Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Jógvan Jespersen: John Zachariasen: Jóhanna á Bergi: apríl 2019 Uppboðssøla ikki egnað til at útluta kvotur s. 12 Sjókaðal til Suðuroynna s. 14 Fýra av 10 ferðafólkum eru útlendsk s. 10 26 Maskinbrekið sum Tróndur í Gøtu fekk fyri páskir, er so álvarsligt, at skipið verður liggj­andi í fleiri vikur. Gearið er farið og tað er sjálvur húsin, sum er farin. Tað vil siga, at talan er ikki um eykalutir, sum maskinverksmiðjan hevur liggjandi á goymslu. Hetta eru lutir, sum mugu framleiðast til Trónd í Gøtu. -Tað er sjálvandi keðiligt, men tað er ikki van­ligt, at maskinverksmiðjur liggja inni við slíkum lutum. Hetta má framleiðast og tekur tíð, sigur Dávid Jacobsen, sum er nevndar­formaður í felagnum, sum eigur Trónd í Gøtu. Tróndur í Gøtu var komin av fiskileið við fullari last av svartkjafti. Hann lá á Runavík og bíðaði eftir at sleppa framat at landa í Fugla­firði. Tá ið skipið so átti tørn, var farið av Runavík til Fuglafirðar, men tá ið komið var út fyri Æðuvík hendi óhappið. Tað vísti seg, at ein lega var vorðin og heit og tað gjørdi at skaðin hendi. alarmur sló til, men uppá teir tveir minuttirnar tað tók at steðga maskinuni, hendi skaðin. Nógvir tímar eftir Tróndur í Gøtu er nýggjasta skipið hjá Varðanum. Hann fór í vinnu í 2010. Tað vil siga, at teir lutirnir, sum gjørdu skaðan í teori høvdu langa livitíð eftir. -Ja, hetta skuldi ikki hent, men soleiðis er tað viðhvørt, sigur Dávid Jacobsen, sum sjálvur er maskinmeistaralærdur og hevur siglt mong ár sum maskinstjóri. Hann sigur eisini, at eitt sindur av tíð gekk, tí páskahalgan var, men nú verða allar kanningar gjørdar og nú verður arbeitt við at finna fram til, hvussu long tíð gongur til eykalutirnir eru klárir. Tróndur í Gøtu var á svartkjaftaveiðu og fær so sjálvandi ikki veitt meira svartkjaft í vár. -Man kann kanska siga, at tíbetur hendi hetta, meðan svartkjaftavertíðin er. Tað er so­leiðis, at fáa vit ikki fiska kvotuna upp nú, so er møguleikin aftur móti endanum av árinum, sigur Dávid Jacobsen. Tað vil siga, at verður hugt eftir mistu fiski­tíðini, so hevði tað verið munandi verri, um brekið kom í makrelvertíðini. Tá er hvør mistur fiskidagur rættulgia av­ gerandi, tí tá er eisini talan um fisk, sum er munandi dýrari enn svartkjafturin. Fer í dokk Tað vóru gjørdar avtalur um, at Tróndur í Gøtu skuldi fara í dokk á Skála 20.mai. Dokkingin er framskundað, so upp­ sjóvar­skipið í staðin fyri fer í dokk, meðan bíðað verður eftir eykalutunum. Skipið er sleipað av Fuglafirði á Skála, har tað nú liggur. -Tað er sjálvandi heppið, at tað ber til at framskunda dokkingina, so vit hava møgu­leikan at brúka tíðina, vit bíða til okkurt skilagott, sgur Dávid Jacobsen. Hann veit tó ikki fyri vist enn at siga, hvussu leingi Tróndur í Gøtu verður liggj­ andi, áðrenn hann verður klárur aftur til fiski­skap. Maskinbrek ger at Tróndur liggur í nakrar vikur UPPSJÓVARSKIPIÐ TRÓNDUR Í GØTU HEVUR FINGIÐ SP ÁLVARSLIGT MASKINBREK, AT HANN VERÐUR LIGGJANDI Í FLEIRI VIKUR Skipaslag: Nótaskip og trolari Radiofrámerki: XPXM Smíðistaður: Karstensens Skibsværft A/S, Skagen, Danmark Smíðað: 2010 Tilfar: Stál Maskina: Wärtsilä, W12V32, 7.500 kW Ljósmotorar: 1) Wärtsila 6L20, 1.110 KW 2) Wärtsila 8L20, 1.450 KW 3) Wärtsila 300HS, 300 KW Longd: 81,6 m Breidd: 16,6 m Dýbd: 7,2 m BT: 3.527 NT: 1.059 Tróndur í Gøtu er nýggjasta skipið í flotanum hjá uppsjóvarreiðaríinum í Gøtu