hósdagur 25. apríl 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
8
PERSÓNSSØGA: Erik Aanderaa
Her liggur báturin Tessie á Tvøroyri
fyrrverandi regattabátur, sum
er sera breiður, djúpur og langur,
og hann liggur væl á sjónum.
Eg eri imponeraður av, hvussu
nógv hann tolir av í óveðrinum,
so hetta er ein sera góður bátur,
sum er lættur at fáast við og
hóskar seg væl til tað, eg geri,
fortelur Erik, sum eisini hevur
brúkt nógvar pengar til út
gerðina umborð.
Umborð etur hann dósamat
Erik hevur trý ting, hann leggur
seg eftir umborð - tey eru, at
hann skal vera: turrur, heitur
og mettur. Áðrenn hann legði frá
landi úr Hetlandi og setti kósina
móti Føroyum, hevði hann
tryggjað sær, at hann hevði
nokk av mati við. Tað ger hann,
hvørja ferð hann fer avstað við
bátinum.
- Mær dámar ikki at gera mat,
so eg eti øgiliga einfalt umborð.
Eg havi nokk av dósamati við, og
so eti eg bara hetta, sum í flestu
førum eru einfaldir rættir í dós.
Tað smakkar væl… Tað eru nógv,
sum reagera uppá mín kost í
dósamati, men eg havi ongar
trupulleikar við hesum mati
num. So leingi eg eti, so eg fái
orku til túrin, og so er fínt fyri
meg.
Dokumenterar alt á video
Á sosialu miðlunum er Erik
Aanderaa ein populerur maður
og verður ofta kallaður “hin
norski víkingurin”. Hann er
aktivur á bæði Facebook og
Instagram, men serliga er tað á
YouTube, at hann hevur sligið
sítt navn fast sum djarvi sjó
maðurin, sum ikki verður stygd
ur burtur av aldum og ringum
veðri.
Á YouTube fylgja fólk úr øllum
heiminum honum á hansara
mongu pílagrímsferðum, og
hann hevur nærum 40.000 fast
ar fylgjarar.
Tað hevur stóran týdning fyri
hann, at upptøkurnar eru av
bestu góðsku, og tað sæst eisini
aftur á endaliga úrslitinum.
Hann hevur keypt sær nógva
ymsa útgerð til endamálið, sum
gevur óvanliga flottar upptøkur,
sum allar kunnu síggjast á hans
ara YouTube-kanal.
Føroyska ferðin kemur
í fleiri pørtum
Erik Aanderaa hevur sjálvandi
eisini filmað Føroyaferðina, og
hendan kemur eftir ætlan út í
fleiri pørtum á hansara YouTube
kanal.
- Tilsamans havi eg 119
gigabyte av videotilfari, sum
skal redigerast, tá eg komi heim
til Haugesund. Við mær hevði
eg fimm GoPro, tvær dronur
og eitt speglrefleksmyndatól.
So tað er nógvur filmur á fleiri
ymsum myndatólum, sum
skal klippast saman til ein
film av mínari ferð til Føroya.
Tilsamans havi eg kanska eini
2.000 ymisk videobrot, so tað
tekur eina løtu at gera, sigur
Erik Aanderaa.
Hann leggur aftrat, at film
urin verður klárur í seinasta lagi
síðst í mai, men hann vónar, at
tað verður væl fyrr enn tað.
Góðir dagar í Føroyum
Tað var seinasta mikudag, at
Erik Aanderaa legði at á Tvør
oyri. Hann var í Føroyum í fýra
dagar og nýtti høvið at uppliva
oyggjarnar, sum hann nú ikki
hevði sæð í nógv ár.
- Eg varð sera væl móttikin av
tvøráfólki og fekk fantastiska
hjálp frá teimum. Eg hitti borgar
stjóran og fekk góðan føroyskan
mat. Dagin eftir leigaði eg ein
bil og koyrdi suður eftir á oyn
ni, har eg fekk eina rúgvu av
sera góðum dronumyndum í
fantastiska veðrinum. Síðani
sigldi eg norður til Havnar, har
eg aftur leigaði mær ein bil. Tá
koyrdi eg norður eftir og hugdi
eftir eitt nú Tindhólmi og Gása
dali, og her fekk eg aftur nakrar
dronumyndir, sum eg hopi blivu
góðar, fortelur hann.
Fer at vísa allari
familjuni Føroyar
Norski ævintýrarin hevði ein
góðan túr, og hann er sera hug
tikin av øllum tí føroyska - so
hugtikin, at hann longu hevur
gjørt ætlanir um at vitja Føroyar
enn einaferð.
- Tað var ein heilt fantastiska
góður túrur. Eg havi nú tosað við
familjuna hjá mær, og eg havi
gjørt av, at eg fari at taka tey øll
við til Føroya komandi summar.
Eg vil eisini hava, at tey skulu
uppliva Føroyar, so eg havi sagt
tað, at øll í familjuni skulu við,
sigur hann og staðfestir:
- Har eru nógv flott støð
í heiminum, men Føroyar er
uttan iva tað vakrasta staðið, eg
nakrantíð havi vitjað.
Siglir heim aftur
Í dag, fríggjadagin, fer hann aftur
úr Hetlandi og heim til Hauge
sund í Noregi. Um framtíðar
mál við seglbáti sínum á opna
havinum sigur hann soleiðis:
- Málið hjá mær var í fyrsta
umfari at sigla úr Haugesund til
Hetlands og úr Haugesund til
skotsku oynna Fair Isle. Og til
síðst at sigla úr Haugesund til
Føroya. Alt tað havi eg gjørt nú,
so í roynd og veru er dreymurin
blivin til veruleika. Eg havi ikki
nakrar ítøkiligar ætlanir fyri
komandi tíðina, men eg lúri
eitt sindur uppá at sigla til Ís
lands ella Svalbard, sigur Erik
Aanderaa.
PATUR@SOSIALURIN.FO