hósdagur 25. apríl 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
apríl 2019 26
combine-it.com
Grafix 504251
Hevur tú nýtt nógvan pening uppá at tryggja fyritøkuna
við verjugørðum, mannagongdum og politikkum?
Vit kanna trygdina, har vit leita eftir
persóns upplýsingum, leypa á við tólum og
arbeiða sum teldusníkar gera.
Um onki verður funnið,
so er kostnaðurin 5000,-.
Finna vit nakað so er kostnaðurin 15.000,-
OKKARA ROYNDIR
GANGA HEILT AFTUR
TIL SEINASTA
ÁRTÚSUND
Ring 511 187 ella skriva til info@combine-it.com fyri nærri kunning
Allir prísir eru uttan mvg.
TAÐ ER BETRI
AT VITA ENN
AT GITA
TRYGDARSKOÐAN
24 TÍMAR
ÁLOP
Áhugi er uttanlands
Er nøkur framleiðsla til útlandið, og hvørji
eru útlitini á útlendska marknaðinum?
- Vit hava ikki havt so stóran útflutning
seinastu árini, tó at nakað er útflutt til
norðurlendsku londini undanfarin ár.
Kaysten Rasmussen sigur, at seinasta
heyst luttók HDYGD í einum marknaðar
átaki, sum føroyska sendistovan í Íslandi
skipaði fyri í Íslandi.
- Átakið var sera væl fyriskipað av
sendistovuni, har HDYGD og aðrar før
oysku vinnufyritøkur høvdu møguleika
at hittast við vinnuna í Íslandi. Sera stórur
áhugi var fyri vørunum hjá HDYGD í Ís
landi, og eru vit sera spent upp á møgu
leikar á íslendska marknaðinum.
Tá HDYGD varð selt og fekk nýggjar
eigarar, søgdu gomlu eigararnir, at
HDYGD fer at halda fram við verandi
dygdarvirksemi sínum í Vatnsoyrum og
Miðvági.
Er HDYGD manna við nøkulunda somu
fólkum, sum tá gomlu eigararnir róku
fyritøkuna?
- Ja, tað eru í høvuðsheitum somu
starvsfólk, sum eru í fyritøkuni í dag,
sum undan keypinum. Í einum felag,
sum hevur yvir 50 fólk í starvi, er altíð ein
náttúrlig útskifting, har onkur ynskir at
royna aðrar avbjóðingar – ella, at felagið
ynskir at styrkja seg á onkrum starvsøki.
Men, í høvuðsheitum eru starvsfólkini tey
somu.
Á trimum støðum
Hvar húsast samtakið í dag, og verður
parturin, sum í dag er Aluplast, verandi á
Rituvíkarhálsi?
- Í dag húsast samtakið í trimum støð
um. Øll fyrisitingin húsast í Vatnsoyrum,
og her er eisini framleiðslan staðsett av
træ og træ/alu vindeygunum.
Her leggur stjórin aftrat, at HDYGD
kanska er einasti veitari í norðurlondum,
har træið verður lagt í eitt bað av
impregneringsvesku, áðrenn vindeygað
verður samlað.
- Á henda hátt druknar impregneringin
eisini nógv longur inn í tilfarið, eins og
samlingarnar tá eisini hava fingið impreg
nering í seg.
Kaysten Rasmussen vísir á, at flest
allar aðrar framleiðslur uttanlands sproyta
impregneringsvesku á vindeyga, eftir at
tað er samansett, og hetta gera tey fyri
eitt nú at spara tíð.
- Hetta er helst eisini ein týðandi orsøk
til, at HDYGD-vindeygað er so haldført í
mun til nógv onnur innflutt vindeygu, og
er hetta avgjørt ein fyritreyt fyri, at HDYGD
kann veita garanti heilt upp í 15 ár upp á
okkara vørur.
Stjórin vísir á, at í Miðvági hevur sam
takið framleiðsluna av vindeygum og
hurðum úr plasti.
