hósdagur 25. apríl 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
6
PERSÓNSSØGA: Erik Aanderaa
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
E
inki fjas, tað snýr seg
bara um at sigla!
Tað er mottoið hjá
norðmanninum Erik
Aanderaa, sum hevur verið í Før
oyum í síðstu viku. Hann kom
ikki við flogfari, Norrønu ella
nøkrum ferðamannaskipi, men
sigldi við lítla seglbáti sínum
einsamallur úr Hetlandi. Hann
legði frá landi týsdagin, og dagin
eftir kom hann inn á Trongis
vágsfjør og legði at á Tvøroyri.
Erik Aanderaa er kendur sum
norski víkingurin á YouTube,
har hann hevur lagt hópin av
filmum út, sum dokumentera, tá
hann hevur siglt long strekkir á
opnum havi tvørturmum landa
mørk.
Sosialurin hevur fingið orðið
á norska ævintýraran fyri at
hoyra meira um ferðina til Før
oya og hansara inspirerandi sjó
hug.
Ikki vanur við so
høgar aldur
Erik Aanderaa er úr býnum
Haugesund, sum er millum
Bergen og Stavanger vestara
megin á Noregi. Úr Haugesund
hevur Erik siglt nógvar ferðir til
Hetlands. Sjálvur metir hann
talið at vera millum 20 og 25
ferðir. Men í ár vildi hann gera
álvara av at gjøgnumføra ein
gamlan dreym - hann vildi sigla
tvørturum Norðurhavið og til
Føroya í Norðuratlantshavinum.
Upprunin til hetta hugskotið
kom fyri næstan 20 árum síðani,
tá hann var í Føroyum fyri
fyrstu ferð.
- Eg var við einum stórum
seglskipi, sum sigldi úr Bergen
til Havnar. Vit sigldu kring
oyggjarnar, og eg bleiv púrasta
burtur og forelskaður í Før
oyum. Tá hugsaði eg, at eg eina
ferð í framtíðini skuldi sigla
einsamallur til Føroya, sigur
Erik Aanderaa.
Síðst í januar sigldi hann úr
Noregi til Hetlands í sambandi
við, at hann ætlaði sær á ein
víkingafestival í Lerwick. Nú
uppundir páskirnar fór hann so
víðari úr Lerwick og til Føroya,
og málið er nú rokkið.
Aldurnar vóru stórar
Túrurin gekk stak væl, og
hann hevði góðar greyðir um
borð, sum lætti um túrin; eitt
nú eina sjálvstýrandi skipan.
Men tað var munur á at sigla í
Norðursjógvinum og í Norður
atlantshavinum.
- Eg hevði undanvind allan
túrin og sigldi við umleið 30 míl
allan vegin. Tað var rættiliga
harðligt, tí tað var nógvur vind
ur og harður streymur. Aldurnar
vóru sera høgar eisini, so hetta
var nakað annað enn tað, eg
eri vanur við frá teimum ferð
unum, eg havi siglt úr Noregi
til Hetlands. Eg bleiv í øllum
førum øgiliga ovfarin av, hvussu
nógv hægri aldurnar eru í
Norðuratlantshavinum saman
borið við í Norðurhavinum,
sigur Erik Aanderaa.
Royndur sjómaður
Tað er á sjónum, at Erik
Aanderaa følir seg heima,
og hann byrjaði longu at
sigla sum smádrongur. Sum
ungur fór hann at fáa sær
pappírir sum stýrimaður á
Styrmandsskolen, og í sínum
vaksna lívi hevur hann siglt
við fleiri ymsum skipum; bæði
tænastuskipum, ROV-skipum
og offshore í oljuvinnuni.
Í dag arbeiðir hann við
trygdarupplæring, har tað
ræður um at læra sjófólk at
hjálpa sær sjálvum, um mann
kemur í trupulleikar á sjónum.
Tá hann ikki ger hetta, siglir
hann í sambandi við onkrar av
sínum mongu verkætlanum.
Dámar best at sigla
einsamallur
Erik Aanderaa trívist best, tá
hann sjálvur sleppur at skipa
sítt virksemi. Hann er drigin at
sjálvvissuni og tí at vera sjálv
bjargin uttan at skula hugsa um
trupulleikar hjá og av øðrum.
- Tá mann hevur fleiri fólk
umborð, eru tað so nógv ymisk
ting, mann má taka atlit til.
Onkur fær kanska sjóverk, og
onkur vil kanska heim. Tað er
Sigldi einsamallur til Føroya:
- Um okkurt verður í ólagið umborð, so er
eingin at hjálpa tær. Tú mást klára at orðna tað
sjálvur uttan mun til støðuna, sigur norski Erik
Aanderaa, sum í síðstu viku sigldi úr Hetlandi
til Føroya fyri so at sigla heim aftur til Noregs
Erik Aandera hevur leingi droymt um at sigla til Føroya
einsamallur. Her hevur hann júst loyst úr Lerwivk í Hetlandi
- EG VIL VÍSA
HVUSSU VERU
LIGA LÍVIÐ Á
SJÓNUM ER
Har eru nógv flott
støð í heiminum, men
Føroyar er uttan iva
tað vakrasta staðið, eg
nakrantíð havi vitjað