við valfleski eftir at avgreiða í tinginum. Tí vænti eg ikki val áðrenn tað er farið ígjøgnum, men eg ivist í, um teir fáa loyst tey størri málini, sigur hann. BÍÐAR TIL EVSTU LØTU LØGMAÐUR HEVUR MEGNAÐ TRUPLU STØÐURNAR Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum MIÐFLOKKURIN NÝTT VALEVNIÐ HJÁ MIÐFLOKKINUM Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu heldur, at tað mangla sterkar røddir úr útjaðarinum í Føroyum, sum tora at verja borg. Hon vil at arbeiða fyri at føroyskt vinnulív skulu hava tryggar karmar og hon heldur at løgtinginum tørvar politikarar, ið vilja seta ein hægri standard tá tað kemur til etikk og hvat vit vilja loyva og ikki loyva í okkara landi. Irdi Jacobsen býr í Norðdepli har hon eisini er fødd og uppvaksin. Irdi er 41 ár og starvast til dagligt sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Seinnu árini hava vit serliga hoyrt hana verða aktiva í málinum um Tunlar Norður um Fjall. - Grundin til at eg stilli upp er, at sæð í ljósinum av hesum farnu valskeiðunum, so mugu vit bara staðfesta at økið eystanfyri múla, norðoyggjar og útjaðarin í føroyum sum heild, mangla sterkar røddir, sum tora at verja borg. Sum ikki smæðast við at gera vart við, at vit eisini eru ein partur av føroyska samfelagnum. Í meira enn 10 ár havi eg sitið í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu og milliónirnar til íløgur, sum eru dotnar úr landskassanum og niður í okkara kommunu kunnu teljast á einari hond, staðfestur Irdi. Tá vit spyrja hana hví hon stillar upp fyri miðflokkin er hon ivaleys. - Eg havi í nógv ár eftirhondini verið miðflokkaveljari og tí liggur tað nátúrligt fyri meg at bjóða meg fram á miðflokkalistanum. Eg haldi at vit í Føroyum hava brúk fyri politikkarum úr øllum flokkum, sum vilja seta ein hægri standard tá tað kemur til etikk og hvat vit vilja loyva og ikki vilja loyva í okkara landi. Rákið seinastu árini vísir greitt at tørvur er á fólki sum ikki letur seg reka higar og hagar av rákinum bæði uttanífrá og innanífrá. Eg eri samd við miðflokkinum um, at familjan er kjarnan í samfelagnum, sigur Irdi Jacobsen. Eitt sterkt vinnulív hevur stóran týdning fyri borgarstjóran. - Eg fari at arbeiða fyri at føroyskt vinnulív tað verið seg bæði fiskivinna, alivinna og aðrar vinnur, skulu hava tryggar karmar. At vinnan samstundis sum vit seta krøv til burðardygd, eisini geva henni møguleikar til effektivisering, nýhugsan og endurnýggjan. Eitt sterkt vinnulív fer at bera Føroyar inn í framtíðina. Eg ynski at vit loysa frá Danmark, men tað skal gerast við einum sjálvberandi búskapi og sterkum burðardyggum vinnulívi, sigur Irdi Jacobsen at enda við Norðlýsið.