- Her framleiða vit vindeygu úr H+
profilinum, sum Veka og H+ hava ment
í felag. Tað er bert HDYGD og eitt litaviskt
dótturfelag hjá H+ sum framleiða úr
hesum profili við einkarrætti. Hóast sami
profilur, so er framleiðslan kortini ikki heilt
eins, har vit við okkara drúgvu royndum
hava tillagað okkara vindeygað í mun til
føroyska veðurlagið.
Kaysten Rasmussen sigur, at plast
hurðarnar verða framleiddar úr einum
plastprofili frá Kømmerling, tí HDYGD
hevur sera góðar royndir at framleiða
hurðar úr hesum plastprofili.
- Bæði Kømmerling og Veka eru týskir
framleiðarar, sum eru kendir fyri góða
góðsku, leggur hann aftrat.
Á Rituvíkshálsi er so framleiðslan úr
alumunium.
- Her framleiða vit alufasadur til størri
bygningar, vindeygu og hurðar til bæði
vinnu og privat.
Stjórin vísir á, at sølan av vindeygum
til sethús, sum eru arkitektteknaði, er økt
seinastu árini.
- Nógv vilja hava stór vindeygu við
reinum linjum, og tá eru aluminiumvind
eyguni sera snøgg at síggja til, og tey eru
eisini viðlíkahaldsfrí. Umframt hetta, so
selja vit eisini útistovur og annað, sum vit
eisini framleiða úr aluminium.
Kaysten Rasmussen sigur, at ætlanin
er ikki at flyta virksemi hjá Aluplast til
Vágarnar.
- Tað er ikki pláss fyri framleiðsluni í
Vágum, og fyrimunirnir eru avmarkaðir at
leggja alt á sama stað, tí framleiðslurnar
eru so ymiskar. Men, vit húsast í leigaðum
hølum, sum akkurát hava skift eigarar. Vit
hava ikki tosað við nýggju eigararnar enn,
men fram til ársskiftið verða vit í øllum
førum í sama staði, her vit eru í dag.
Marknaðarføringin
Hvussu er HDYGD fyri at taka upp kapp
ingina við útlendsku framleiðsluna um
vindeygu og hurðar á føroyska mark
naðinum?
- Bæði innan sølu av vindeygum og
hurðum til privathúsamarknaðin og veitan
av loysnum til vinnuvirksemi, er kappingin
frá innfluttum vørum økt munandi sein
astu árini.
Kaysten Rasmussen sigur, at tað, sum
HDYGD hevur 50 ára royndir við at veita
vørur og tænastur til føroyska marknaðin,
og samtakið er í støðugari menning av
sínum vørum.
- Tá føroyska veðurlagið vísir seg frá
sínari herviligastu síðu, er tað ein trygg
leiki at hava vindeygu og hurðar, har
fólkini aftan fyri vøruna kenna, hvørjar
náttúrukreftir vit hava við at gera. Her
hava vit í øllum førum ein fyrimun í mun
til tey innfluttu vindeyguni og hurðarnar.
Stjórin vísir á, at tá fólk hugsa um íløgu
í vindeygu og hurðar til síni sethús, og at
hesi helst skulu halda í minst 30 ár – ja, tá
er spurningurin, um ein lítil sparing loysir
seg í longdini.
- Allir lutir í okkara vørum hava prógvað,
at teir havt sera gott haldføri í føroyska
veðurlagnum, og vit taka heldur ein dýrari
lut, sum vit eru trygg við enn at hugsa um
kostnaðin.
Dugnaligir montørar
HDYGD hevur dugnaligar montørar sum
kunnu seta vindeygu og hurðar í fyri
kundan. Hesir hava drúgvar royndir í faki
num. Tí torir samtakið eisini at veita eitt
garanti sum er longri, enn flestu kapping
arneytar kunnu veita.
- Umframt hetta hava vit eina tænastu
deild sum koyrir út til okkara kundar at
veita tænastu, og vit hava altíð eykalutir
á goymslu, um onkur lutur skal skift
ast, sigur stjórin í HDYGD, Kaysten Ras
mussen.
Avbjóðingarnar hava verið ymiskar – men eisini her loysti HDYGD uppgávuna bæði væl og virðiliga