hósdagur 25. apríl 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
7
heldur ikki vist, at tey, sum eru
við umborð, hava somu fatan
av upplivilsinum, sum eg. So eg
havi funnið út av, at tað er nógv
lættari at sigla einsamallur, tí so
sleppur mann undan at taka so
nógv atlit til onnur fólk, sigur
norðmaðurin.
Men tað er ikki bara-bara at
sigla einsamallur á opna havi
num. Her ræður um at hava
virðing fyri náttúruni.
- Tú mást ansa eftir, at báturin
hevur ta neyðugu útgerðina til
slíkt. Men tú mást ikki minst
virða veðrið og umstøðurnar á
havinum, tí um tú ikki gert tað,
so kann tað ganga galið. Men um
tú virðir tað, so fer tað helst at
ganga fínt, greiðir Erik Aanderaa
frá og heldur fram:
- So leingi alt gongur væl, so
er fínt. Men avbjóðingarnar eru
sjálvandi, tá okkurt gongur galið,
og um onkur útgerð brotnar. Tá
okkurt verður í ólagið og ikki
riggar, sum tað skal, so er eingin
at hjálpa tær. Tú mást klára at
orðna tað sjálvur uttan mun til
støðuna.
Um tað er, at okkurt brotnar
og gongur galið, so hevur Erik
nógv amboð umborð, sum kunnu
brúkast í tílíkum neyðsstøðum.
- Eg vil vísa hvussu
sjólívið er
Hansara motto er “No Bullshit,
just sailing!” - (á føroyskum: einki
fjas, bara sigling!). Hann greiðir
soleiðis frá um hesi orðini, sum
eru blivin til hansara slagorð.
- Tað er eitt lítið prik til øll tey,
sum ikki kenna til lívið á sjón
um. Tað eru so nógv fólk, sum
fara siglitúrar í hugnaligum
økjm sum Karibien, har alt
er so vakurt og perfekt. Men
soleiðis er tað jú ikki á opna
havinum. Eg vil vísa ta sonnu
síðuna av lívinum á sjónum
og hvussu tað veruliga er at
sigla á opnum havi samanborið
við ta perfektu myndina, sum
summi hava av sjólívinum, har
mann kann svimja við delfinum
og skjaldbøkum, sigur Erik
Aanderaa smáflennandi.
Hevur góðan bát
Seglbáturin hjá Erik Aandera er
av slagnum Contessa 35, og hann
kallar bátin fyri Tessie.
- Hann hevur verið mær
fantastiska góður. Tað er ein
Á YouTube hevur Erik sligið
sítt navn fast sum djarvi
normaðurin, sum ikki verður
stygdur burtur av aldum og
ringum veðri við orðunum
“No Bullshit, Just Sailing”
Erik Aanderaa nærkast landi