Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 apríl 2019 26 Vilmund Jacobsen Í november mánaði í fjør keyptu Varðin, Framherji og Kimbil allan partapeningin í P/F HDYGD í Vatnsoyrum, har feløgini eiga ein triðing í part. Vinnutemaið, sum er í Sosialinum í dag, hevur vent sær til stjóran í felagnum, Kaysten Rasmussen, og vit hava sett honum nakrar spurningar um nýggja sam­takið, sum eisini fevnir um Aluplast. Hvussu eitur felagið, sum nú eigur HDYGD, og hvussu er Aluplast vorðið part­ur av samtakinum? - Felagið, sum eigur P/F HDYGD, eitur P/F 1. november 2018, og partarnir eru Varðin, Framherji og Kimbil. Hetta eru somu eigarar, sum eiga Aluplast í dag, eins og leiðslan hjá P/F HDYGD og P/F Alu­plast nú er hin sama. Kaysten Rasmussen vísir á, at av tí, at P/F Aluplast hevur havt nakrar størri verkætlanir sum byrjaðu, áðrenn saman­ legg­ingin kom uppá tal, er enn virksemi í báð­um feløgunum. - Men, allar nýggjar verkætlanir hjá sam­takinum verða framdar í P/F HDYGD. Fram­yvir verður eisini allur raksturin í P/F HDYGD, sum kemur at leiga útgerð og annað frá P/F Aluplast. Stjórin sigur, at hetta sjálvandi er fyri at effektivisera raksturin, soleiðis at sleppast kann undan at hava dupultfunktiónir í feløgunum, eitt nú fyrisiting, søludeild og annað. - Tá eg nú tosi um P/F HDYGD, so fevnir hetta um samlaða samtakið, HDYGD/ Aluplast, sigur Kaysten Rasmussen. Gongdin er vend Er tað rætt, at HDYGD í 2017 hevði eitt hall á slakar fýra miljónir krónur, og hvussu eydnaðist 2018? - Jú, tað er rætt, at felagið hevði avbjóðingar í 2017 og fyrstu mánaðirnar í 2018. Hetta kemst í høvuðsheitum av nøkrum íløgum í framleiðsluútgerð og um­legging til nýggjan hurðaprofil, har felagið hevði avbjóðingar at fáa hesa útgerð at koyra optimalt. Hetta hevði stórar eykakostnaðir við sær, og hetta ávirk­aði eisini umsetningin, tí framleiðslan lá still - ella koyrdi við nógv niðurskerdum kapasiteti í rúma tíð. Men, síðan í mai 2018 hevur framleiðsluútgerðin koyrt væl, og er framleiðslukapasiteturin nú væl hægri, enn tá íløgan varð gjørd. Stjórin vísir á, at avbjóðingarnar, sum fyri­tøkan hevur staðið yvirfyri, eisini seta síni spor í ársúrslitið fyri 2018. Felagið kem­ur út einum positivum EBITDA, men helst við einum lítlum halli tilsamans. Hvørji eru útlitini fyri 2019 og frameftir? - Sum eg nevndi, vóru fyrstu 4-5 mán­ að­ir­nir í 2018 nógv merktir av, at fram­ leiðslan ikki koyrdi, sum hon skuldi, eins og felagið hevði nógvar eykakostnaðir av hesum. Men, hyggja vit eftir seinastu 7-8 mán­aðunum í 2018, so gav raksturin eitt hampiliga positivt úrslit. Kaysten Rasmussen vísir á, at sølan higa­rtil í ár av traditiónellu vørunum hjá P/F HDYGD, vindeygum og hurðum úr træ, træ/alu og plasti, er á hædd við somu tíðar­skeið undanfarin ár. - Tað er móti sumri, at sølan økist nógv, og tað merkja vit eisini væl longu nú. Hann sigur, at umframt traditionellu vør­ur­nar, hevur samtakið HDYGD/ Alu­ plast fleiri størri bíleggingar upp á alu­ fasadur og annað til eitt nú vinnu­bygn­ ing­ar og ítróttarhús, sum skulu gerast í summar. - Starvsfólkini hjá Aluplast hava drúgvar royndir í at framleiða til tílíkar verkætlanir og eru ein­asti føroyski framleiðarin av alu­fasad­um, aluminiumhurðum og aluminiums­vindeygum. Stjórin sigur, at við samanleggingini av P/F HDYGD og P/F Aluplast er saml­aða ekspertisan innan framleiðslu, projekt­ leiðslu, marknaðarføring og fíggjar­stýring økt munandi. - Tí hava vit góðar vónir at fáa ein sunn­ an raksturin framyvir, leggur hann aftrat. Samanleggingini hevur økt munandi um ekspertisuna - TÁ FØROYSKA VEÐURLAGIÐ VÍSIR SEG FRÁ SÍNARI HERVILIGASTU SÍÐU, ER TAÐ EIN TRYGGLEIKI AT HAVA VINDEYGU OG HURÐAR, HAR FÓLKINI AFTAN FYRI VØRUNA KENNA, HVØRJAR NÁTTÚRUKREFTIR VIT HAVA VIÐ AT GERA. HER HAVA VIT Í HDYGD EIN FYRIMUN Í MUN TIL TEY INNFLUTTU VINDEYGUNI OG HURÐARNAR, SIGUR STJÓRIN Í HDYGD, KAYSTEN RASMUSSEN, SUM Í HESI GREININI GREIÐIR FRÁ SAMTAKINUM, HDYGD/ALUPLAST Kaysten Rasmussen er stjóri í samtakinum, HDYGD/ Aluplast HDYGD og Aluplast, sum í dag eru einum og sama samtaki, hava verið partur av nógvum bæði stórum og smáum byggiverkætlanum